Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. januar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 - 24. januar 2007 13 Edith Ragnarson, fødd Dam, frá Norðskála, búsitandi í Íslandi, andaðist mánadagin 68 ára gomul. Jarðarferðin verður frá kirkjuni í Vik Nørdal hósdagin 1. februar. Ingibjørg Patursson Restorff, ættað úr Kirkjubø búsitandi í Tórshavn, andaðist sunnudagin 21. januar, 95 ára gomul. Jararferðin verður úr Vesturkirkjuni hósdagin kl. 13.00 Sungið verður úr sálmabókini Kistan við Narvi Norðberg, Strendur, fer úr Nerija á Skála hósdagin kl. 13.00. Tey, ið vilja minnast Narva, kunna lata eina peningagávu til Nerija; konta í peningastovninum. Andlát og jarðarferðir Prógv Turid Kruse, Kunoy, hevur tann 22. januar 2007 lokið prógv sum bachelor í námsfrøði á »Gladsaxe Seminariet«. Marita Wolles, Klaksvík, hevur tann 22. januar 2007 lokið prógv sum bachelor í námsfrøði á »Gladsaxe Seminariet«. Sóleyð Joensen, Sandavágur hevur tikið prógv sum cand.mag. í enskum og sponskum á Københavns Uni­ versitet. Sóleyð arbeiðir í løtuni í Vinnumálaráðnum, og hon undirvísir á Fiskivinuskúlanum í Vestmanna og í kvøldskúlanum í Miðvágs- Sandavágs skúla. Mánadagin 22.1-07 fekk Havstein Klein, Saltangará prógv sum master i teologi, cand theol frá lærda háskúlanum í Stavanger MHS. Dagurin 25. januar. Pálsmessa. Verður hildin til minnis um umvending Paulusar á leiðini til Damaskus í árinum 36. Á pálsmessu koma súlan og lomvigin at landi. Súludagurin er hátíðardagur í Mykinesi, og í eldri tíðum varð dansað har henda dagin. Erlendur biskupur var bispvígdur hendan dagin í 1269. 90 Føðingardagur Fríggjadagin 26. januar verður Virgar Frýdal, Tórshavn (ættaður av Velbastað), 90 ár. Hann er burturstaddur føðingardagin. 95 ára føðingardagur 2. februar fyllir Sofie Sevdal í Fuglafirði, vanliga nevnd Fía á Regni, ættað úr Leirvík 95 ár. Føðingardagurin verður hildin hjá dóttrini Oslu Sevdal á Kambsdali, leygardagin, 27. januar frá kl. 16 til 21. 22. januar 1977 fór nýbygn­ ingur nr. 22 av bakkastokki á Tórshavnar Skipasmiðju. Talan var línu og frysti­ skipið »Váðasteinur«, sum Johan Simonsen í Havn lat byggja. Tað var kona Johan Simon­ sen, Sigrid, sum doypti skip­ið. 17. mars 1977 var »Váðasteinur« sín fyrsta royndar­túr. »Váðasteinur« er 39 m langur og er merktur 310 tons brutto. Byggiprísurin var umleið 8 milliónir krónur. Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1977 Fyri 30 árum síðan: Váðasteinur av bakkastokki Sigrid Simonsen doypir »Váðastein«, meðan Johan Simonsen, skipari, og Kjartan Mohr frá Skipasmiðjuni eygleiða »Váðasteinur« fór sín fyrsta royndartúr 17. mars 1977 Laila Monika Hjelm í Klaks­ vík gjørdist hepni vinnarin av 10 kassum við Faxe-Kondi sodavatni í jólakappingini í Sosialinum. Laila Monica, sum fyllir 13 ár í februar, gongur í Ósáskúlanum í Klaksvík. Hon er sera áhuga í djórum, og heima hevur hon fimm hamstarar, sum hon fegin vildi vísa Sosialinum, tá vit komu við vinningunum. Laila Monika er sera aktiv í flogbólti og spælir hon horn í hornorkestrinum. Sum nógv onnur ung í Klaks­ vík er hon eisini virkin í Virkis­húsinum, men hon skift­ur eisini eitt sindur ímillum undómsarbeiði í sam­k­omunum Betesda og Emmaus. Jólakappingin hjá Sosialinum: Laila vann tað heila Laila Monika Hjelm í Klaksvík gjørdist hepni vinnarin av 10 kassum við Faxe- Kondi sodavatni www.sosialurin.fo