hósdagur 8. februar 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 8. februar 2001
7
6
Nr. 27 - 8. februar 2001
Breið semja er i
Fólkatinginum um
útspælið frá stjórnini,
sum bjóðar lands-
stýrinum blokkstuðul
í fýra ár, um nýggja
sjálvsstýrisætlanin
vinnur undirtøku 26.
mai
FRAMTÍÐARSTØÐA
FØROYA
Magnus Dam,
Keypmannahavn
Á Christiansborg eru flestu
flokkar á einum máli um, at
landsstýrið hevur tikið eitt
heldur víðgongt stig við
sínari nýggju ætlan. Tá ið
Nyrup var á fundi við
Føroya-nevndina á middegi
týsdagin, fekk forsætisráð-
harrin samstundis breiðan
stuðul fyri sínum boðum til
landsstýrið um, at skiftis-
tíðin verður fýra ár, um før-
oyingar atkvøða ja 26. mai
Formaðurin í Vinstra,
Anders Fogh Rasmussen,
segði eftir fundin, at lands-
stýrið roynir at læsa støð-
una fasta við sínum upp-
skotið.
– Føroyingar skulu at-
kvøða um føroyska sjónar-
miðið, sum er loysing og
blokkstuðul í 12 ár. Í einari
slíkari støðu kunnu vit í
Fólkatinginum bara gera
eitt, og tað er so at atkvøða
um okkara sjónarmið. Og
tað er: »Loysing? Ja, um
tykkum lystir. Men so fáa
tit bara blokkstuðul í fýra
ár«, segði Anders Fogh
Rasmussen við Ritzau eftir
fundin í Føroya-nevndini.
Formaðurin í Vinstra
heldur ikki, at danir tveita
føroyingar út úr Ríkisfel-
agsskapinum við hesum
boðunum, tí tað er lands-
stýrið, sum hevur til enda-
máls at loysa frá Danmark.
Ovfarin
– Eg var ovfarin av at
landsstýrið valdi hendan
framferðarháttin. Tað van-
liga vildi verðið at samráðst
um eina loysn við stjórnina.
Og so verður hendan loysn-
in koyrd út til fólkaat-
kvøðu. Nú kemur atkvøðu-
greiðslan at snúgva seg um
sjónarmiðið hjá øðrum
partinum. Tað er ein ógvu-
liga serstakur samráðingar-
háttur og ein roynd at
»skjóta« seg til eitt úrslit,
sum ikki kundi røkkast við
samráðingum, sigur Anders
Fogh Rasmussen.
SF styðjar somuleiðis
støðuna hjá stjórnini um at
minka blokkstuðulin eftir
fýra árum, men flokkurin
ávarar ímóti at fara ov harð-
liga fram ella gera viður-
skiftini millum londini
spentari.
– Tað eru føroyingar,
sum avgera hendan spurn-
ingin. Um teir førka seg
móti sjálvstýri, so skal
blokkurin minkast eftir fýra
árum. Men vit halda tað
eisini vera týdningarmikið,
at hetta ikki endar við ov
nógvum
»kanónbáts-
diplomatii« ella koloni-
valdi, sigur Jes Lunde,
formaður í tingbólkinum
hjá SF.
Áður hevur Peter Duetoft
úr CD, sum er formaður í
Føroya-nevndini, greitt víst
ætlanini hjá landsstýrinum
frá sær og undirstrika, at
talan verður um 3-4 ára
skiftistíð við hesari ætlan-
ini.
Skaðar viðurskiftini
Tann einasti, sum heldur, at
stjórnin kanska fer í so
harðliga fram, er Jan Sjur-
sen, formaður í Kristiliga
Fólkaflokkinum.
Hann
heldur, at stjórnin átti at
bíða við sínum útspæli,
inntil fólkaatkvøðan í Før-
oyum hevur verið. Partarnir
skulu kortini samráðast
eftir fólkaatkvøðuna, vísir
hann á.
– Tað er óheppið fyri
Ríkisfelagsskapin,
at
stjórnin nú eisini kennir seg
noydda til at »krita vøllin«,
sigur Jann Sjursen.
– Mín fatan er, at
nýggja leiðin, sum
samgongan hevur sett
út í kortið, kemst ikki
nærri røttum Sjálv-
stýrispolitikki, sigur
Helena Dam á
Neystabø, landsstýris-
kvinna. Hilmar Kass,
fyrrverandi løgtings-
maður Sjálvstýris-
floksins, heldur
hinvegin, at samgong-
an hevur givið døn-
um góð kort í hond-
ina við at útskriva
fólkaatkvøðu
ALMENNUR FUNDUR
Stefan í Skorini
Týsdagin skipaði Sjálvstýr-
isflokkurin fyri almennum
fundi á Landsbókasavnin-
um, har fundarfólkið við-
gjørdi nýggju sjálvstýristil-
gongdina, sum nú fyriligg-
ur.
Helena Dam á Neystabø
legði fyri við at greiða frá tí
nýggja uppskotinum, sum
skal leggjast fyri tingið í
næstum.
Landsstýriskvinnan hjá
Sjálvstýrisflokkinum held-
ur, at hetta nýggja uppskot-
ið kundi ikki ligið nærri
røttum sjálvstýrispolitikki,
sum hon málber seg. Hon
sigur, at tað er heilt einfalt
genialt við tveimum fólka-
atkvøðum, tí á henda hátt
verður gongdin fram ímóti
sjálvstýrinum líðandi, og
fólk hava tvær ferðir møgu-
leika at greiða atkvøðu í
hesum spurninginum.
Javnaðarflokkurin
hopar undan
Landsstýriskvinnan greiddi
frá, at samgongan gjørdi
fleiri royndir at fáa Javnað-
arflokkin at taka undir við
ætlanini, og at Jóannes Eid-
esgaard segði á fundi fyri
stuttum, at Javnaðarflokk-
urin kundi taka undir við
fyrsta partinum av ætlanini,
men at hann síðani dróg í
land aftur. Soleiðis hevur
Javnaðarflokkurin hopað
undan í teimum semings-
royndum, samgongan hev-
ur roynt at fingið í lag.
Helena Dam á Neystabø
metti, at frá hennara síðu
var eingin beinleiðis forð-
ing fyri, at fáa Javnaðar-
flokkin uppí semjuna, men
tað hevði verið trupult at
fingið Tjóðveldisflokkin at
taka undir við einum upp-
skoti, sum Javnaðarflokk-
urin eisini kann góðtaka.
Soleiðis stóð valið millum
Tjóðveldisflokkin og Javn-
aðarflokkin.
Formaður
Sjálvstýris-
floksins helt fram við at
greiða frá, at tað var sera
langt millum flokkarnar í
samgonguni,
tá
hetta
nýggja uppskotið skuldi
orðast. Tað kravdi tí nógva
orku og tíð at skrúva eitt
uppskot saman, sum var
nóg hóvligt, at allir kundu
taka undir við tí.
Skeivt við
fólkaatkvøðu
Millum
fundarfólkið
á
Landsbókasavninum
var
eisini Hilmar Kass, fyrr-
verandi løgtingsmaður hjá
Sjálvstýrisflokkinum. Hann
var ósamdur við Helenu og
metti ikki, at Sjálvstýris-
flokkurin hevði ført rættan
politikk í hesum valskeiðn-
um.
Hann vísti á, at ístaðin
fyri at samráðast við danir
um ein endaligan sáttmála,
so skuldi samgongan held-
ur havt arbeitt meira mið-
víst við yvirtøkum av máls-
økjum.
Eingin forðing er fyri at
yvirtaka málsøki so hvørt,
men undir samráðingum
hava danir møguleikan at
leggja seg tvørar. Og við
hesi fólkaatkvøðuni hevur
samgongan givið dønum
sera góð kort í hondina,
sum teir annars ikki høvdu
havt, um arbeitt hevði verið
við yvirtøkum ístaðin.
Hann helt tískil, at sam-
gongan var farin skeivt
fram á sjálvstýrisleið, tí
hon skuldi heldur havt lagt
størri dent á yvirtøkur í
hesum valskeiðnum, og
síðani arbeitt víðari, um
hon varð afturvald.
Helena vardi seg við, at
henda samgongan hevði
ikki havt tað sum mál at
fremja yvirtøkur, men held-
ur vildi hava ein nýggjan
sáttmála við danir um ríkis-
rættarligu viðurskiftini, og
tí vóru málsøki ikki yvirtik-
in í hesum valskeiðnum.
– Eingin kann siga nakað
um árið 2012, og kanska
hava fólk eina heilt aðra
støðu, tá tann dagurin upp-
rennur. Vit vóru ikki bein-
leiðis fyri tí seinnu fólkaat-
kvøðuni, men vit vildu ikki
seta hart ímóti hørðum í tí
málinum, sigur Helena
Dam á Neystabø, formaður
Sjálvstýrisfloksins.
Helena Dam á Neystabø
legði afturat, at høvuðs-
orsøkin til, at eingin sam-
ráðingarloysn fekst við
danir, var ynski føroyinga
um størri sjálvstýri. Hetta
kundi danska stjórnin ikki
góðtaka, tí Danmark skal
hava yvirvágina í ríkisfel-
agsskapinum.
Formaðurin mælti annars
til, at vit líta á egnan rætt og
egin evni við komandi
fólkaatkvøðu, og tí skulu
fólk fara á val og atkvøða
»ja« tann 26. mai.
Helena Dam á Neystabø sigur, at Javnaðarflokkurin hevur hop-
að undan, tá samgongan hevur roynt at nærkast størsta and-
støðuflokkinum
Nýggja leiðin er rættur
sjálvstýrispolitikkur
Semja um kósina hjá stjórnini
Eitt ja á fólkaatkvøð-
uni í mai skal brúkast
til at fáa tólv ára
skiftistíð frá dønum.
Hóast Nyrup heldur
fast um, at skiftistíðin
verður fýra ár, fer
atkvøðan at snúgva
seg um tólv ár. Hetta
fyri at styrkja eina
nýggja føroyska
samráðingastøðu við
fólkinum í rygginum
FÓLKAATKVØÐAN
John Johannessen
Fólkaatkvøðan í mai skal
brúkast til at styrkja eina
føroyska samráðingarstøðu
í nýggjum samráðingum
við danir.
Hetta viðurkennir Anfinn
Kallsberg, løgmaður, fyri
Sosialinum.
– Vit vilja vísa Nyrup, at
føroyska fólkið ynskir at
minka blokkin og yvirtaka
málsøki eftir tólv árum,
sum landsstýrið hevur skot-
ið upp. Vit skulu vísa
danska forsætisráðharran-
um, at vit hava gjørt eina
ætlan, sum er kjølfest í
fólksins vilja, sigur Anfinn
Kallsberg.
Løgmaður
sigur
seg
vænta eitt ja á fólkaatkvøð-
uni í mai. Og við hesum úr-
sliti í rygginum ætlar løg-
maður sær í holt við nýggj-
ar samráðingar við donsku
stjórnina.
Løgmaður vísir á, at tað,
sum landsstýrið leggur upp
til, er, at løgtingið samtykk-
ir eina gongd á 12 ár í ein-
ari løgtingslóg, sum síðani
verður staðfest við einari
fólkaatkvøðu. Í hesari løg-
tingssamtykt verður sagt, at
málsøkini, sum vit eftir
heimastýrislógini
kunnu
yvirtaka, verða yvirtikin
næstu tólv árini. Í sama
tíðarskeiði skal eisini fíggj-
arligi parturin, sum er
tengdur at málsøkjunum
eisini flytast til føroyingar
at gjalda.
– Hetta vil siga, at vit
taka á okkum fulla ábyrgd,
bæði av málsøkjunum og
av rakstrinum av teimum,
ger løgmaður greitt.
Løgmaður ásannar, at
hóast føroyingar á fólkaat-
kvøðuni í mai samtykkja, at
tíðarskeiðið skal vera 12 ár,
er neyðugt við samráðing-
um við danir um hetta.
– Sjálvsagt skulu sam-
ráðingar til. Tí vit hava ein
mótpart, sum eitur danska
stjórnin. Men tað er ikki
danska stjórinin, sum av-
ger, hvat Føroya fólk at-
kvøður um á einari fólkaat-
kvøðu, staðfestir løgmaður.
Vísa á fólkaviljan
Eftir fund við Føroya-
nevndina hjá Fólkatingin-
um týsdagin gjørdi danski
forsætisráðharrin greitt, at
danska stjórnin fatar fólka-
atkvøðuna í mai sum eina
fólkaatkvøðu um loysing.
Stjórin heldur í veruleik-
anum, at nýggja ætlanin hjá
landsstýrinum ikki liggur
so langt frá upprunaligu
fullveldisætlanini,
sum
landsstýrið vil vera við.
Tí eru greiðu boðini frá
danska forsætisráðharran-
um, at blokkstuðulin er
burtur um fýra ár, um før-
oyingar atkvøða ja á fólka-
atkvøðuni í mai.
Hesi boð fatar løgmaður
sum eina hóttan frá dønum,
fyri at fáa føroyingar at at-
kvøða nei.
Men samstundis ásannar
løgmaður, at tað eru danir,
sum í seinasta enda gera av,
hvussu leingi vit fáa blokk-
stuðul. Annars kundi lands-
stýrið bara spurt føroyska
fólkið á fólkaatkvøðu, um
tey ynsktu blokkin at halda
fram í 100 ár.
Orsøkin til, at landsstýrið
vil hava Føroya fólk at at-
kvøða, um tey ynskja
blokkin minkaðan burt eftir
tólv árum, er rætt og slætt
fyri at staðfesta fyri danska
forsætisráðharranum,
at
føroyska fólkið stendur
aftan fyri ætlan landsstýris-
ins, so landsstýrið kann fáa
stjórnina at ganga við uppá
ætlanina hjá landsstýrinum,
viðurkennir løgmaður.
Nýggj fólkaatkvøða
Eftir fólkaatkvøðuna, skal
landsstýrið aftur til samráð-
ingarborðið saman við døn-
um. Verður úrslitið ja á
fólkaatkvøðuni,
hevur
landsstýrið eitt føroyskt
fólkakrav um 12 ára skiftis-
tíð við sum barlast.
Men tað kann hugsast, at
danska stjórnin kortini ikki
gongur við uppá 12 ár. Ger
hon ikki tað og úrslitið í
staðin verður til dømis 7 ár,
skulu føroyingar sambært
løgmanni aftur til fólka-
atkvøðu.
– Er tað fyrst samtykt á
eini fólkaatkvøðu, at skift-
istíðin skal vera 12 ár,
mugu vit eftir mínum tykki
aftur til eina nýggja fólka-
atkvøðu, um úrslitið verður
nakað annað, sigur Anfinn
Kallsberg, løgmaður.
Verður úrslitið av eini
fólkaatkvøðu, sum snýr seg
um til dømis sjey ára
skiftistíð eitt nei, standa vit
aftur í somu støðu, sum í
dag, viðurkennir løgmaður.
Nýggjar samráðingar við danir:
Fólkaatkvøðan skal styrkja støðuna
Løgtingið feldi
týsdagin uppskotið
um at varðveita
rentustuðulin á 48
prosentum. Stuðulin
fer í ár niður á Bert
andstøðan, sum átti
uppskotið, tók undir
við uppskotinum.
RENTUSTUÐUL
Magnus Dam
Tey, sum hava sethúsa-,
lestrar- og onnur lán mugu
eitt sindur djúpari niður í
lumman eftir pengum í ár
og
komandi
ár.
Rentustuðulin verður í ár
lækkaður úr 48 niður í 44
prosent, og tvey tey kom-
andi árini lækkar stuðulin
enn meira.
Hetta er greitt, eftir at
ein meiriluti í løgtinginum
feldi uppskotið frá and-
støðuni um at varðveita
rentustuðulin
á
48
prosentum.
Sambands-
flokkurin og Javnaðar-
flokkurin áttu uppskotið,
og tá ið tað var til fyrstu
viðgerð vóru ávís tekin
um, at uppskotið kanska
fór at verða samtykt í løg-
tinginum. Óli Breckmann
úr Fólkaflokkinum tosaði
eitt nú fyri uppskotinum,
men undir viðgerðini í
Fíggjarnevndini gjørdist
greitt, at Fólkaflokkurin
ikki fór at taka undir við
uppskotinum
kortini.
Somu støðu høvdu hinir
báðir samgonguflokkarnir,
Tjóðveldisflokkurin
og
Sjálvstýrisflokkurin, sum
mæltu frá at samtykkja
uppskotið.
Undir aðru viðgerð týs-
dagin stóðu samgongu-
flokkarnir sum ein maður,
og hóast nógvar atfinning-
ar frá andstøðuni móti ser-
liga Fólkaflokkinum, so
stóð hann ikki til at vika.
Samgongutingmenn
vístu á, at talan er um eina
lítla lækking, sum ikki fer
at merkjast so væl hjá
teimum, sum ikki hava
risastór lán, og harafturat
vístu tingmenn á, at ætlan-
in alla tíðina hevur verið,
at stuðulin skal lækka aft-
ur. Rentustuðulin var eitt
krepputiltak, og í lógini
var ásett, at hann skuldi
lækka, tá nøkur ár eru
fráliðin.
Tá ið tingmenn at-
kvøddu, atkvøddu 12 ting-
menn fyri uppskotinum og
14 ímóti. Uppskotið datt
sostatt burtur.
Sambært
lógini
um
rentustuðul fer stuðulin í
ár niður á 44 prosent,
næsta ár fer hann niður á
42 prosent, og í 2003
lækkar stuðulin niður í 40
prosent av rentuútreiðsl-
unum.
Lánini dýrari
Fókaatkvøðan, sum varð almannakunngjørd í Tinganesi 1. februar, hevur til endamáls at styrkja landsstýið í nýggjum samráðingum við donsku stjórnina um
fullveldi