mikudagur 24. januar 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 24. januar 2007
15
tíðindi
Garnaskipið Drelnes
hjá Gudmundi
Mortensen,
sum fór á land á
Trongisvágsfirði
herfyri, er farin aftur
til fiskiskap. Skipið er
umvælt á Tórshavnar
Skipasmiðju, og sum
skilst, var skaðin ikki
so umfatandi, sum
menn stúrdu fyri
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað hevur gingið væl hjá
garnaskipinum
Drelnesi
at fiska, síðan Gudmund
Mortensen keypti skipið,
ið er fyrrverandi Jónrit og
Akraborg.
10 mans eru við skipi
num, og skipari er Janus
Sørensen.
Nú skipið loysti aftur
týskvøldið, er manningin
hin sama, sum var umborð
vanlukku túrin, tá ið teir
fóru av Tvøroyri og skuldu
út at draga gørnini, men
endaðu uppi á eystara armi
á Byrgishavn.
Gudmundur Mortensen,
reiðari, sigur, at skipið er
umvælt á Tórshavnar Skipa
smiðju, og at skaðin tíbetur
ikki var so umfatandi, sum
menn stúrdu fyri.
Sum skilst, kostar umvæl
ingin nakrar hundrað túsund
krónur, men aftrat hesum
kemur so mista fiskitíðin.
Góð inntøka
Tað var 1. juni í 2006, at
Gudmundur Mortensen yvir
tók Drelnes, sum tá kallaðist
Jónrit og var heimahoyrandi
á Strondum.
Síðan 1. juni í fjør hev
ur Drelnes gjørt 20 túrar
á garnaveiði, og hetta
tíðarskeiðið hevur mann
ingarparturin verið slakar
300.000 krónur. Ella sagt
á allan hátt hevur daglønin
hjá teimum, sum hava verið
við skipinum hesar 175 dag
arnar, verið 1696 krónur.
Tað er ófør inntøka.
Daglønin umborð á Jón
rit, sum skipið kallaðist
fram til 1. juni 2006, var
1564 krónur.
Tølini siga okkum, at
skipari og manning einki
hava at skammast yvir, tá
ið ræður um fiskiskap og
inntøku.
Sýslumaðurin í
Suðuroy, Sommer
Joensen, váttar, at
onkur av manningini
umborð á Drelnesi
hevði promillu í
blóðinum, tá ið skipið
fór á land herfyri
Drelnes-málið
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sýslumaðurin í Suðuroy,
Sommer Joensen, sigur,
at enn hevur eingin sjófrá
greiðing verið í Drelnes-
málinum, men hann vátt
ar, at biðið er um sjófrá
greiðing.
- Tað eru ávísir partar í
einum slíkum máli, sum
kunnu biðja dómaran um sjó
frágreiðing, og í hesum føri
num havi eg skilt, at reiða
ríið og tryggingarfelagið
eru samd um at biðja um
sjófrágreiðing.
Sýslumaðurin veit ikki at
siga, nær sjófrágreiðingin
verður, men tað verður so í
nærmastu framtíð.
- Verður sjófrágreiðingin
her suðuri, setir dómara
skrivstovan seg í samband
við okkum, men tað kann
eisini verða, at frágreiðingin
verður givin í Havn.
”Separat” mál
Sommer Joensen sigur, at
arbeiðið, sum løgreglan
ger, tá ið slíkt hendir, sum
so einki hevur við sjálva sjó
frágreiðingina at gera, men
tað tilfar, sum løgreglan
hevur í málinum, verður
lagt við málinum.
- Vit gera okkara kann
ingar, men tað, sum vit gera
og tað, sum sjórætturin
kann gera, koyrir ”separat”,
sum sýslumaðurin tekur til.
Hann vísir á, at tað í
seinasta enda er Skipaeftir
litið sum avger, um reglur
eru brotnar, og um nakar skal
ábyrgdast eftir sjólógini.
Er løgreglufrágreiðing í
málinum, verður hon sum
nevnt løgd við.
- Tað henda nógvir
smærri og størri skaðar
í skipavinnuni millum ár
og dag. Tað er ymiskt,
hvussu hesi málini verða
avgreidd, og tað eru eisini
mál, sum verða avgreidd
– uttan, at biðið verður um
sjófrágreiðing, sigur sýslu
maðurin.
Promilla
Sommer Joensen váttar
yvirfyri Sosialinum, at
blóðroyndir, sum løgreglan
syrgdi fyri vórðu tiknar,
eftir at Drelnes var farin
á land, vísa, at onkur av
manningini hevði promillu
í blóðinum.
Sýslumaðurin vil tó ikki
siga meira um ítøkiliga
málið, men leggur aftrat,
at royndirnar vísa, at grund
arlag er fyri víðari kann
ingum av hesum málinum.
Eivør á Celtic Connection
Alt fleiri fólk leggja í hesum døgum merki til tað, ið føroyingar
hava vita síðan 1999, Eivør hevur eina fantastiska songrødd.
Í annað kvøld og kvøldið eftir fer hon annað ár á rað á pallin
á risastóra Celtic Connection tiltakinum. Eivør spælir í annað
kvøld saman við alternativa bluegrass bólkinum Crooked Still á
Venue ABC og fríggjakvøldið er Eivør sjálv á The Royal Concert
Hall í Glasgow. BBC plagar at senda frá tiltakinum og í fjør
sóu fleiri milliónir bretar framførsluna hjá Eivør 3 ferð á stóru
sjónvarsprásini.
G! Festival og Intrum
skriva undir sáttmála
G! Festival hevur fingið nýggjan samstarvsfelaga í Intrum. Hetta merkir
at fíggjarligu viðurskiftini vera betur skipaði frameftir. G!Festivalurin
skrivar, at endamálið er at fáa munadyggari og smidligari skipan í
samband við innheinting av útistandandi ogn. Hetta skuldi havt við
sær, at meiri orka kann brúkast til kjarnuøkini hjá G!, meðan Intrum
yvirtekur uppgávur innan síni kjarnuøki. Eisini Intrum gleðist um
sáttmálan við tað, sum felagið kallar Føroya besta festival.
fs
Eingin sjófrágreiðing verið enn
Drelnes er aftur á garnaveiði, og
manningin er hin sama, sum undan
hendingini, tá ið skipið fór á land í
Byrgishavn. Síðan 1. juni 2006 hevur
daglønin umborð verið slakar 1696
krónur, og manningarparturin seinastu 7
mánaðirnar av 2006 tískil slakar 300.000
krónur
Drelnes aftur
á garnaveiði
Blóðroyndir, sum løgreglan syrgdi fyri vórðu tiknar, tá ið
Drelnes fór á land, vísa, at onkur av manningini hevði
promillu í blóðinum. – Hetta gevur grundarlag fyri víðari
kanningum, sigur Sommer Joensen, sýslumaður í Suðuroy