Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-24, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. januar 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Guðrið og Jensina ímóti teimum kendu Tríggjar rættiliga kendar føroyskar songkvinnur kappast við tvær minni kendar, men eisini sera dugnaligar songkvinnur, um at vinna Planetina til Ársins songkvinnu Besta songkvinna Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Flestu føroyingar munnu kenna Eivør Pálsdóttir, Lenu Andersen og Mariu Guttesen. Tríggjar sera dugnaligar songkvinnur, sum hava verið líka nógv virknar uttanlands sum í Føroyum seinastu mongu árini. Hinvegin eru Guðrið Hansen og Jensina Olsen ikki eins kend nøvn, men tær eru eisini tvær frálíka góðar songkvinnur, sum serliga hava gjørt vart við seg til live-framførslur ymstaðni í fjør. Tað eru í øllum førum hesar fimm kvinnurnar, sum eru í uppskoti til at vinna Planet-virðislønina sum besta songkvinna. Eivør Pálsdóttir hevði í 2006 sítt helst besta ár nakrantíð, og hóast røddini var strongd móti endanum av árinum, og Eivør nú tekur tað meira róligt eina tíð, er einki at ivast í, at hon er eitt av sterkastu vápnunum hjá føroyskum tónleiki uttanlands. Eivør vann júst hesa Planetina í fjør, og hon má metast at verða favorittur til at endurtaka bragdið í ár – og so er bert at vóna, at hon kann verða til staðar hesaferð, skuldi hon vunnið. Maria Guttesen hevur í nógv ár búð í Danmark, har hon hevur verið virkin í ymsum samanhangum innan tónleik. Hon hevur skrivað, spælt, sungið og givið tónleik út, og í 2006 kundi hon eisini upplivast á palli í Føroyum. Lena Andersen hevur í fleiri ár stremba eftir stóra dreyminum um eina veruliga yrkisleið innan tónleikin uttanlands, og í kjalarvørrinum av hesum liggur nógvur framúr góður popptónleikur. Guðrið Hansen er sangari í bólkinum Isadora and The Rebels, og hon er eitt spennandi nýtt navn í føroyskum tónleiki. Jensina Olsen er nøkur ár eldri enn Guðrið, men hon gjørdi í fjør vart við seg á Singer/ songwriter kvøldunum á Hafnia Lounge, og hon vann hesa kapping. Sterk nøvn í harðari kapping Kappingin um Planetina til besta føroyska bólkin ella einstaklingin er hørð. Fimm góð nøvn bjóða seg fram Besti føroyski Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað er trupult at peika á ein greiðan favoritt til Planetina sum besti føroyski einstaklingur ella bólkur. 200, Týr, Teitur, Høgni Lisberg og Déjá Vú hava øll verið í andglettinum í 2006, og hóast Teitur má metast at hava nøsina frammanfyri hini fýra nøvnini, eru tey tó øll væl við í hesari kappingini. Teitur stendur helst sterkari enn nakrantíð uttanlands, og við sínum seinasta frambroti í Danmark, er hann trupul at koma uttan um í sambandi við hesa virðislønina. 200 hevur verið sera virkin seinasta árið. Punkbólkrin við teimum óskikkiligu tekstunum hevur rættiliga fangað føroysk ungfólk, og við nýggjari útgávu og frálíkum framførslum setti bólkurin tveir feitar strikur undir sítt navn. 200 spældi millum annað á Roskilde Festivalinum, og har vóru ummælini so góð, at nógv av teimum stóru nøvnunum á festivalinum høvdu ilt við at fylgja við. Høgni Lisberg fekk í fjør søluavtalur í fleiri londum, og við framúr góðum framførslum á eitt nú G-festivalinum og á Summar Festivalinum var hann eitt gott ískoyti til føroyska tónleikasummarið. Høgni hevur eisini spælt nógv uttanlands, og hann verður eisini í 2007 eitt spennandi navn at fylgja. Poppbólkurin Déjá Vú vann í fjør føroysku kappingina í Global Battle Of The Bands, og hóast bólkurin ikki kláraði at gera seg galdandi í finaluni í Onglandi, so var bólkurin eitt sera gott umboð fyri føroyskan tónleik. Sveimandi tónleikurin hjá bólkinum hevur verið at hoyrt á nógvum konsertum, og bólkurin mennir seg støðugt við nýggjum tónleiki. Týr hava í fleiri ár verið millum bestu føroysku konsertbólkarnar. Kvæðarockurin fangar bæði ung og gomul, og uttanlands hava tey langt síðani fingið eyguni – og oyruni – upp fyri føroyska bólkinum. Við frálíkum popptónleiki roynir Lena Andersen av vinna fram uttanlands, og tað gongur støðugt fram á hjá henni Týr hevur við sínum framfýsna kvæðarocki vunnið hjørtu bæði heima og burturi Besta Songkvinna Eivør................... pla bk 1 Guðrið Hansen..... pla bk 2 Lena.................... pla bk 3 Maria Guttesen.... pla bk 4 Jensina Olsen...... pla bk 5 Send til tlf. nr. 1930 Besti føroyski bólkur 200.................... pla bf 1 Déjá Vú............... pla bf 2 Høgni Lisberg....... pla bf 3 Teitur.................. pla bf 4 Týr..................... pla bf 5 Send til tlf. nr. 1930