Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. februar 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Á Eiði ætla tey rættiliga at liva upp til heitið sum reinasta bygd í landinum. Nú vilja tey eisini hava reinastu havn í landinum. Á almenn- um bygdarráðsfundi mánakvøldið varð samtykt, at einki kloakkfrárensl yvir- høvur skal leiðast út í havnina KOMMUNAL- POLITIKKUR Edvard Joensen Eingin kloakk yvirhøvur eigur at renna út í havnina á Eiði, samtykti bygdarráðið á almennum bygdarráðs- fundi mánakvøldið. Fyrsti almenni bygdar- ráðsfundurin á Eiði, sum hildin varð eftir nýggju kommunulógini, gjørdi av, at einki frárensl skal latast út innan fyri grótkøstini, sum gyrða havnina á Eiði. Sum er fara eini tvey slík enn í havnina, men tey verða fyrsta dagin leidd í aðra veiting, sum løgd er út á streymasjógv uttan fyri stóra grótkastið vestan fyri gomlu atløgubryggjuna. Talan er um at gera ein brunn eystan fyri smiðjuna hjá Hydro-Tech, sum skal savnað tað kloakkvatnið, sum kemur frá ídnaðar- økinum og økinum har á leið. Tað verður síðan pumpað niðan í leiðingina, sum longu er løgd út um grótkastið. Tá tað er liðugt, fer hvør einasti dropi av kloakkvatni av Eiði beinleiðis út á streymasjógv. Fyri fleiri árum síðan varð leiðingin frá niðara parti av bygdini lagdur gjøgnum rør oman gjøgnum vatnið, nevnt Niðri á Vatni, oman á Møl og til havs tann vegin. Seinni er so uttari partur veittur út um Grótkastið. Har var millum annað frá- renslið frá Norðís við. Og tá nú hetta seinasta verður liðugt rættilga skjótt, verð- ur havnin gullrein. Hetta arbeiðið, sum bygdarráðið samtykti at gera nú, fer at kosta umleið 100.000,- krónur, varð upp- lýst á fundinum mána- kvøldið. Onnur mál, sum bygdar- ráðið viðgjørdi hetta kvøld- ið, vóru liðugtgerð av báta- dráttinum innan fyri sunn- ara grótkastið, og liðugt- gerð av ítróttarhúsinum við fótbóltsvøllin Niðri á Møl. Kommunan ger ein drátt at taka størri bátar upp eftir. Hann verður gjørdur í krók- inum innast við lítla brim- garðin. Innan fyri flóti- brúnna. Sagt varð á bygdarráðs- fundinum mánakvøldið, at eitt nú Hydro-Tech hevði gjørt vart við, at teir vænta at fáa nógv brúk fyri hon- um, tí teir skulu hava fleiri bátar til eftirlit á smiðjuni. Hydro-Tech hevur mill- um annað smíðað fleiri tví- kiljur til alivinnuna. Men eisini aðrir bátar eru væl- komnir í smiðuørindum, skilst. Eisini var ein umsókn frá Eiðis Bóltfelag um fíggjar- ligan stuðul til at gera ítr- óttarhúsið við fótbóltsvøll- in liðugt. Arbeiðið, sum gerast skal, er at bjálva og klæða húsið. Umframt at ovara hæddin skal innrættast. Samlaði kostnaðurin fyri hetta arbeiðið varð mettur til umleið 400.000,- krónur. Bygdarráðið samtykti at stuðla bóltfelagnum við einum parti av kostnaðin- um. Men eisini gamla EB húsið heimi í bygdini verð- ur umvælt í hesum døgum. Nakað væl er gjørt, men okkurt er eftir enn at gera, varð sagt í skrivi frá Eiðis Bóltfelag, sum lisið varð upp á almenna bygdarráðs- fundinum. Millum annað varð nevnt, at húsið er í trimum hæddum, og ásann- að varð, at torført er hjá rørslubrekaðum at brúka húsið. Eisini til ta ætlanina var bygdarráðið sinnað at veita ein ávísan stuðul. Eiði vil hava landsins reinastu havn Eiðis Kommuna hevur samtykt, at einki kloakkfrárensl yvirhøvur skal latast út í havnina Nr. 27 - 8. februar 2001 5 4 Nr. 27 - 8. februar 2001 M ó t t ø k a Vit bjóða øllum okkara viðskiftafólki og áhugaðum annars, til móttøku í morgin, fríggjadagin 9. februar frá kl: 14:00, í hølum okkara. www.reproz.com Sp/f VR-Bilar · Hoyvíksvegur · Postboks 3130 · FO-110 Tórshavn · Tel +298 32 21 10 · Fax +298 32 21 11 – Nú samráðingar um nýggjan sáttmála byrja fyrsta dagin, vil Starvsmannafelagið hava at vita frá Fíggjarmálastýrinum, hvar tað metir, at lønarlagið í Føroyum skal vera í framtíðini SÁTTMÁLA- SAMRÁÐINGAR Áki Bertholdsen – Nú er tað neyðugt at vit fáa at vita frá landsstýrin- um, hvussu tað heldur, at lønarlagið í Føroyum skal vera í framtíðini. Hetta er eitt av krøvun- um, sum Starvsmannafel- agið hevur sett Fíggjar- málastýrinum hjá Lands- stýrinum, nú partarnir fyrsta dagin fara undir sátt- málasamráðingar. Sáttmálin ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið gongur út 1. mars og ætlanin er at samráðingar um nýggjan sáttmála skulu byrja fyrsta dagin. Og í farnu viku læt Starvsmannafelagið Fíggj- armálastýrið fáa krøvini, sum felagið setir til tann nýggja sáttmálan. Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafel- agnum, sigur, at hann vil ikki greiða frá út í æsir, hvørji krøvini eru, fyrrenn Fíggjarmálastýrið hevur havt høvið til at kanna tey. Men hann sigur, at ætlan- in er at greiða almenningin- um frá krøvunum seinni. Hann væntar, at fyrsti fundurin verður fyrsta dag- in og tá verða krøvini løgd fram. Eftir tað framløguna, verður greitt nærri frá krøv- unum. Gera støðuna upp Tó sigur Gunnleivur Dals- garð, at krøvini eru sett eitt sindur øðrvísi upp í ár, enn vanligt hevur verið. –Vit hava ikki ásett nak- að ávíst prosent á, fyri, hvussu stóra lønarhækking, vit krevja. – Hinvegin hava vit kanna lønarlagið bæði í Føroyum og í øðrum lond- um í einum 10 ára skeiði. Síðani hava vit samanborið gongdina í lønarlagnum í Føroyum og aðrastaðni. – Og tað er púra greitt, at í øðrum londum eru lønirn- ar í hesum 10 ára skeiðnum hækkaðar nógv meiri enn hjá okkum, sigur Gunnleiv- ur Dalsgarð. Gunnleivur Dalsgarð sig- ur, at sjálvandi hevur Starvsmannafelagið eina hugmynd av, hvussu lønar- lagið skal vera. Og í fyrsta umfarið er tað útspælið. Annars sigur hann, at uppleggið til samráðingar er ógvuliga fjølbroytt og fevnir um nógvar tættir í samráðingunum. Hann sigur eisini, at fleiri feløg á almenna arbeiðs- marknaðinum fara at sam- ráðast í felag um ávís mál. Eitt av hesum málum er eru tey 0,8 prosentini, sum feløgini hava goldið í ein barnsburðargrunn. – Kemur landsstýrið nú við einum nýggjum barns- burðargrunni, soleiðis, sum tað er fráboðað, er kravið frá feløgunum, at tey 0,8 prosentini verða borðin aft- ur, áðrenn tosað verður um aðrar lønarhækkingar yvir- høvur. Annars dugir Gunnleivur Dalsgarð illa at meta um, hvussu samráðingarnar fara at vera. Men hann vísir á ,at Starvsmannafelagið setir sær ikki sum mál at stýra ímóti einum verkfalli. – Vit eru altíð bjartskygd og vit leggja altíð dent á at finna semjur, tá ið vit sam- ráðast. Í øllum førum kann rokn- ast ið einum sera strævnum samráðingarvári hjá Starvs- mannafelagnum, tí allir sáttmálarnir hjá felagnum ganga út nú í vár- og teir eru nógvir. Umframt at hava sáttmála við Fíggjar- málastýrið, hevur Starvs- mannafelagið eisini sátt- mála við SEV, Føroya Tele, umframt við fleiri komm- unur. Vilja hava at vita hvar lønarlagið í Føroyum skal vera í framtíðini Ikki meiri enn gott og væl annarhvør hovb- ingur var á vali, nú umval var til bygda- ráðið mikudagin. Hovbingar hava yvirhøvur lítlan áhuga fyri kommunu- politikki BYGDARÁÐSVAL Áki Bertholdsen Hovbingar tíma ikki serliga væl at fáast við kommunal- politikk. Hetta kom so týðiliga sum ongantíð fyrr til sjónd- ar týsdagin, tá ið umval var til bygdaráðið. Upprunaliga bygdaráðs- valið varð lýst ógyldugt av tí at tað vísti seg seinni, at eitt av valevnunum var ísl- endskur ríkisborgari og hevði tí ikki valbæri í Før- oyum. Tað var Margrét Jóhanns- dóttir, sum á valinum 21. november fekk seks at- kvøður og fekk sæti í bygdaráðnum í lutakasti við Dagfríð Hovgaard, sum eisini fekk seks atvkøður. Av tí sama gjørdi komm- unala eftirlitið av, at umval skuldi vera í Hovi týsdag- in, 6. februar. Á valinum hesuferð høvdu bara tey somu valrætt, sum høvdu valrætt 21. november. Tey vóru 94 í tali, men síðani tann vallistin varð gjørdur, eru trý fólk deyð, so týsdagin høvdu 91 fólk valrætt. Lítil áhugi Hovbingar hava yvirhøvur lítlan áhuga fyri kommun- unalpolitikki. Oftani er bara tann eini listin upp- stillaður og mangan hava tey verið noydd at seta fólk á listan, uttan at spyrja tey eftir, um tey vilja verða uppstillað, tí tað hevur heldur ikki verið gravgang- ur eftir at sleppa á listan. Tað hava tey kunnað gjørt, tí tað er ein borgaraskylda at lata seg stilla upp til kommunuval. Valið hesuferð var onki undantak. Á valinum 21. november var bara ein listi. Og á val- inum nú týsdagin var bara hesin sami listin uppstillað- ur, einasti munurin var, at Margrét Jóhannsdóttir, sum ikki hevði valbæri, var tikin av listanum. Sostatt høvdu hovbingar sjey valevni at velja ímillum hesuferð, ístaðin fyri átta á valinum 21. november. Á valinum 21, november greiddu 65 veljarar atkvøðu av teimum 94, sum høvdu valrætt. Tað er ikki meiri enn 69,1%, sum man vera millum lægstu valluttøkur í landinum. Á valinum hesuferð var luttøkan enn minni. Óivað hevur kavaveður og ringt geingi gjørt sítt til, at so fá vóru á vali. Týsdagin vóru nevniliga bara 57 fólk á vali av teimumn 91, sum høvdu vælrætt. Tað eru 62,6% av veljarunum. Leingi sá tað út til, at lut- tøkan fór at verða enn lægri, tí á miðdegi týsdagin høvdu bara sjey fólk valt, afturímóti 13 fólkum á miðdegi á valinum 21. nov- ember. Klokkan 16. týsdag- in høvdu bara 15 fólk valt, og tað er eisini nógv minni enn fyrru ferð. Í valstýrinum duga tey ikki at siga, hvussu tað ber til, at hovbingar hava so lítlan áhuga fyri kommun- alpolitikki. Men í valstýrinum høvdu tey lagt upp fyri, at at tað bleiv langt ímillum veljar- arnar. Tær báðar konurnar í valstýrinum høvdu stokkar við og formaðurin stytti sær stundir við onrkum av teimum mongu bókunum, sum eru í skúlanum, har valið var. Tey somu Annars broytti valið týs- dagin ikki nógv um bygda- ráðið. Einasta broyting var, at Dagfríð Hovgaard kom í bygdaráðið fyri Margrét Jóhannsdóttir. Margrét var júst vald 21. november í lutakasti við Dagfríð. Annars eru bygdaráðs- limirnir í Hovi nú hesi: Fyrst vald er Emma Peter- sen við 18 atkvøðum, síð- ani fekk Jákup Petur Joen- sen 14 atkvøður, Alexius Midjord fekk 8 atkvøður, Dagfríð Hovgaard fekk seks atkvøður. Fimti bygda- ráðslimurin í Hovi er Del- mar Tausen, sum fekk 5 at- kvøður Hann varð valdur í luta- kasti við Sonnu Elinu Hovsgarð, sum eisini fekk 5 atkvøður, men sum so- statt ikki varð vald. Niels Jespersen fekk eina at- kvøðu og varð sostatt held- ur ikki valdur. Hovbingar lítlan áhuga í at brúka sín rætt Hetta verður eitt strævið vár hjá formanninum í Starvsmanna- felagnum, tí hesuferð ganga allir sáttmálarnir út - og teir eru nógvir Tað vóru fáir hovbingar á vali, nú umval var til bygdaráðið týsdagin. Her er tað Ásbjørn Berg, formaður í fráfarandi bygdaráðnum, sum greiðir atkvøðu. Við pultin situr Ditlev Hammer, sum er formaður í valstýrinum og fremst á myndini er Karin Johansen, sum eisini er í valstýrinum.