mikudagur 24. januar 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Hárið
Hárið hjá Alvin er sett hjá Cosmeto í SMS. Bar-
bara S. Joensen setti tað, hon greiðir frá:
- Eg klipti Alvini í einum modernaðum hársniði.
Síðan setti eg tað upp smart, soleiðis at hann
er til reiðar til galla. Til at seta hárið brúkti eg
produktir frá Goldwell, eg blandaði voks og gele
av Wild seriuni saman .
Make-up
Make-up hjá Alvin er lagt hjá Cosmeto við
Havnar á. Maria Wilhelmsen hevur lagt han-
sara make-up og snøggað eygnabrýrnar. Hon
greiðir frá:
- Eg havi rættað eygnabrýrnar, hetta er nakað
sum flestu menn trongja til, tað lættir um
andlitið. Eg geri tær ikki heilt symetriskar,
men rætti tær eitt sindur til. Summir menn
eru sambrýntir og tað kann lætta nógv um,
tá man minkar um tær. Eldri menn kunnu fáa
fleiri ár av tí. Viðvíkjandi make-up, so havi eg
lagt eitt sindur av putur fyri, at húðin skal
gerast einsartað.
Klædningur
Alvin var í einum svørtum Falve klædningi frá
Kissa. Klædningurin er svartur við eini strípu
á men rættiliga klassiskur í sniðinum. Elin
Guttesen hjá Kissa greiðir frá:
- Svart er vorðið uppaftur meira populert
seinastu árini. Vit seldu nógvar av hesum
Falve klædningunum upp til jóla. Tað sum
ger henda klædning serliga væl umtóktan
er, at hann verður seldur buksur og jakki
hvør sær. Klædningar, ið verða seldir sum
ein eind passa ikki altíð til tann sum skal í
hann. Hesin passar altíð. Hann fæst eisini
einlittur svartur. Vit lótu eisini Alvin í eina
hvíta skjúrtu frá Boswell og í eitt lilla silki-
slips.
Skógvar
Skógvarnir hjá Alvin eru frá Bianco Skóm
í SMS. Teir eru svartir við eini gráari
strípu. Hetta eru veitsluskógvar og sera
vælumtóktir í løtuni.
Alvin