hósdagur 8. februar 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Síðani Lindin fór at
senda í Klaksvík,
hevur Fjarskiftis-
eftirlitið fingið
ørgrynnu av klagum
úr Klaksvík. Orsøkin
er, at sendarin hjá
Lindini ger lurtitólini
í ørviti. Verða viður-
skiftini ikki fingin í
rættlag, kann Fjar-
skiftiseftirlitið steðga
sendingunum hjá
Lindini
ÚTVARP
Eyðun Klakstein
Seinastu dagarnar hevur
kristiliga
útvarpsrásin
Lindin sent umvegis nýggj-
an sendara á Brúnaskarði í
Klaksvík.
Hetta hevur skapt stóra
misnøgd millum fólk í
Klaksvík, og orsøkin er
ikki, at innihaldið í send-
ingunum kemur upp á tvørs
hjá nøkrum.
Orsøkin er hinvegin, at
Lindin órógvar hinar rás-
irnar og hevur lagt seg á
meginpartin av FM-band-
inum í nógvum lurtitólum.
– Vit hava fingið nógvar
uppringingar og teldubrøv
úr Klaksvík, síðani Lindin
fór at senda leygardagin.
Fólk klaga um, at Lindin
órógvar lurtitólini, sigur
Don Petersen á Fjarskiftis-
eftirlitinum.
Sendarin skal kannast
Allir tríggjar útvarpsrásirn-
ar senda nú í Klaksvík. Út-
varpið er á 94,3 MHz, Rás
2 á 107 MHz, og ímillum
hesar rásirnar er Lindin nú
farin at senda á 105 MHz.
Men byrjanin hjá Lindini
hevur verið órógvandi fyri
lurtitólini, sum eru vorðin í
ørviti av nýggja sendaran-
um. Nógv fólk í Klaksvík
uppliva í hesum døgum, at
skrúva tey á FM, so er
Lindin allastaðni, og tað
skulu neyvir fingrar til at
finna rætta staðið á FM, so
bara ÚF ella Rás 2 hoyrist.
Summi
fáa
hinvegin
sendingarnar hjá Lindini
sum bakgrund, tá tey lurta
eftir ÚF ella Rás 2.
– Vit upplivdu somu
trupulleikarnar, tá Rás 2 fór
at senda, og tí kemur tað
ikki heilt óvart á okkum, at
hetta hendir hjá Lindini eis-
ini, sigur Don Petersen á
Fjarðskiftiseftirlitinum.
– Vit hava vent okkum til
Lindina, sum síðani hevur
biðið Føroya Tele kanna
sendaran á Brúnaskarði. Vit
rokna við, at trupulleikarnir
í Klaksvík verða loystir
innan stutta tíð, sigur Don
Petersen.
Kunnu steðga
sendingum
Fjarskiftiseftirlitið
skal
syrgja fyri, at útvarpsrás-
irnar senda sum tær skulu,
og at tær – sum í hesum føri
– ikki órógva óneyðuga
nógv.
– Um ein rás ikki hevur
sendiviðurskiftini í lagi,
kunnu vit steðga sending-
unum hjá teimum, men
tann møguleikan hava vit
ikki gjørt nýtslu av enn,
sigur Don Petersen.
Hann heldur, at tvær or-
søkir eru til trupulleikarnar
hjá klaksvíkingum í hesum
døgum. Onnur er, at gomlu
lurtitólini ikki hava nóg
góðar
móttakarar,
sum
kunnu skilja fleiri rásir frá
hvørjari aðrari.
Hin orsøkin er, at Lindin
møguliga sendir ov hart av
Brúnaskarði, og at hetta
skapar stórar trupulleikar í
lurtaralandinum.
– Vit rokna við, at Føroya
Tele fær skil upp á sendaran
hjá Lindini, so hann ikki
órógvar hinar rásirnar, og
tey, sum skulu lurta eftir út-
varpi, sigur Don Petersen.
Senda ov hart
Í fjør vóru óalmennar mát-
ingar gjørdar av sendistyrk-
ini hjá føroysku rásunum,
og hesar vístu, at bæði
Lindin og Rás 2 sendu við
alt ov stórari styrki.
Um styrkin ikki er, sum
hon skal verða, órógvar tað
lurtitólini og hinar rásirnar,
og tað er helst hetta, sum
ger seg galdandi í Klaksvík
í hesum døgum.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa viðmerkingar frá
nevndarformanninum
í
Lindini ella leiðaranum á
Radiodeildini hjá Føroya
Tele áðrenn evstamark í
gjár. Báðir sótu á fundi
fyrrapartin.
Fjarskiftiseftirlitið lagt uppí:
Lindin órógvar
lurtitólini
Lindin hevur fingið nýggjan
sendara á Brúnaskarði í
Klaksvík, men hesin órógvar
lurtitólini í Klaksvík.
Fjarskiftiseftirilitið er komið
upp í málið
Nr. 27 - 8. februar 2001
3
2
Nr. 27 - 8. februar 2001
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Mentan:
Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Ørkymlandi støða
Týsdagin varð greitt, at føroyingar fáa eina
fýra ára búskaparliga skiftistíð, um teir at-
kvøða fyri ætlanini hjá landsstýrinum á fólka-
atkvøðuni tann 26. mai. Danski forsætisráð-
harrin skar út í papp, at sigur Føroya folk ja
tann 26. mai, so er fullveldistilgongdin byrjað.
Líka mikið, hvat føroyingar atkvøða í 2012.
Tað var væntandi, at danska stjórnin fór at
halda seg til 4 ára skiftistíð, men tað var
kanska óvæntað, at forsætisráðharrin fór at
leggja ætlanina hjá landsstýrinum soleiðis út,
at fullveldistilgongdin er byrjað. Løgmaður
hevur roynt at vísa á, at um 12 ár skulu føroy-
ingar taka støðu, um teir vilja skipa Føroyar
sum fullveldisríki ella ikki.
Orðini hjá forsætisráðharranum fingu ti for-
menninar í øllum landsstýrisflokknum at stað-
festa, at forsætisráðharrin roynir at ræða før-
oyska veljaran til ikki at atkvøða ja tann 26.
mars.
At tann seinra fólkaatkvøðan fór at skapa trup-
ulleikar kundi væntast. Vit kunnu sjálvandi
kjakast um, og hava ymiskar meiningar um,
hvussu moralskt bindandi ein ein lógarsam-
tykt, sum er staðfest á eini fólkaatkvøðu, er,
men tað er næstan indiskutabult, at seinra
fólkaatkvøðan ørkymlar og skapar politiskan
ruðulleika longu nú.
Munurin millum samgonguna og Javnaðar-
flokkin skuldi ikki verið stórur nú, tá hugsað
verður ætlania fyri yvirtøkur og ætlanina at
skapa ein sjálvberandi búskap, men líkt er hin-
vegin til, at fólkaatkvøðan í 2012 um full-
veldið ger munin. Henda fólkaatkvøðan var
eisini tikin fram á almennum fundi í Sjálvstýr-
isflokkinum ígjárkvøldið, og fleiri hildu, at
henda skuldi ikki verið ásett nú.
Tað skuldi verið upp til politiska myndugleik-
an og Føroya fólk tá, at tikið støðu til framtíð-
ina. Heldur skuldi hetta landsstýrið framt nakr-
ar yvirtøkur, tí hetta landsstýrð hevur gjørt líka
lítið sum sjálvstýrislandsstýrið við atliti til yv-
irtøkur, hildu sjálvstýrisfólk!
Sum skilst, kom henda seinra fólkaatkvøðan
inn í myndina eftir kravi frá Tjóðveldisflokki-
num, og tað gjørdist partur í semjui hjá lands-
stýrinum. Men eitt krav, sum óivað aftur forðar
fyri eini breiðari semju í sjálvstýristilgongdini.
Seinasta orðið er tó ikki skrivað enn, sum for-
maðurin í Sjálvstýrisflokkinum segði týs-
kvøldið.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 348mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
NØVN Í VIKUNI
f. 18. apríl 1913
d. 17.
januar 2001Góði abbi!
Ja, nú ert tú endiliga slopp-
in heim. Tað hava vit biðið
um, tí tú tímdi ikki meira
nú til seinast. Álíkavæl so
gráti eg, tí minnini eru
nógv og saknurin stórur.
Tað, sum eg minnist teg
best fyri er, at tú altíð vitn-
aði um Jesus. Um tað var
úti á gøtuni ella á møti.
Ofta varð eg flov av at tú
altíð vitnaði um Jesus, men
tú visti hvat tað galt. Tú
ynskti at vinna menniskju
fyri Jesus.
Eitt annað var, at tú ong-
antíð var seinur at geva. Tað
upplivdi eg fyrst tá eg var
smágenta, tá tú gav mær
eina 5 krónu nú og aðra tá.
Bara tú fekk eitt klemm
afturfyri, so vart tú glaður.
Seinni, tá eg og Gunnar
búðu inni hjá tær, tá tú ikki
sjálvur kláraði at gera tað,
so fekk eg ordrar um at
senda pengar til handan og
hasi. Tá lærdi eg, at man
verður ikki fátækur av at
geva nógv.
Nakað, ið tær dámdi væl,
var at vitja fólk. Høvdu øll
verið so røsk at vitja
hvønnannan sum tú var, so
vóru tað fá, sum sótu einsa-
møll í dag.
Ungdómligur, tað vart tú.
Sjálvt um tú var farin upp
um tey 80, so kundi tú væl
finna uppá at koma á ung-
dómsmøti. Tær dámdi so
væl børnini og tey ungu,
tey gjørdu teg glaðan.
Temperament, tað hevði
tú. Tað upplivdi eg eisini
sum smágenta, tá eg og
nakrar aðrar gentur runnu
niðri á brúnni um kvøldið
og nógv brim var. Tá rópti
og skeldaði tú okkum so
hart, at vit runnu niðan og
goymdu okkum fyri tær, so
bangnar vóru vit. Tá hugs-
aðu vit ikki, at tú vart bang-
in fyri at brimið kundi taka
okkum út við, tað veit eg
nú.
Og so var tað grindin,
sum kundi fáa títt tempera-
ment í kók. Tá tú ikki sjálv-
ur kundi fara oman á sand
at hjálpa til, hekk tú út í-
gjøgnum vindeygað og
rópti, hvussu teir ungu
skuldu gera. Tá drápið var
liðugt, vart tú útlúgvaður,
sum um tú sjálvur hevði
verið við at skorið á háls.
Men tá byrjaði tú at kvøða í
stovuni, har tú altíð sat,
»raske drenge grind at
dræbe, det er vor lyst«.
Eg kundi blivið við at
skriva um teg, abbi, men
tað hevði verðið ov nógv.
Tað viktigasta er, at tú nú
hevur tað gott og kanst
hvíla teg heima hjá Gudi.
Vónandi haldi eg eisini út,
so eg eisini kann koma
heim til Gud og tá skulu vit
síggjast.
Eg vil ongantíð gloyma
teg. Takk fyri alt.
Hetta kórið dámdi tær
væl og nú ert tú har:
Tað verður fest í Himli
Fest í Himli.
Tú ert boðin við
og eg eri boðin við.
Tað verður fest í Himli
Fest í Himli
Øll eru boðin við.
Helga Nordendal
Pinkubarnadeyði:
Annanhvønn leygar-
dag klokkan 14
hittast fólk í Felag-
num Pinkubarna-
deyði í Jakupsstovu-
húsunum í J. Patur-
sonargøtu 24 í Havn.
Endamálið hjá felagnum er
at hittast og tosa saman um
felags sorg og miss, ið fólk
hava verið fyri – bæði
nýliga ella fyri árum síani.
Familja, vinir o. o. eru altíð
vælkomin við.
Leygardagin
komandi
kemur Jógvan Fríðriksson,
sóknarprestur á Strondum
at
tosa
um
eitt
sera
áhugavert evni, »lívsvirði«,
eftir at tú hevur mist eitt
barn.
Øll, ið hava áhuga fyri
evninum, eru hjartaliga
vælkomin, sigur felagið.
Tøkk
Hjartaliga tøkk til tykkum øll, sum á ymsan hátt sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaða mamma,
vermamma, omma, langomma og olduromma
Anna Sofía Jacobsen
andaðist og varð jarðað.
Vit takka Gudi fyri allar signingar, hann gav okkum
gjøgnum mammu, sum hann nú hevur tikið heim í
dýrd til sín – eftir eitt langt og gott foldarlív.
Familjunnar vegna
Thurid
Felagið Pinkubarnadeyði:
Jógvan Fríðriksson tosar um lívsvirði
Minningarorð um Steingrím Martin Guttesen