mikudagur 24. januar 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 17 - 24. januar 2007 ]
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Danir eru snøgt sagt ov óstøðugir. Teir kunnu til tíðir spæla
sera góðan hondbólt, men teir tykjast hava trupulleikar í
bakketuni, og tí eru úrslitini helst eisini ov óstøðug.
- Støðið hevur ikki
verið serliga høgt
í HM enn, men nú
liggja fleiri spennandi
dystir fyri framman,
sigur Hans Holm.
Hann heldur eisini,
at bæði Danmark og
Ísland eru ov óstøðug
til at røkka allan
vegin í HM
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Vit eru farnir ein túr niðan
í J. H. Schrøtersgøtu at
vitja fyrrverandi formannin
í hondbóltssambandinum,
Hans Holm. Inni í stovuni
er sera hugnaligt. Ein horna
sofa við einum borði, fleiri
málningar
á
vegginum
og so eitt stórt sjónvarp
mitt á gólvinum, sum vísir
støðurnar í heimsmeistara
skapinum í hondbólti hjá
monnum.
Júst heimsmeistaraskapið
er grundin til, at vit eru
farnir at vitja Hans henda
kalda týsdagin mitt í januar.
Hann hevur nevniliga játtað
at geva sítt íkast til kjakið
um HM-endaspælið í mans
hondbólti.
Spennandi
dystir í væntu
Hans Holm sigur, at hann
hevur fylgt við í hondbólti
í nógv harrans ár. Hann
roynir eisini at fylgja við
enn, og í hesum HM-enda
spælinum hevur hann sæð
onkran dyst, sum er blivin
vístur í donskum sjónvarpi.
Hann heldur tó ikki, at
HM veruliga er komið í
gongd enn.
- Støðið hevur ikki verið
serliga høgt í kappingini
enn. Fyrsti heilt góði dyst
urin, sum eg sá, var dysturin
millum Týskland og Pólland
mánakvøldið, og undan hes
um hevði verið so sum so
við góða spælinum. Nú
liggur millumspælið tó fyri
framman, og hesum bíði eg
spentur eftir, tí tá vera fleiri
spennandi dystir í væntu.
Danmark og Ísland
ov óstøðug
Vit spurdu síðani Hans, hvat
hann væntaði av granna
londum okkara, Danmark
og Íslandi. Hann sigur seg
ikki vænta tað heilt stóra.
- Danir eru snøgt sagt ov
óstøðugir. Teir kunnu til tíðir
spæla sera góðan hondbólt,
men teir tykjast hava trupul
leikar í bakketuni, og tí
eru úrslitini helst eisini
ov óstøðug. Eisini Ísland
er heldur óstøðugt. Eg
kenni ikki so nógv til teir,
men úrslitini vísa at liðið
manglar stabilitet.
Annars leggur hann aft
urat, at hann væntar sera
nógv av Fraklandi, sjálvt
um teir taptu stórt fyri
Íslandi í seinasta dystinum
í innleiðandi unfarinum.
Hann heldur, at franskmen
hava gott fólk á øllum pláss
um, og so hava teir eisini
profilar, sum kunnu taka
ábyrgd, tá á stendur. Her
nevnir hann unga vinstra
bakkin, Nikola Karabatic,
sum hann metir vera ein
av heimsins allarbestu hond
bóltsleikarum.
Ongan yndisleikara
At enda segði Hans Holm,
at honum ikki dámar væl at
velja ein yndisleikar.
- Eg havi ongan ávísan
yndishondbóltsleikara.
Mær hevur ongantíð dámt
hetta við at kjósa ársins
verjuleikara, ársins áleyp
ara, ársins spælara og so
víðari, tí at eg haldi, at
liðið hevur størri týdning
enn einstaki spælarin. Tó
skal eg leggja afturat, at
tað finnast nógvir óvanliga
góðir hondbóltsleikarar í
heiminum.
Millum leikararnar, sum
Hans Holm tekur fram um,
er m.a. Nikola Karabatic
hjá Fraklandi, men til síðst
legði hann afturat, at hon
um dámdi sera væl donsku
vergurnar.
- Donsku vengurnir eru
ótrúliga stuttligir at hygga
eftir. Teir skora mest sum
hvøja ferð teir koma leysir,
og tí má eg siga, at teir
eisini mugu metast at vera
millum bestu leikararnar,
allir sum ein.
Leikararnir hjá
Kyndli biðja nú
um eina almenna
umbering fyri
at hava tikið
sínar leikarar av
manslandsliðnum í
hondbólti
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
16. desember var ítróttar
høllin á Hálsi karmur um
seinasta dystin í grund
spælinum í hondbólti hjá
monnum. Her møttust tey
bæði havnarliðini, Neistin
og Kyndil, og tann dyst
urin endaði í einum øgi
ligum ruðuleika. Endin av
tí heila var, at kappingar
nevndin hjá hondbólts
sambandinum gav Hans
Áka Dal Christiansen leik
bann í tríggjar dystir.
Henda revsingin hóvaði
ikki Kyndli. Teir valdu
at kæra málið víðari til
dómsnevndina, men í
sama viðfangi valdu leik
ararnir at taka seg av mans
landsliðnum í hondbólti.
Ætlaðu ikki at
ávirka landsliðið
Seinni valdi dómsnevnd
in hjá hondbóltssamband
inum at ógilda dómin hjá
kappingarnevndini orsaka
av álvarsligum formligum
feilum í málsviðgerðini.
Sostatt var lok nú lagt á
málið um Hans Áka Dal
Christiansen.
Landsliðsvenjarin, Birg
ir Hansen, var tó ikki glað
ur fyri, at Kyndil hevði
blandað landsliðið uppí
málið, tí hetta hevði jú
einki við landsliðið at
gera. Hann segði, at um
tað stóð til hann, so fingu
allir leikararnir hjá Kyndli
leikbann frá landsliðnum.
Nú vilja kyndilsleikar
arnir tó biðja um eina
almenna umbering til
landsliðið. Teir siga, at
ætlanin var ongantíð at
lata hetta mál ávirka lands
liðið.
- Avgerðin var heldur
brá. Vit áttu at bíða, til
dómsnevdin hevði tikið
sína avgerð í málinum,
áðrenn vit gjørdu nakað
slíkt, siga leikararnir hjá
Kyndli.
Nú er spurningurin,
um landsliðsvenjarin og
hondbóltssambandið
í
felag fara at taka umbering
ina frá kyndilsleikarunum
til eftirtektar, ella um tey
enn ætla at revsa avgerðina
hjá leikarunum.
Nú byrjar HM
Kyndil hevur biðja um eina umbering til landsliðið, eftir at
teir valdu at taka sínar leikarar av landsliðnum
Umbering
frá Kyndli
Hans Holm væntar ikki, at Danmark og Ísland fara at røkka so langt í HM, tí hann metir, at
liðini eru heldur óstøðug.
Mynd: Álvur Haraldsen