hósdagur 8. februar 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 8. februar 2001
11
10
Nr. 27 - 8. februar 2001
AUTO
- Dag sum nátt -
- skjótt og gott -
Skalt tú bil hýra
- so er tað 311234
BENZIN
DIESEL
KIOSK
- ALT DØGNIÐ -
AUTO
311234
AUTO
NÁTT-
BUSSURIN
hjá Øssuri Christiansen
Leygarkvøldið:
• Úr Vestmanna
kl. 24
• Úr Tórshavn
kl. 01
• Úr Vestmanna
kl. 04
• Úr Tórshavn
kl. 05
(Koyrt verður um
Kvívík og Kollafjørð,
tá fráboðan fyriliggur)
Onnur kvøld kann
koyrast eftir avtalu
Tlf. 424254
Bussarnir:
Tlf. 287752 • 286254
Streymoy
Norðoyggjar
Vilja tygum við í
Í býin - hvønn hósdag
Ynskja tygum at lýsa í teiginum í býin, so
fyllið út henda lepan og sendið hann til
Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax
314720
Tekstur
Mat-
seðilin
Hósdagin 8. feb.:
Gullash
Fríggjadagin 9. feb.:
Kotelettir
Leygardagin 10. feb.:
Culottesteik
Mánadagin 12. feb.:
Gjørda haru
Týsdagin 13. feb.:
Fiskafrikadellir
Mikudagin 14. feb.:
Hamburgarygg
Kostnaður 32,- kr.
***
Seinnaparts-
TILBOÐ
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 14,95
Maxiburgari ella
Búffsandwich 19,95
Matstovan
í Hoyvík
Kaggin
TAXI
TAXI
TAXI
Kaggin
Kaggin
www.kaggin.fo
spælir í
vikuskiftinum
Sosialurin - 311820
Kaggin
verður
leygarkvøldið
17. feb.
• turr grind
• turrur fiskur
• spik
• breyð við
føroyskum
viðskera
Tekningarlisti
liggur í
barrini.
føroyskt
royskt
hugnakv
hugnakvøldld
Tekna teg
sum haldara,
so fært tú
sosialin
5 ferðir um
vikuna
til dyrnar
Haldarar F¿royum: 360,-/rsfj.
Haldarar Europa: 510,-/rsfj.
5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna Europa: 425,-/rsfj.
Onnur lond: Ymiskir prsir
Internet: 240,-/rsfj.
-tað
loysir
seg
-har
tað hendir
VIÐMERKINGAR
Pf. Atlantic Airways
Eyðfinnur Jacobsen
nevndarformaður
Hósdagin 1. februar í ár
gjørdi Sosialurin undir
“Dagsins meining” (odda-
greinini) viðmerkin gar til
œtlanina hjá nevndini hjá
Atlantsflog um partvísa
privatisering av felagnum.
Viðmerkingin vísir tí-
verri, at blaðið hevur mis-
skilt okkara œtlan. Nevndin
heldur tí, at tað er neyðugt
enn eina ferð at umrøða og
útgreina œtlanina og heita
tí við hesum á blaðstjórnina
um at geva okkum neyðuga
blaðrúmd á hóskandi stað.
Fyri tað fyrsta er at siga,
at œtlanin byggir á, at
Føroya Landsstýri fram-
vegis
eigur
meirilutan
(51%) av partapeninginum
og at øðrum íleggjarum
kunnu bjóðast upp til 49%
av partapeninginum.
Í øðrum lagi er œtlanin,
at fremja privatiseringina í
stigum. Tí verða neyvan
meira enn eini 10 til 15%
latin øðrum partaeigarum í
fyrsta umfari.
Í
triðja
lagi
heldur
nevndin tað vera áhugavert
og ein styrking av felagnum
at fáa føroyskar íleggjarar
(einstaklingar
og
stovnar/fyritøkur) við sum
partaeigarar av tjóðarflog-
felag Føroya. Ikki minst
heldur nevndin, at tað kann
styrkja felagið, at fáa
starvsfólkini sum partaeig-
arar.
Í fjórða lagi heldur
nevndin, at rúmd skal vera
fyri at hava strategiskt sam-
starv við annað flogfelag
úti í heimi. Ein kendur máti
at gera hetta uppá, er at
bjóða einum slíkum felag
ognarlut upp á t.d. 10 til
25%. Tað skal undirstrikast,
at samstarv av hesum slag
verður ikki gjørt við eitt og
hvørt felag og fyri ein og
hvønn prís, men einans um
so er, at fyrimunir fáast
burturúr.
Í fimta lagi heldur nevnd-
in, at tað er rœtt at seta hesa
œtlan í verk nú, tá hetta
fellur saman við arbeiðin-
um at seta á stovn ein
føroyskan
virðisbrœva-
marknað. Nevndin metir
tað verða Atlatnsflog til
fyrimunar at verða klárir
frá byrjan, umframt at hetta
eisini skal skiljast sum ein
stuðul til hetta arbeiðið.
Í sœtta lagi er neyðugt at
gera eitt fyrireikandi ar-
beiði, sum er bœði drúgt og
krevjandi. Tá hetta er lið-
ugt, skal endaliga œtlanin
leggjast fyri eigaran.
Við hesum vóni eg, at tað
nú er øllum greitt, at
nevndin hevur onga dulda
dagsskrá, men einans er í
holt við at styrkja og fyri-
reika felagið til eina meira
dynamiska framtíð í Før-
oyum, har ein føroyskur
virðisbrœvmarknaður
er
partur av gerandislívinum.
Maskinmeistarafelagið
Niels Th. Pedersen,
formaður
02.02.2001
Uppskot til løgtingslóg um
bólking o. a. fyri skiparar
og manningar á Vaktar- og
B j a r g i n g a r s k i p i n u m
Brimli.
Maskinmeistarafelagið
skal við hesum harðliga
mótmæla, at Føroya Løg-
ting tekur nevnda mál til
viðgerðar og við hesum
leggur seg út í grundleggj-
andi rættindi hjá okkum
sum fakfelag fyri partar av
manningini á M/S Brimli.
Vit vóna, at løgtingslim-
irnir duga at síggja vandan
í, at Fíggjarmálastýrið, sum
ikki hevur víst evni ella
vilja til at fáa í lag semju
við fakfeløgini, kann fara í
tingið við uppskoti, hvørs
einasta endamál er at fáa
ásett við lóg tey ynskir um
lønar- og setanarviður-
skifti, sum sama Fíggjar-
málastýrið hevur viðvíkj-
andi M/S Brimli.
Vit fara ikki at góðtaka,
at Løgtingið letur seg brúka
av Fíggjarmálastýrinum í
einari lønartrætu, sum fyri
langari tíð síðani hevði
verið loyst, um Fíggjar-
málastýrið hevði víst veru-
ligan vilja til at samráðast
um hesi viðurskifti.
Vit loyva okkum eisini at
vísa á, at tað fyri okkum er
púrasta burtur við, at
nevnda
lógaruppskot
í
grein 1 skal geva sama
landsstýrismanni, sum er
beinleiðis partur í málinum,
heimildina at seta eina
nevnd, sum skal avgera teir
spurningar, sum áttu at
verið loystir við samráðing-
um.
Enn
meira
ótryggar
kenna vit okkum, tá ásett
verður í 2. petti í uppskot-
inum til nevndu lógargrein,
at Fíggjarmálastýrið skal
velja tríggjar limir í framm-
anfyri nevndu lóg, meðan
felag okkara bert skal til-
nevna ein lim.
Vit vóna, at løgtingslim-
irnir duga at síggja, at tá
talan er um vaktarskipið
Brimil, so er talan um
tríggjar ymiskar sáttmálar,
og um so er, at sáttmála-
ásetingarnar
fyri
limir
okkara skulu ásetast av
einari nevnd, er tað púrasta
burtur við, at Fíggjarmála-
stýrið skal tilnevna tríggjar
nevndarlimir, meðan felag
okkara bert skal tilnevna
tann eina.
Samanumtikið er hetta
lógaruppskot ein beinleiðis
provokatión móti føroysku
fakfelagsrørsluni, og vit
ávara móti vandanum í, at
slík nýggj siðvenja nú skal
førast inn á føroyska ar-
beiðsmarknaðin.
Vit hava ongantíð áður
upplivað,
at
Løgtingið
leggur seg út í sáttmála-
samráðingar, tá ikki so
frægt sum eitt semings-
uppskot liggur á borðinum,
sum grundarlag hjá Løg-
tinginum at taka støðu út
frá.
Vit hava áður fráboðað,
at um lógin verður samtykt,
so fara vit at seta tiltøk í
verk, og vit skulu bert
endurtaka, at um løgtingið
veruliga hevur so lítla virð-
ing fyri føroyska løntakar-
anum, at hesir løgtingslimir
taka undir við at leggja seg
út í sáttmálaviðurskiftir,
sum áttu at verið loyst mill-
um partarnar, so fer hetta
uttan iva at fáa sera óhepnar
avleiðingar fyri stórar part-
ar av samfelag okkara.
Vit vóna tí inniliga, at
løgtingslimirnir vísa virð-
ing fyri føroysku fakfelags-
rørsluni, og vanliga løntak-
aranum og vísa aftur upp-
skotinum frá Fíggjarmála-
stýrinum.
Viðmerkingar til oddagrein í Sosialinum
Til allar løgtingslimir
Í bløðunum í farnu viku
var eitt tíðindaskriv, sum
segði
frá,
at
eitt
ættargranskingarfelag
var stovnað.
Har stendur, at tað
varð ein roynd gjørd at
stovna eitt slíkt felag,
men tað hevur ikki verið
nógv at hoyrt til hetta
felag.
Hetta vilja vit fegin
gera eina viðmerking til,
tí okkara felag, sum
eitur Ættarbandið, hevur
havt
nevndarfundir,
aðalfundir og almennar
fundir við fyrilestrum á
hvørjum
ári
síðani
felagið varð stovnað,
eisini góvu vit eitt blað
út til limirnar í fjør, sum
eitur
Ættartræið
og
ætlanin er at fáa tað út
aftur í ár.
Tað
tykist
okkum
løgið, at fólk við so
stórum áhuga fyri ættar-
gransking, ikki vita at
eitt vælvirkandi felag er
til.
Fyri Ættarbandið
Maria Jacobsen
Elin Midjord
Katrin Mørkøre
Jóna Lindenskov
Andras Joensen
Viðmerking
til tíðindaskriv um ættar-
granskingarfelag
Kai Vágfjall
Kæru íslendsku frændir!
Tað hitar hjarta okkara, at
tit, brøður okkara, veita
okkum dyggan moralskan
stuðul, í stremban okkara at
loysa okkum úr donskum
hjálandahafti
og
vinna
okkum fullveldi.
Her hugsi eg m.a. um
heimasíðina
www.fullveldi.org, har ein
hópur av íslendingum hava
víst
okkum
samhuga.
Somuleiðis tøkk fyri tær
greinar, sum tit hava sent til
okkara
fullveldissíðu
www.fullveldi.fo.
Stóra
tøkk skulu tit øll hava.
Eina serliga tøkk til
altingsmannin Steingrím J.
Sigfusson, sum ikki fýrdi
fyri at seta danska forsætis-
ráðharranum Poul Nyrup
Rasmusen (PNR) næskar
spurningar viðvíkjandi full-
veldistilgongdini.
Sam-
stundis má eg biða íslend-
ingar um umbering fyri
ófólkaligu framferini hjá
okkara umboði í Norður-
landaráðnum
Dan
R.
Petersen, sum gjørdi øllum
føringum fyri skommum.
Tað er hugstoytt, at tað
skal finnast í okkara egna
landi, slík fólk og slíkur
flokkur, sum sigur seg
arbeiða fyri javnaða, frælsi
og brøðralagi, men sum av
øllum alvi renna ørindir
fyri eina aðra tjóð, ímóti
sínum egnu. Hetta skilja tit
íslendingar neyvan, tí slíkir
skutilsveinar funnust og
finnast ikki í Íslandi. Ísland
er reint. Hvat kalla íslend-
ingar slík???
Men eitt eri eg sera
harmur um, og tað er at
eingir íslendskir ella aðrir
norðurlendskir stjórnarlim-
ir hava víst sína ónøgd við
harrendu framferðina hjá
donsku stjórnini mótvegis
føringum. Fyri mær sær tað
út, sum um teir ikki vilja
fornerma PNR, og geva
sostatt Føroyar upp til
skutils.
Hevði nakað annað land,
longur burturi í heiminum,
borið seg soleiðis at ímóti
einum øðrum landi, sum
Danmark ger mótvegis
Føroyum, høvdu helst allar
norðurlendsku stjórnirnar
talað harliga at, men nú tað
er ein norðurlendsk tjóð,
sum stríðist fyri frælsi, sær
tað út sum um øll hini
norðurlondini bara lata
eyguni aftur, sum um før-
ingar als ikki eru til fyri
teimum.
Einaferð enn stóra takk
til allar íslendingar og gott
nýggjár.
GUD SIGNIÐ ÍSLAND
OG FÓLK TESS!
Ein tøkk til íslendingar!
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo