mikudagur 24. januar 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 17 - 24. januar 2007 ]
Hussein Ali Zaky
er ein av bestu
hondbóltsleikarum
í heiminum.
Egyptaland er longu
sligið út úr HM, men
Zaki setti síni spor í
endaspælinum við 18
málum
PROFILUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
»Gimsteinur frá Nilen«
bleiv hann róptur, tá hann
tók hondbóltsheimin við
stormi til HM-endaspælið
í Fraklandi í 2001. Hussein
Ali Zaki frá Egyptaland var
ein fragd fyri eyga, og hann
var ikki minst maðurin
aftanfyri fantastiska úrslitið
hjá Egyptalandi hetta árið.
Heilt óvæntað sló Egypta
land russiku bjørnina út
í fjórðingsfinaluni, men
longri komu teir ikki. Teir
endaðu á einum 4. plássi í
HM, men ein nýggj stjørna
var fødd.
Zaki slapp ikki
til Evropa
Zaki, sum hann vanliga
verður nevndur, er ein
av teimum fáu hondbólts
spælarunum, sum kunnu fáa
áskoðarar at gloyma alt um
støðuna í einum dysti. Hann
kann bergtaka áskoðarar í
ein sovorðnan mun, at teir
bert sita og hyggja eftir
elegantu kropsfintunum,
góða hondbóltseyganum,
og ótrúliga skotinum egypt
iska spælskiparanum.
Eftir
HM-endaspælið
í Fraklandi fingu fleiri
evropeisk stórfeløg eyguni
upp fyri tá 21-ára gamla
spælskiparanum. Stórfeløg
úr Týsklandi og Spania
stóðu á rað fyri at tryggja
sær undirskriftina hjá Zaki,
men ikki bar til at fáa fatur
á honum, tí egyptar sluppu
ikki úr landinum, fyrrenn
teir vóru 28-ára gamlir.
Tí mátti Zaki bíða við
sínum evropeisku ævintýri,
men ikki gekk long tíð.
Týðandi egyptiski hond
bóltspresidenturin
fekk
bent reglurnar so mikið,
at
egyptiskir
leikarar
sluppu út í heim at spæla
hondbólt
undan
næsta
HM-endaspælið, sum var í
Portugal 2003.
Zaki valdi at halda
fram í spanska felagnum,
Ciudad
Real,
so
nú
gekk leiðin til Spania.
»Gimsteinurin«
steðgaði upp
Í Ciudad Rela gekk tó einki
serligt hjá Zaki. Hann fekk
ongantíð gongd á spælið,
og um somu tíð bleiv hann
ógreiður við venjaran á
egyptiska landsliðnum, týsk
aran Jürg-Uwe Lommel.
»Gimstienurin frá Nilen«
var steðgaður upp á síni
yrkisleið, og framtíðin hjá
unga egyptanum sá ikki
serliga ljós út.
Nú er Zaki tó við at
koma í gongd aftur. Gamli
venjarin, Zoran Zivkovic,
er aftur venjari á egyptiska
landsliðnum, Zaki hevur
skift tilveruna í Ciudad
Real út við eina tilveru í
Aragon, og nú byrjar spælið
spakuliga at hanga saman
aftur.
Tíverri fyri hondbólts
áhugaði
eru
Zaki
og
Egyptaland sligin út í
HM-endaspælinum, men
»gimsteinurin« er neyvan
liðugur at bergtaka fólk, tí
hann er hóast alt bert 27
ára gamal.
- Sum menniskja
og landsliðsvenjari
haldi eg, at man
skal taka ímóti eini
slíkari umbering.
Orðini eigur
landsiðsvenjarin í
hondbólti, Birgir
Hansen, sum sigur,
at kyndilsleikararnir
skulu vera vælkomnir
aftur á landsliðið
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Fyri trimum vikum síðani var
landsliðsvenjarin í hondbólti,
Birgir Hansen, knívskorin
í sínum holdningum til
landsliðsavboðini
frá
kyndilsleikarunum. Hann
segði, at stóð tað til hann, so
skuldi ein slík avgerð revsast
við einum leikbanni til allir
kyndilsleikararnar, sum
meldaðu avboð til landsliðið,
eftir at kappingarnevndin
hjá hondbóltssambandinum
hevði dømt Hans Áka Dal
Christiansen leikbann í
tríggjar dystir.
Sleppa aftur á
landsliðið
Birgir Hansen sigur seg
fegnast um, at leikararnir
hjá Kyndli hava sæð í eyguni
tað stóra mistak, sum teir
gjørdu, tá teir valdu at taka
leikararnar av landsliðnum.
– Teir innrømma, at
teir hava gjørt ein feil.
Teir biðja um umbering
fyri henda feilin, og nú
haldi eg, at vit skul taka
umberingina frá teimum til
eftirtektar. Stendur tað til
mín, so er hetta málið nú
nullstillað, so eg kann siga,
at kyndilsleikararnir eru
tøkir aftur til landsliðið.
Landsliðsvenjarin leggur tó
afturat, at hann var als ikki
glaður um avgerðina, sum
leikararnir hjá Kyndli tóku,
eftir at kappingarnevndin
hevði
givið
honum
leikbann.
- Eg var ótrúliga irriteraður,
tá eg fekk boðini, og eg
má siga, at eg eri enn eitt
sindur argur um, at teir valdu
at blanda landsliðið uppí
málið. Sum menniskjað og
landsliðsvenjari haldi eg tó,
at man skal taka ímóti eini
slíkari umbering, sum tí,
sum Kyndil nú biður um.
Ikki stórt úrval
Ein
trupulleiki
hjá
landsliðsvenjaranum er tó
eisini úrvalið, sum hann
hevur at velja ímillum av
føroyskum leikarum.
– Leikaratilfeingið er ikki
tað allarstørsta í Føroyum,
og vit vilja sjálvsagt stilla
við sterkastu uppstilling,
tá landsliðið endiliga skal
í dyst. Tí hava vit eisini
brúk fyri, at hava allar
leikararnar hjá Kyndli tøkar
til landsliðið, tí onkur teirra
byrjar jú eisini inni.
Undurbarnið frá Egyptalandi
Føddur: 01. mars 1979
Stað: Alexandria, Egyptaland
Hædd: 190 cm
Vekt: 85 kg
Lið: Aragon
Pláss á vøllinum: Miðja
FAKTA
11 føroyskir rógvarar til NM
Sjey føroyskir rógvarar megnaðu at rógva seg til NM-kappngina, tá RSF hevði
úttøkukapping á Giljanesi. Hartil hava eisini fýra onnur føroysk róðrarfólk lokið
krøvini, so hesi eisini eru partur av kappingini. Tey ellivu, sum taka lut í kappingini,
eru hesi:
Gerda Olsen (13-14 ár), Lis Elin Weihe Nielsen (15-16 ár), Karl Danielsen og Beinir
Danielsen (19-22 ár), Súsanna S. Sørensen og Katrin Olsen (opin bólkur, kvinnur
lættvekt), Sigurd Nordendahl og Lars Abrahamsen (opin bólkur, menn lættvekt), Uni
Oknadal og Búgvi Poulsen (veteranar, lættvekt) Og Heini Hátún, sum skal kappast í
opna bólkinum fyri veteranar.
Stjørnan er í finaluni
Alt skal ganga skeiva vegin hjá Stjørnuni, um tær ikki skulu
røkka steypafinalunum í kvinnuhondbólti. Hóskvøldið taka
tær ímóti Neistnaum, og í fyrru hálvfinaluni var eingin
slingur í stjørnuvalsinum. Henda dystin vann Stjørnan við
16 málum, og tí hava liðini bara æruna at spæla fyri henda
dagin. Stjørnan hevur meir enn annað beinið í finaluni, og
ilt er at ímynda sær, hvussu Neistin fer at megna at seta seg
upp til ein slíkan dyst, har tær slett yvirhøvur einki hava at
spæla um.
Kyndilsleikarar aftur á landsliðið
Mynd: Heini
Mynd: www.drekin.fo
»Gimsteinurin frá Nilen« er longu saman við sínum egyptisku liðfeløgum sligin út úr HM, men hondbóltsáhugaði kunnu vænta
nógv av Zaki í framtíðini
Mynd: Scanpix