Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. januar 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2940,- prísir úr Reykjavík 3605,- Keypmannahavn prísir úr VIKUSKIFTISFERÐ VIKUSKIFTISFERÐ Freistin at atkvøða er úti á miðnátt Seinastu vikurnar hava lesarar av Planet.fo á tlf. 1930 givið sína meining, um hvør skal vinna hvørja planet. Freistin at verða við í avgerðini og í kappingini um góðu vinningarnar er úti á miðnátt í kvøld, mikukvøldið Síðan 5. januar hava lesarar á Planet. fo atkvøtt millum tey tilnevndu til ársins planet heiðurslønir, ið verða avdúkaðar leygarkvøldið. Enn ber til at atkvøða, men á miðnátt mikukvøldið er freistin úti. Ein serlig dómsnevnd hevur nú latið sínar atkvøður inn. Limirnir í dómsnevndini hava hvør í sínum lagi atkvøtt millum tey fimm nøvnini, ið eru tilnevnd til hvørja planet, og teirra samlaðu atkvøður telja helmingin av endaliga úrslitinum. Innkomnu SMS atkvøðurnar telja hin helmingin. Tá freistin at atkvøða er av, verða atkvøðurnar hjá fólki og dómsnevndini taldar saman til eitt endaligt úrslit, sum verður almannakunngjørt á Planet Awards á Hotel Føroyum. Fyri at atkvøða send eini sms boð til 1930, við koduni, ið stendur aftan fyri tað navnið, ið tú vilt atkvøða fyri. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kalli kunnu luttaka. Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakastinum um góðu vinningarnar. Planet Awards Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo