mikudagur 24. januar 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 17 - 24. januar 2007
tíðindi
Áhugatímar til
foreldrini og tiltøk
til børn og ung verða
á afturvendandi
familjulegunum í
Nesvík
NESVÍK
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Vikusiftini 16.-18. februar
og 23.-25. februar skipar
familjunevndin hjá Heima
missiónini fyri familjulegu
í Nesvík.
Familjulega verður hildin
tvær til tríggjar ferðir um
árið. Vanliga eru tvær legur
í februar mánað og ein fyrst
í august mánað. - Legurnar
verða vanliga væl vitjaðar
og eru sera væl dámdar,
siga fyrireikararnir.
Familjuhugni
– Á familjuleguna koma
fólk úr øllum landinum. Tí
er legan eisini eitt gott høvi
hjá til dømis bindiklubbum,
starvsfelagum, ella hjá
vinfólki, sum búgva langt
frá hvørjum øðrum, at hittast
og vera saman í nakrar
dagar, siga fyrireikararnir.
Áhugatímar
Hesaferð
verða
tveir
áhugatímar á skránni á
hvørjari legu. Fríggjakvøld
koma umboð úr Blákrossi
at tosa um ein góðan
uppvøkstur – um tað at
seta mørk hjá børnum
og ungum. Umboðini frá
Bláakrossi hava saman
við øðrum luttikið á fleiri
vælumtóktum
foreldra
fundum hjá barnagørðum
og skúlum í vetur. Leyg
armorgun kemur Bergur
Debes Joensen at hava
áhugatíma um ymiskleikan
millum kynini við heit
inum »so ymisk og tó«.
Barnaansing er til áhuga
tíman
leygarmorgun.
Aftaná áhugatímarnir verð
ur møguleiki til kjak og
spurningar.
Tiltøk til børn og ung
Í fleiri ár hava familju
legurnar havt væleydnaðar
hugnaløtur fyri ung um
kvøldi.
Hesar
eru
nú
útbygdar soleiðis, at sam
stundis, sum tey ungu
hittast, so hittast tey 8-12
ára gomlu eisini til sína
egnu hugnaløtu. - Til hesar
hugnaløtur
koma
fólk
uttanífrá leguni at hava
hugnaløtu, og eisini fáa tey
okkurt gott frá kokkunum,
siga fyrireikararnir.
Príssamhaldsfesti
eyðkennir
familjulegurnar
Familjulegan er serstøk á
tann hátt at tað kostar eins
fyri allar familjur, sama
um ein hevur eitt barn ella
fimm børn. Kostnaðurin er
eisini tann sami um bert
mamman ella bert pápin
fer á familjulegu saman
við børnunum. Hetta er
avgjørt ein fyrimunur fyri
barnríkar familjur, sum
kanska ofta verða noyddar
at setast aftur tí kostnaðurin
blívur ov høgur. Endamálið
við hesum er eisini at øll
familjan skal koma á legu,
eisini páparnir.
Fyrireikari av familjuleg
uni er familjunevndin hjá
Heimamissiónini.
Stórur áhugi fyri búseting
í Ánunum
Av teimum 15 húsunum, sum verða bygd í Ánunum
við Klaksvík, er meginparturin longu seldur. Tað er
SP/F JFT Connector stendur fyri byggiætlanini, og á
kunningarkvøldi í El-In í Klingrugarði í kvøld fara
umboð fyri byggifyritøkuna at greiða frá henni. Umboð
fyri Eik fara eisini at greiða frá fíggingarmøguleikum,
og húsameklarafelagið Inni, sum stendur fyri søluni av
húsunum, verður eisini við. Arbeiðið í Ánunum er longu
farið í gongd, og síðstu húsini verða liðug í august í ár.
Koyrikortið kann vekslast í Onglandi
Vinnumálaráðið hevur í samstarvi við Akstovuna fyrireikað føroyska umsókn til
bretsku koyrikortmyndugleikarnar, DVLA, og hesir hava nú boðað frá, at umsóknin
er gingin á møti, og at neyðugu skjølini eru undirskrivað av ráðharranum. Hetta
merkir, at føroyingar í Stóra Bretlandi uttan víðari kunnu umbýta eitt føroyskt
koyrikort til vanligan persónbil (bólk B) til eitt samsvarandi bretskt koyrikort.
Hetta verður væntandi ein stórur lætti hjá føroyingum, sum velja at búseta seg í
Stóra Bretlandi í styttri ella longri tíð. Vinnumálaráðið ætlar saman við Akstovuni
at nýta bretsku góðkenningina til eisini at fáa umbýtisrætt í øðrum londum, har
hesin møguleiki ikki er til staðar í dag. Viðgerðin í Stóra Bretlandi hevur víst seg at vera drúgv, og tí ber ikki til at siga,
nær komið verður á mál í øðrum londum, har føroyingar búsetast og starvast.
Familjulega í Nesvík
Melodiski og varierandi
tungmálms bólkurin Nátt úr
norður- og eysturoyggjum,
hevur nú fingið síðu á
portalinum myspace.com.
Bólkurin Nátt bleiv stovn
aður í Januar 2006, og er so
at siga enn í byrjunarstøði.
Limirnir
eru
í
løtuni
upptiknir við skúlagongd,
men hóast hetta hittast
teir javnan at skriva løg
og venja saman. Bólkurin
luttók í GBOB kappingini
í fjør, har teir fingu góða
móttøku, tó uttan at at
sleppa finaluna.
Á
Myspace
síðuni
hjá
bólkinum,
ber
til
at hoyra trý nýggj løg,
sum sambært limunum
vísa á eina framgongd
í
sangskrivingini
hjá
bólkinum. Teir lýsa tónleikin
sum eina samanrenning
av Metal og Thrash við
melodiskum vendingum.
Vitja bólkin á http://www.
myspace.com/nattband
fs
Nátt á Myspace