Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. januar 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 17 - 24. januar 2007 tíðindi Ummæli eftir Carl Jóhan Jensen Tiltak: Upplestur í Norðurlandahúsinum v/ Tóroddi Poulsen Seinnapartin sunnudagin gekk ein yrkjari fram á gólv at lesa upp úr verkum sínum. Hetta hendi í Kringluni í Norðurlandahúsinum og átti í sjálvum sær ikki at verið tíðindavert. Yrkjarar trína so javnan fram við mis-miklum kurteisi á kaffi­húsum, tilhaldum og bókasøvnum kring landið. Kortini, eitt var sum gjørdi skil millum hendan og ymsar aðrar yrkjarar, sum í hesum døgum leggja blaðteigar, tíðarrit og kjaksíðupláss und­ir seg. Yrkjarin, sum fekk ljóð í Kringluni, var eingin útsíðu-yrkjari, (t.e. ein, sum tunnliga yrk­ir útsíðuna uppaftur á út­síð­uni av onkrum, sum varð yrkt undir kendum nøvnum í øðrum londum fyri einum mansaldri ella longur síðani). Nei. Hetta var yrkjari í orðsins sonnu merking, eitt skald, sum ikki bert skavar í alskyns útsíður (grót, kopar, við o.a.), men eisini leitar afturundir út­síð­ ur (í samfelagnum sum í tilveruni sum heild) og fim­liga dugur at skjóta seg niður í málið, djúpt, og lyfta upp í ljósmálan tey fjølmongu brigdi, tvør­sagnir og undarligu skiftingar, sum tilsamans gera okkara føroyska og felags­mennaskjansliga sam­ tíðar­tilvit. Stutt sagt her var Tóroddur Poulsen komin eitt rend heim á klettarnar úr útisetuni í Keypmannahavn. Tað er, sum onkur av áhoyr­arunum í Kringluni tók til aftaná, í sjálvum sær ein rár hending, ja mest sum ódømi, at ein føroyskur yrkjari (óhjálptur av alskyns el-bornum kling- og klangi og/ella uppvørpu-pretum) skal kunna lesa úr egnum verkum í úti við ein tíma uttan at elva hjástøddum eitt einasta geisp, ja enntá fáa fólk at flenna. Tóroddur Poulsen las úr fýra seinastu bókum sín­ um: Svøvnlendingur rætt­­ar kumpass (2003), Eygna­ mørk (2004), Morgun­bók­ in (2005) og Hvat hevði Munch verið utt­an Dup­ ultkvartettina í Ebe­nezer (2006). Sum upplesari hevur Tór­­oddur sama lagið á sum tá ið hann yrkir (ja, tú fært mestsum varhugan av, at hann yrkir tekstirnar so hvørt sum hann lesur teir). Upplesturin hevur ein óbundnan dám, ið hálva­ vegna minnir um Kingo- sang (t.e. ektaðan Kingo­ sang sum Carl Julian Svaba lýsir hann í ferðasøgu síni úr Føroyum um 1830 og seinni Viderø). Upplesturin legst á sansir og sinnið sum gráðar á vatn ein hálvvindsaman dag. Gáloysin og óspektur. Kemur ymsar vegir í mis­ longum, misskjótum sveip­um. Summir dimm­ ari enn aðrir. Men hóast hann at hoyra til er aga­ leysur samsvarar hesin upp­lestrarhátturin væl við yrkingarnar, lopini í tekst­ til­gongdini, skiftini í hug­ lag­num, ta tvørvendu skil­ vísina (ið leingi hevur verið eitt meginstíleyðkenni í tekstunum) og ikki minst humorin (sum ikki fer verri av, at Tóroddur tekur sær fyri at herma viðhvørt, eitt nú tá ið hann las yrkingina Pseudsider (lesarin kann sjálv­ur ætla, hvørjum ið hermt varð eftir)). Samanumtikið kann sig­ ast um tiltakið í Klingr­ uni sunnudagin, at Norð­ urlandahúsið skamm­leyst kann skipað fyri fleiri slík­ um upplestrum, um upp­ lesararnir verða valdir við sama ansi fyri dygd, sum tað hevur hepnast at gera hesa ferð. Spyrst so livst (Til teirra sum hava høv­ uðbrýggj av spurninginum í yvirskriftini. Eitt møguligt svar kundi verið: Sex-tett) Hvat hevði Dupult­kvartettin verið uttan Tórodd? Tóroddur Poulsen lesur upp egnar yrkingar Mynd Jan Müller Tað besta sjálvir Norska oljuvinnan hevði væntað sær at fáa nógv burtur úr teimum stóru russisku olju- og gassleiðunum í Barentshavinum, men nú siga russar, at teirra egnu, almennu feløg, Gazprom og Rosneft, skulu hava tey bestu økini. Norski oljumálaráðharrin, Odd Roger Enoksen, sigur seg kortini hava vónir um, at norsk oljufeløg kunnu fáa ein fittan bita burtur av russisku olju- og gassleiðini, sjálvt um russar ætla sær sjálvum tey bestu økini. Kvinnur í nevnd Alt fleiri kvinnur verða valdar í nevndir í Noregi. Kortini er tað ein sannroynd, at tað eru tey almennu feløgini, sum gera mest fyri at halda lógargreinina, sum sigur, at minst 40 prosent av nevndarlimunum skulu vera kvinnur. Av teimum 375 almennu feløgunum hava 315 ella 84 prosent minst 40 prosent av kvinnum í nevndunum. Samstundis vísa hagtølini, at í meðal eru kvinnurnar seks ár yngri enn menninir, sum tær sita í nevnd saman við.