mikudagur 24. januar 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
200 er í løtuni Føroya besti bólkur,
henda heiður fingu teir á Planet
Awards í fjør, og í øllum førum inn-
til leygarkvøldið, eiga teir hetta hei-
tið. Bólkurin er aftur í ár í uppskoti
til somu planet, og hava tí møgulei-
ka at halda fast í heitinum. Tí er tað
heldur ikki undrunarvert, at bólkurin
verður millum teir, ið spæla á
ársins veitslu á Hotel Føroyum ley-
garkvøldið.
Føroyskur punkútflutningur
Onnur enn føroyingar hava lagt til
merkis dygdirnar hjá 200. Í næstum
spælir bólkurin 2 konsertir í Noregi
og eina á Christiania.
Konsertin hjá 200 á Christiania er á
legendariska spælistaðnum
Loppen. Hetta spælistað hava teir í
200 áður vitjað sum partar av bólki-
num Mold.
Størsta skandinaviska
tónleikamessa
Konsertirnar í Noregi eru í samban-
di við størstu skandinavisku tón-
leikamessuna BY:Larm, sum í ár
verður hildin í Trondheim. Umframt
200 spælir eisini Eivør Pálsdóttir á
By:Larm. Eivør vann heiðurin ársins
songkvinna á Planet Awards í fjør
og er í uppskoti til sama heiður í ár.
By:Larm er eitt slag av messu, har
almennar tónleikaframførslur verða
sameindar við viðkomandi fyrile-
strum, seminarum og kjakfundum,
ið eru fyri messugestirnir.
Tónleikaprofilurin er í stóran mun
norðurlendskir bólkar, ið bjóða
umheiminum av.
Ætla at vitja øll norðurlond
Niels Arge Galán sangari og gittar-
leikari í 200 segði herfyri, at bólku-
rin vónar at framføra í flest øllum
Norðurlondum í 2007. Tað er eingin
ivi um, at luttøkan á By:Larm kann
hjálpa við at røkka hetta mál.
Umheimurin elskar 200
Framførslur á Iceland Airwaves,
Nipiaa Rockfestival, í Nasa í
Reykjavík, Roskilde Festivalinum,
Nordatlantisk Musikfestival, á Spot
Festivalinum og í handlinum hjá 12
Tónum í Keypmananhavn, í Vega í
Keypmannahavn hava longu sann-
ført nógv útlendsk oyru um, at føro-
yskur punk/rokkur er nakað heilt
serligt. Við stórum og víðagitnum
bookingarfelag í rygginum er bólku-
rin vorðin eitt av teimum spennandi
norðurlendsku nøvnunum, ið tey
kønu hava eyguni eftir. Við fløguni
Graceland hevur 200 lagt seg eftir
einum altjóða ljóði og umheimurin
elskar tað.
200 út um landoddarnar
Leygarkvøldið er 200
ein av bólkunum, sum
framførur á Planet
Awards, bólkurin er
eisini í uppskoti til
planetina fyri besta
bólk, ein heiður, ið
bólkurin vann í fjør.
Tá ljóðførini eru
pakkaði niður eftir
konsertina, gongur
leiðin uttanlands til
konsertir í Noregi og á
Christiania í februar.
Bryan Rice hevur í nógv ár verið virkin í donskum tónleiki sum kórsangari
og annað. Men á heysti í 2005 kom knappliga ferð á yrkisleiðina hjá
honum. Bryan Rice spældi ein sang inn til filmin Nynnes Dagbog, og tá
Remee frá plátufelagnum Boom! Records hoyrdi Bryan Rice syngja
fyrstu ferð var leyst og liðugt.
- Eg gjørdi sáttmála við hann, uttan at hava hitt hann. Eg kendi hann ikki,
og eingin kendi hann. Hann arbeiddi í móttøkuni á Hotel Scandic, men eg
ivaðist ikki í hansara møguleikum. Tað eru nógv ár, síðani eg havi hoyrt
ein danskan sangara við so stóru altjóða potentiali sum Bryan Rice, sigur
Remee.
Síðani hevur Bryan Rice givið eina fløgu út, og hann hevur havt eitt
risahitt við sanginum No Promises, sum hann sjálvsagt fer at framføra til
Planet Awards leygarkvøldið.
nud
Bryan Rice hevur røddina
Planet Awards
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Føroya Banki, ið er høvuðsstuðul hjá Planet Awards, skipar fyri kapping
í sambandi við Planet Awards, áhugin fyri kappingini er sera stórur.
Í sambandi við Planet Awards skipar bankin á heimasíðu síni fyri eini
spennandi kapping millum tey vitjandi á heimasíðuni. Møguligt er at
vinna ein spildurnýggjan Gretch Electromatic el-gittara við tasku og heili
25 atgongumerki til gallakvøldið 27. januar. Áhugin fyri at luttaka hevur
verið ovurhondsstórum longu nú hava yvir 1000 fólk luttikið í kapp
ingini.
nud
Stórur áhugi í Planet
Awards og gittara