Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. februar 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 8. februar 2001 9 8 Nr. 27 - 8. februar 2001 Eftir summarfrítíðina í ár verður nýggj Vanlukkutryggingar- lóg løgd fyri tingið. Samstundis kemur lógaruppskot um endurgjald ÓARBEIÐSFØRI Turið Kjølbro Nøkur ár eru síðani ar- beiðið við at gera uppskot um nýggja vanlukkutrygg- ingarlóg byrjaði. Fyri trim- um árum síðani varð upp- skot um nýggja Vanlukku- tryggingarlóg lagt fyri tingið, men tá val varð útskrivað í úrtíð, datt upp- skotið burtur. – Lógaruppskotið til nýggja vanlukkutrygging- arlóg er liðugt frá Al- manna- og heilsumálastýr- inum, men tað er ikki endaliga liðugt viðgjørt á lógardeildini. Helst verður tað tí ikki lagt fyri tingið fyrr enn beint eftir summ- arfrítíðina, tí tað eigur at fylgjast við lógini um end- urgjald, og hon verður ikki framløgd fyrr enn eftir summarfrítíðina, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í al- manna- og heilsumálum. Høvuðsbatarnir í nýggju lógini eru, at skotið verður upp at veita hægri endur- gjaldsupphæddir. Einstakir skaðar, t.d. lyftiskaðar, sum fyrr ikki hava verið fevndir av lógini, verða eftir upp- skotinum fevndir av nýggju lógini. – Og sjálvsagt verða allar mannagongdir skipaðar í samljóði við aðra lóggávu í landinum. Allir arbeiðsgev- arar hava skyldu at tryggja sítt arbeiðsfólk. – Hvussu mett verður um skaðar, og hvussu víttfevn- andi teir eru, er ikki ein politiskur spurningur. Tað verður avgjørt av einum fakligum ráði. Politiski myndugleikin kann ikki leggja seg út í avgerðirnar hjá Vanlukkutryggingar- ráðnum, sigur Helena Dam á Neystabø. Fakfeløgini stóra ábyrgd Landsstýriskvinnan í al- manna- og heilsumálum metir, at tað liggur ein stór ábyrgd á fakfeløgunum at upplýsa sínar limir. – Eg meti, at fakfeløgini, t.d. Fiskimannafelagið átti at gjørt eitt nógv størri arbeiði at kunna sínar limir um, hvørji rættindi tey hava í sambandi við til dømis vanlukku, og veitt sakkøna hjálp, tá ið á stendur hjá limi fakfelagsins. Eisini áttu fakfeløgini at ráðgivið sínum limum, hvussu teir kunnu tryggja seg sjálvar móti eitt nú vanlukku. Undanfarni landsstýris- maðurin í almanna- og heilsumálum, Kristian Magnussen, eftirlýsir í viðtali í blaðnum í gjár, eini kunngerð um vard størv. Fyrr enn kunngerðin kem- ur, fær Almannastovan ikki umsitið lógina um vard størv á nøktandi hátt. – Arbeitt verður í løtuni við spurninginum um vard størv og endurbúgving. Hetta eitt øki, sum í løtuni verður upprioriterað á Al- mannastovuni, og innan 14 dagar verður ein reglugerð liðug á økinum. Megin- trupulleikin er kortini at út- vega neyðuga nógv arbeiðspláss til vard størv. Vit áttu tí at umhugsað at álagt øllum almennum arbeiðsgevarum, sum hava fleiri enn eitt ávíst tal av fólki í starvi, at havt í minsta lagi eitt vart starv. Somuleiðis átti tað at áligið kommunalum arbeiðsgev- arum at útvega vard størv. Hetta er ein spurningur, sum eg ætli mær at taka upp og fáa greiðar reglur um, sigur Helena Dam á Neystabø. Danir hava greiðar reglar at arbeiða eftir, tá ið talan er um óarbeiðsføri og endurgjald ÓARBEIÐSFØRI Turið Kjølbro Sambært útrokningum sum danska Arbejdsskadestyr- elsen hevur gjørt fyri okkum, fær ein dani, ið er komin álvarsliga til skaða av arbeiðsvanlukku, mun- andi betri sømdir enn ein føroyingur. Reglurnar um endurgjald fyri mistan arbeiðsførleika eru í grein 32 í lógini um trygging ímóti fylgjum av arbeiðs- skaða, har endurgjald verð- ur veitt fyri varandi miss av arbeiðsførleika. Avgerðin um endurgjald fyri mistan arbeiðsførleika verður tikin eftir, at tann skaddi er lið- ugur við viðgerð á sjúkra- húsi, uppvenjing ella end- urbúgving. Fyrr enn tá er ikki grundarlag at meta um heilsustøðuna og framtíðar vinnumøguleikar hjá við- komandi. Avgerðin skal í tann mun tað ber til verða tikin innan eitt ár ella í seinasta lagi tvey ár eftir, at skaðin er meldaður. End- urgjaldið er treytað av varandi inntøkumissi ella inntøkuminking. Verður tapið av arbeiðsførleika mett til at vera undir 15 prosent, verður endurgjald ikki veitt. Verður tapið av arbeiðsførleika mett til undir 50 prosent, verður endurgjaldið veitt í einum. Verður tapið av arbeiðs- førleika mett til 50 prosent ella meiri verður endur- gjaldið grundarlag undir eini veiting, sum verður goldin árini framyvir. Møguleiki er tá at kapitali- sera tann partin av veiting- ini, sum svarar til ein arbeiðsførleikamiss upp til 50 prosent. Lógin heimilar at taka eina fyribils avgerð um endurgjald fyri arbeiðs- førleikamiss, um arbeiðs- støðan hjá viðkomandi ikki er greið. Slíkt endurgjald verður altíð veitt yvir eitt longri tíðarskeið. Endurgjald verður rokn- að við støði í arbeiðs- førleikamissinum, sum er fastsettur, og árslønini hjá viðkomandi árið fyri ó- lukkan hendi. Sambært grein 41 í lógini, stk. 3, kann árslønin ikki setast hægri enn eina ávísa upp- hædd, sum verður sett á hvørjum ári, uttan mun til, um viðkomandi hevur vunnið eina miljón krónur um árið ella meir. Í 2001 ár er upphæddin sett til 345.000 krónur. Sambært grein 32, stk. 5 verður endurgjald veitt fyri fýra fimtapartar av arbeiðsfør- leikamissinum. Verður end- urgjald veitt í mánaðar- ligum útgjaldi, verður tað goldið til viðkomandi er 65 ár, fyri nýggjar skaðar og yngri persónar. Síðani verður veitingin avloyst av eini upphædd, sum verður goldin í einum og sum er fýra ferðir árliga veitingin. Fortreytir Taka vit sum dømi, at ar- beiðsførleikin er niðursett- ur við 100 prosent, 65 pro- sent og 50 prosent, verður veitingin, sum víst á om- anfyri, goldin í mánaðar- ligum útgjøldum. Støddin á endurgjaldinum veldst um, í hvussu nógv ár hon skal rindast. Er tann, ið end- urgjald skal hava, 56 ár gamal tá endurgjald skal veitast fyrstu ferð, verður tað goldið í 9 ár, til við- komandi er komin til fólkapensjónsaldur, sum er 65 ár í Danmark. Tá so við- komandi er vorðin 65 ár, verður ein endalig veiting veitt, sum er fýra ferðir árliga veitingin. Endur- gjaldsupphæddirnar verða endurskoðaðar á hvørjum ári, sambært lønarstøðinum í Danmark. Hevur viðkomandi, sum skal hava endurgjald, vunn- ið meiri enn 345.000 krón- ur, verður upphæddin kort- ini sett til 345.000 krónur. Er arbeiðsførleikin heilt burturi, fær viðkomandi 276.000 kr. í 9 ár umframt eina endaliga veiting, svar- andi til í alt 3.588.000,- krónur. Er missurin av ar- beiðsførleika mettur til 65 prosent, fær viðkomandi 179.000 krónur í 9 ár umframt eina endaliga veit- ing, svarandi til í alt 3.049.000,- krónur. Er missurin av arbeiðsførleika mettur til 50 prosent, fær viðkomandi 138.000 krón- ur í 9 ár umframt eina enda- liga veiting, svarandi til í alt 1.794.000,- krónur. Leggjast kann afturat, at endurgjald fyri miss av arbeiðsførleika bert er ein av veitingunum sambært lóg um trygging ímóti av- leiðingum av arbeiðsskaða. Tey, ið fáa ein arbeiðs- skaða, har misti arbeiðs- førleikin verður mettur til 100 prosent, 65 prosent og 50 prosent, fáa vanliga eis- ini eitt endurgjald fyri var- andi mein umframt. Nýggj Vanlukku- tryggingarlóg á veg – Fiskimannafelagið átti at gjørt eitt nógv størri arbeiði at kunna sínar limir um, hvørji rættindi tey hava í sambandi við til dømis vanlukku, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýris- kvinna Munandi betri sømdir Viðmerkingar til samrøðuna við Leiv Egholm í blaðnum í gjár Fyri 29 árum síðani fór tann tá 17 ára gamla Marjun Mohr Augustinussen úr Vági til Danmarkar at arbeiða og royna okk- urt nýtt. Í dag er hon kommunalpolitikari og næstformaður í SF í Rødovre. Kommun- an hevur eina fíggjar- ætlan uppá 3 milli- ardir. – So kann ein annars samanbera við føroyska búskapin, sigur Marjun Augustinussen hugsunnarsom ÚTISETI VITJAR HEIM Dagfinn Olsen Føroyingar eru allastaðni! Hetta verður ofta staðfest, og møguliga er nakað í hes- um. Fyri stuttum hevur Marj- un M. Augustinussen vitjað heima í Vági. Hon býr í dag í Rødovre í Danmark. Eftir realprógv fór tann tá 17 ára gamla Marjun til Danmarkar. Hetta var í 1972. Hon vildi royna okk- urt nýtt og hon átti ein mammubeiggja í Alberts- lund, so hon fór til Dan- markar. Hon starvaðist millum annað á hotelli, reinsaríi og á sjúkrahúsi. Seinni er hon vorðin sjúkrahjálpari. Stillaði upp Marjun giftist donskum manni og eiga tey tvey børn. Síðani 1986 hevur Marjun búð í Rødovre. Hon hevur altíð havt áhuga fyri politikki og hon kom í Rødovre í politiskt merkt umhvørvi. Hon gjørdist í 1986 limur í SF, Socialistiskt Folke- parti, og tvey ár seinni gjørdist hon næstformaður í SF í Rødovre. Í 1994 stillaði Marjun M. August- inussen upp til kommunu- valið, kom inn, og hevur verið inni síðani. Politiska arbeiðið er strævið, heldur Marjun, sum hevur sítt borgarliga starv umframt. Hon hevur havt og hevur fleiri nevnd- arsessir. Hon hevur verið í sosialunevnd og er nú í mentanarnevndini og er forkvinna í nevndini, ið danir nevna teknik og miljø. Har verður arbeitt við húsum, kloak, vegum og øðrum. Kvinnur verða ikki ofta settar í samband við tøkni, men Marjun sigur til hetta, at sum politikari má ein hava áhuga fyri øllum. Hon nevnir fegin nøkur av seinastu arbeiðsúrslitun- um. Tað er eydnast at steðgað vandamiklari spræning av jørðini, har vandamikil evni síðani treingja niður í grund- vatnið. Eisini er komið væl áleiðis við eini ætlan um vistfrøðiligan mat til barna- garðar í kommununi. Í mentanarnevndini hava tey júst lagt síðstu hond á at byggja eitt savn — muse- um. Tað var Henry Heerup, ið læt sínar ognir og lista- savn til kommununa. Treyt- in var, at eitt savn varð bygt til hetta, og tað er nú gjørt. – Tey fyrstu 4 árini fara við at læra mannagongdir. Men síðani kemur ein inn í arbeiðið og gerst veruliga bitin av tí, sigur Marjun og upplýsir, at Rødovre Kommuna hevur eina fíggj- arætlan uppá 3 milliardir. – So kann ein annars samanbera við føroyska búskapin, leggur hon hugs- unnarsom afturat. Mentanarhvøkk Marjun M. Augustinussen viðgongur, at hon saknar Føroyar og familjuna av og á. Men hon vitjar heim ofta. Tó so, henni dámar væl í Danmark og danir. – Mær dámar væl teirra máta at vera uppá, sigur Marjun, sum hevur búð í Danmark útvið 29 ár. Marjun leikti hondbólt við VB, áðrenn hon leitaði út í heim. Hon metir, at enn sum áður, fyllir VB nógv í heimbygdini og hjá teim- um, ið har búgva. – Onkutíð er tað, sum eg ikki havi verið burturi, tá eg aftur vitji heima. Ikki nógv er broytt, sigur Marjun, sum tó staðfestir, at nógv nýggj hús eru. – Eg var heima, tá VB gjørdist føroyameistari. Tá veitslan var, var tað júst sum fyrr, og eg kendi meg- inpartin av fólkunum, greiðir Marjun Augustinus- sen frá. Hóast fáu broytingarnar heima, so heldur hon, at tað hendir heldur minni nú, enn fyrr. – Men kanska er tað tí, at eg eri vorðin eldri, smá- flennir Marjun. Hon er eisini millum teirra, ið er heldur órógvað av vánaligu burðartølunum í heimbygdini og oynni sum heild. Sjálv býr Marjun í dag í eini kommunu við 37.000 íbúgvum. Hon hevur ong- antíð havt trupulleikar av at vera føroyingur í Danmark. Tá Marjun fór til Dan- markar í 1972, fekk hon tó nakað av einum mentanar- hvøkki. – Eg skilti ikki altíð ironiina, men vil tó ikki siga, at eg hevði trupult við at fóta mær. Eg var nógv millum føroyingar í byrjan- ini, men seinni giftist eg og fekk børn, greiðir Marjun frá. Kommunuval verður aft- ur tann 18. november og Marjun Mohr Augustinus- sen hevur mót uppá fram- tíðina og ætlar sær at stilla uppaftur og royna enn eina- ferð. Tíðin fer so at vísa, hvørt tað eydnast henni at vinna pláss millum teirra, ið koma at standa við róðri í Rødovre komandi val- skeið. Tveir bilar stoyttu saman á smala vegastrekkinum við Tjaldavík týsdagin FERÐSLUÓHAPP Týsdagin í síðstu viku stoyttu tveir bilar saman við Tjaldavík í Suður- oynni. Vegirnir eru manga staðni sera smalir á leiðini og eini bilurin fór av kós. Førarin misti valdið á bilinum, men veit annars ikki júst, hvat orsøkin var til, at bilurin ikki vildi sum førarin. Tá so ein mótkoyrandi bilur kom ímóti, og ikki nógv pláss er á vegnum, so var samanstoyturin ikki at koma uttanum. Skaðið kom á bilarnar. Í eina bilinum var bert førarin og í hinum førarin og eitt barn. Størri persónskaði stóðst ikki av, men smærri snuddir. do Vágbingur og næst- forkvinna í SF í Rødovre Marjun M. Augustinussen fór úr Vági í 1972. Hon er í dag býráðslimur í Rødovre og næstformaður í SF. Her er hon avmyndað í stovuni í Vági við Vágseiðið í baksýni í stovuvindeyganum FAKTA Rødovre Kommuna hevur 37.000 íbúgvar. Býráðið er sett saman soleiðis. 9 umboð frá Socialdemokratinum, 3 umboð frá Konserva- tivu, 2 umboð frá Vinstra, 2 umboð frá Dansk Folkeparti, 2 umboð frá SF og eitt umboð frá Radikalu. Samgonguna mynda SF og Socialdemokratarnir. Fíggjarlóg: Uml. 3 milli- ardir. Alt øki er nýtt og einki er eftir at byggja á. Rødovre hevur í ár verið kommuna í 100 ár. Til ber at vitja heimasíðuna www.roedovrekom.dk Samanstoytur Óli Jacobsen Fyrst skal sigast, at tað er gleðiligt at Sosialurin tekur mál upp sum viðvíkja fiskimonnum, og vónandi kann slík skriving gera sítt til at nakað endir. Bert nakrar fáar við- merkingar: 1. Hóast fiskimannafelag- ið man vera tað felag sum best kunnar sovæl fiskimenn sum almenn- ingin um síni sjónarmið, so kann hon altíð gerast betri. Tí hava vit eisini nú fingið eina heima- síðu, har m.a. kunning um rættindi hjá fiski- og sjómonnum, tá teir gerast sjúkir ella koma til skaða, liggur fast inni. 2. Sum sagt setti eg í 1994/95 sum landsstýr- ismaður eina nevnd at endurskoða vanlukku- tryggingarlógina, sum væl nú má fara at koma fyri tingið. Hon kemur at loysa stóran part av teimum trupulleikum, sum eru umrøddir, m.a. við at geva eina støðuga veiting fyri mist vinnu- føri. 3. Hvussu tungir almennir nyndugleikar annars eru at dansa við skal verða lýst við einum dømi: Eg tók í 1998 stig til at seta eina nevnd at koma við uppskoti um eina nýggja dagpengalóg. Hetta ar- beiðið er loksins liðugt og hevur verið hjá fe- løgunum til ummælis. Sjálvur havi eg meira enn 20 árs royndir við verandi dagpengalóg og hevur FF út frá hesum royndum gjørt tilmæli um broytingar í upp- skotinum. Tað er ikki eitt komma tikið til eft- irtektar! Bert eitt dømi: Lógin ásetir eina freist uppá 12 dagar at lata inn um- sókn. Verður hon ikki hildin, fæst bert frá tí degi, umsóknin er latin inn. Aftaná nevndu 12 dagar og innan 8 vikur kunnu undir serligum umstøðum gerast undan- tak. Men so verður sagt í viðmerkingunum: “..um ein arbeiðsgev- ari ella ein lækni liggur og bølir á umsóknina og ikki sendir hana víðari, sum lovað, so er hetta ikki nóg góð grund- geving fyri at víkja frá umsóknarfreistini”. Her nýtast væl ongar viðmerkingar! Hetta lýsir meira enn nakað annað hugburðin í “toppinum” móti tí “meiniga manninum”. Tí har høvdu teir neyvan sett slíkar treytir um tað vóru teirra egnu viður- skifti sum skuldu lóg- festast. Vit hava roynt at vísa á hvussu órímilig henda reglan er. Men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás. Hetta og nógv annað kann lesast á Heima- síðuni hjá Fiskimanna- felagnum: www.fiskimannafelag.fo Sjálvsagt kann kunning altíð betrast Tí er hon nú løgd á heimasíðuna hjá FF VIÐMERKING