mikudagur 24. januar 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Frískir vindar í
landslagnum
Fimm bólkar, sum á útgávum ella konsertum
hava gjørt vart við seg í 2006, eru í upp
skoti at vinna Planetina fyri ársins nýggja
bólk ella einstakling
Besti nýggi
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fimm bólkar, sum hava fingið størri
ella smærri gjøgnumbrot í føroyska
tónleikaheiminum í 2006, kappast um
at vinna Planetina, sum verður latin til
besta nýggja bólk ella einstakling.
Onkir av teimum, sum eru til
nevnd, hava givið tónleik út í farna ári,
meðan onnur hava gjørt meira vart við
seg á konsertum kring landið.
Ein av teimum er spennandi
bólkurin Boys in a Band, sum kom
burtur úr ongum og spældi seg fram
á næstfremsta plássið í føroysku
útgávuni av tónleikakappingini Global
Battle of the Bands. Bólkurin, sum
boðar nýggjar tónar í føroyskum
rocktónleiki, er úr Eysturoynni, men
ljóðið er hvørki serliga mainstream
ella serliga alternativt – tað er næstan
retro. Bólkurin er framúr góður á palli,
og tað er fyrst og fremst har, at hann
hevur gjørt vart við seg higartil.
The Story Ends er ein annar
føroyskur rockbólkur, sum hevur verið
frammi í 2006. Bólkurin hevur verið
trý ár á baki, men tað var í fjør, at fólk
rættiliga fingu at hoyra bólkin í breiðari
samanhangi – á útgávu og til konsertir.
Isadora and The Rebels er eitt
annað navn í føroyskum tónleiki,
sum alsamt fleiri fólk nikka jaliga til.
Við Guðrið Hansen, sum bergtakandi
sangara og frontkvinnu, er bólkurin
nakað fyri seg í føroyskum tónleiki.
Bólkurin hevur havt sannførandi fram
førslur í 2006, og spennandi verður,
um framtíðin fer at bjóða veruliga
útgávu við bólkinum.
Búi Dam er høvuðsmaðurin aftan
fyri bólkin Budam, sum á konsertum
hevur spælt serligan søgutónleik, sum
Búi hevur skrivað uppi í andalusisku
fjøllunum.
Thor Simonsen fæst við nakað,
sum fáir føroyskir tónleikarar veruliga
hava brúkt tíð til – nevniliga hip hop
tónleik. Thor kom við fløgu í 2006, og
tónleikurin var tikin upp á sovikamari
num hjá honum. Talan er um elektron
iskan tónleik, sum í føroyskum saman
hangi er rættiliga nýskapandi.
Festivalbólkar
standa seg væl
Tríggir bólkar, sum hava gjørt vart við seg
á føroyskum festivalum, eru í uppskoti sum
besti útlendski bólkur
Besti útlendski
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Eitt heimskent navn, eitt minni kent
navn og tríggir bólkar, sum hava spælt
í Føroyum, eru í uppskoti sum besti
útlendski bólkur í 2006.
Beth Hart og Nephew hava bæði
spælt á G-festivalinum í Gøtu, og
teirra framførslur hava verið heilt
góðar. Nephew tók øll við stormi fyri
tveimum árum síðani, og hóast Beth
Hart var rímiliga ókend sum navn, tá
ið hon varð avdúkað sum festivalnavn
hjá G!, so vaks hon seg stóra og
sterka, og hon hevði eina frálíka
framførslu í fjørsummar.
Nú eru bæði Nephew og Beth Hart
í uppskoti sum besti útlendski bólkur
til Planet Awards, og tað eru tey
saman við einum triðja festivalbólki.
Tað er Johnny DeLuxe úr Danmark,
sum hóast nógv seinkaðir til Føroya
høvdu ein sera góða framførslu á
Summar Festivalinum í august.
Saman við hesum trimum
nøvnunum, sum føroyingar hava
kunnað upplivað á palli farnu tvey
árini, eru ein bólkur úr USA og ein
bólkur úr Australia eisini tilnevndir.
Tann kendi av teimum er Red Hot
Chili Peppers, sum hava verið frammi
í nógv ár, og sum í fjør komu rættiliga
afturíaftur við útgávuni Stadium
Arcadium. Serliga lagið Dani California
hevur klárað seg væl – eisini í
Føroyum.
Hin bólkurin er tann minst kendi í
rúgvuni. Wolfmother er úr Australia,
og teir fingu í fjør gjøgnumbrot við
sínari fyrstu útgávu. Tónleikurin er
rockur, sum hevur fingið sín íblástur
úr sjeytiárunum og bólkum sum
Black Sabbath og Led Zeppelin.
Thor Simonsen skrivar og spælir elektroniskan tónleik, sum í føroyskum
samanhangi er rættiliga nýskapandi.
Danski rockbólkurin Nephew er heitari enn nakrantíð og er í uppskoti til eina
Planet virðisløn
Besti nýggi bólkur
ella einstaklingur
Boys in a Band........ pla nb 1
Budam.................... pla nb 2
Isadora and The Rebels pla nb 3
The Story Ends....... pla nb 4
Thor Simonsen........ pla nb 5
Send til tlf. nr. 1930
Besti útlendski bólkur
Beth Hart..............pla ub 1
Johnny DeLuxe ......pla ub 2
Nephew.................pla ub 3
Red Hot Chili Peppers pla ub 4
Wolfmother............pla ub 5
Send til tlf. nr. 1930