mikudagur 24. januar 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fjølbroyttir sangarar
í uppskoti
Fimm góðir, men ymiskir føroyskir sangarar
eru í uppskoti til virðislønina sum besti
sangari í Føroyum í 2006
Besti sangari
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað er eitt fitt petti frá Róki Jákupssyni
til Kára Sverrson, tá leiðini eisini skal
ganga umvegis Ólav Jákupsson, Teit
Lassen og Hans Marius Ziska.
Men hesir fimm sangarar eru
teir, sum eru tilnevndir til Planet
virðislønina sum besti sangari í 2006.
Hans Marius Ziska er sangari í
bólkinum Marius. Hans Marius er
rocksangari, sum klárar at fáa tey
góðu løgini at sita, sum tey skulu.
Útgávan hjá Marius vísti ein sangara,
sum er væl fyri, og sum dugir at
syngja tað, sum hann skal.
Kári Sverrison hevur verið virkin í
føroyskum tónleiki í nógv ár, og hann
fann fyri nógvum árum síðani sín
serstaka stíl sum sangari og tónleikari.
Hann syngur og spælir við íblástri úr
gomlum føroyskum og heimstónleiki,
og tað tykist, sum at hann altíð fær
tað at rigga.
Ólavur Jákupsson er tann eyðkendi
sangarin í bólkinum Gestir. Tað kann
verða trupult at pástanda, at Ólavur
er ein góður sangari ella ein minni
góður sangari, tí hansara stílur er
so serstakur, at tað er trupult at
samanlíkna hann við nakran, og so
hevur hann vælsaktans klárað at
funnið seg sjálvan sum sangar og
oddmann í Gestum.
Rókur Jákupsson hevur verið lagd
rødd til tónleikin hjá eitt nú MC Hár og
All That Rain, men samstundis hevur
hann eisini skrivað og sungið sín egna
tónleik sum solistur. Hann gav í fjør út
eina EP-fløgu við sínum sangum, og á
við ymiskum framførslum hevur hann
víst sítt potentiali sum sangari.
Seinasti sangarin í uppskoti til hesa
virðislønina er Teitur Lassen. Hann
er fremsti singer/songwriter, sum
vit eiga, og røddin hjá honum hevur
allatíðina verið í miðdeplinum. Teitur
kemur víða við sínum tónleiki, og
ongum nýtist at ivast í, at røddin hjá
honum heldur allan vegin.
Kvæðarokkur,
hittpunkur og Teitur
Kappingin um Planetina til besta føroyska
bólkin ella einstaklingin er hørð. Fimm góð
nøvn bjóða seg fram
Besta útgáva
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Gestir, Makrel, The Dreams, Teitur og
Týr eru tilnevnd til virðislønina sum
besta fløgan í 2006.
Burtur úr rúgvuni er Teitur tann,
sum er komin longst uttanlands, hóast
Týr støðugt taka seg fram uttanfyri
Føroyar.
Teitur kvetti fjør sambandið við
stóra amerikanska plátufelagið
Universal, men tað forðaði honum ikki
í at geva eina nýggja fløgu út, sum
kanska er enn betri enn tann, sum
hann gav út hjá Universal.
Stay Under The Stars kallast
fløgan, sum tekur eitt fet longri enn
undanfarna fløgan hjá Teiti. Teitur
hevur eisini vunnið fram í Danmark,
og har er hann í uppskoti til eina
virðisløn á Danish Music Awards, og
tað er eitt bragd í sær sjálvum.
Tað tók sína tíð hjá Gestum, at
gera útgávuna hjá sær lidna, men tá
hon so kom, var tað ein spennandi
fløga, ið fekk góð ummæli – bæði
heima og burturi. Gestir eru serstakir,
teir hava funnið sín egna stíl, og tað er
altíð eitt gott útgangsstøði at hava.
Markel tók við útgávuni Transcend
tráin upp eftir Wonderland, og bólkurin
vísir við tónleikinum á hesari útgávuni
enn bleytari síður av sær sjálvum.
Útgávan ger eisin, at Makrel helst
hevur ein breiðari áhoyrarskara enn
áður.
The Dreams vóru stóra hittið í
føroyskum tónleiki í 2006, og tí tað
er tað ikki meira enn sjálvsagt, at
teirra fløga verður tilnevnd á Planet
Awards. Punkað hitt hjá føroyskum
bólkum góvu The Dreams sítt veruliga
gjøgnumbrot í Føroyum, og nú kunnu
teir vinna eina virðisløn fyri hetta avrik.
Seinasta fløgan í rúgvuni er
Ragnarok hjá Týr. Kvæðarockurin hjá
Týr hevur altíð verið spennandi, men
bólkurin hevur støðugt tikið seg fram.
Ljóðið er blivið betur, framleiðslan
meira sannførandi, og við Ragnarok
hevur bólkurin helst avrikað sína bestu
útgávu higartil.
Rókur Jákupsson hevur í bólkum og sum solistur víst, at hann er ein frálíkur
sangari
The Dreams fekk veruligt gjøgnumbrot og var millum best umtóktu bólkarnar
í Føroyum í fjør
Besti sangari
Hans Marius Ziska pla bs 1
Kári Sverrison..... pla bs 2
Ólavur Jákupsson pla bs 3
Rókur Jákupsson.. pla bs 4
Teitur.................. pla bs 5
Send til tlf. nr. 1930
Besta útgáva
Gestir
– Burtur Frá Toftunum.. pla bu 1
Makrel
– Transcend............ pla bu 2
The Dreams
– Tazy................... pla bu 3
Teitur
– Stay Under The Stars pla bu 4
Týr
– Ragnarok ............. pla bu 5
Send til tlf. nr. 1930