mikudagur 24. januar 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Ílatin til
Hárið
Hárið hjá Henriettu er sett hjá Cos-
meto í SMS. Alma Einarsdóttir setti
tað, hon greiðir frá:
– Kjólin, ið Henrietta skuldi í var
ein gallakjóli við einum eitt sindur
rokkendum dámi. So og royndi at
kombinera rátt og reint, okkurt var
stílfult og okkurt eitt sindur frísut.
Tá tú gert hár til galla er gott at
gera eitt sindur burtur úr, so eg
brúkti hugflogið. Samstundis setti
eg tað upp eitt sindur fríkst, tí hon
er ein ung dama.
Make-up
Make-up hjá Henriettu er lagt hjá Cosmeto við Havnar á. Maria Wilhelmsen
hevur lagt hennara make-up. Hon greiðir frá
- Fyri at leggja eitt haldbart make-up skal húðin vera rein. Til hetta brúkti eg eitt
dagkrem, ið hóskar til húðina, eitt medex produkt. Eg brúkti mineral make-up, av
slagnum Youngblood. Fyrst legði eg eina basu og síðan Foundation, ið ikki tippur
porurnar, hetta eru knúst mineralir. Til eyguni brúkti eg ein svartan eye-liner, og
ein hvítan highlightara við glimmur og djúpt lilla. Eg brúkti eina svarta mascara
og kinnareytt við gullglimmur spjaddum runt í andlitinum. Í eygnakrókin setti eg
ein Rhinstein. Hetta er rættiliga væl umtókt, tá man man fer til veitslu.
Kjólin
Kjólin hjá Henriettu er eitt originalt
Beinta Wilhelmsen snið. Beinta hevur
seinastu árini rikið sín egna handil sum
skræddari í Havn. Hon hevur úr at gera
og sigur, at fólk nógv fólk koma inn
og bestilla kjólar, ið vera sniðgivnir til
teirra.
- Tað er øðrvísi at vera í einum kjóla, ið
er sniðgivin til tín, greiðir Beinta frá og
heldur fram:
- Kjólin, ið eg havi latið Henriettu í er úr
svørtum silki. Hetta er rættiliga vanligt
tilfar til veitslu kjólar. Yvirparturin er eitt
korset við flestum. Flesar eru øgiliga inn
í løtuni. Korsettið gevur góðan facon og
heldur alt uppi á pláss. Niðurdeilurin er
fótsíður við slebi aftan. Eg havi givið henni
eitt lilla silkisjall, hetta frískar upp og riggar
væl, tá tú hevur berar akslar.
Skógvarnir
Skógvarnir hjá Henriettu eru eisini úr han-
dlinum hjá Beintu Wilhelmsen. Hetta eru
Otto et Moir skógvar. Teir eru svartir og lilla.
Beinta greiðir frá:
- Lilla er liturin í løtuni. Hetta passar eisini
saman við slipsinum hjá Alvin. Tað sær gott
út á dansigólvinum og tá tey gera sína entre,
at eitt par passar saman.
Aftur í ár er Planet Awards eitt galla tiltak. Hetta kvøldið
verður sostatt høvið at lata seg úr kovboy buksunum og
lata seg í okkurt eitt sindur meira forkunnugt, pynta sær
hárið og leggja sær sminku. Í samstarvi við Cosmeto,
Beintu Wilhelmsen Design, Hjá Kissa og Bianco skógvar
geva vit her Planet Awards gestunum eitt sindur
av íblástri. Modellirnar Henrietta og Alvin eru klipt,
snøggaði og ílatin til galla.
Orð: Niels Uni Dam, nielsuni@sosialurin.fo
myndir: Álvur Haraldsen, alvur@sosialurin.fo
Henrietta