Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. februar 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 8. februar 2001 13 gult cyan magenta svart 12 Nr. 27 - 8. februar 2001 gult cyan magenta svart Signar P. Heinesen Loksins legði samgongan eitt ítøkiligt uppskot fram um eina lóg um, hvussu fram kann farast tað næsta ártíggju í sambandi við støðuna hjá Føroyum í rík- inum. Fyrst vil eg ynskja sam- gonguni tillukku við einum leiki, sum helst var ein av teim heilt fáu í teirri støðu, sum málið um statsrættar- ligu støðu Føroya var kom- ið í. Serliga vil eg ynskja Annfinni Kallsberg, løg- manni, Høgna Hoydal, varaløgmanni og Karsteni Hansen fíggjarmálaráð- harra, tillukku. Helst geri eg Helenu Dam á Neystabø órætt, um hon ikki eisini verður nevnd. Eg kenni ikki ítøkiliga til málsgongdina, men helst hava eisini embætisfólk verið við til at tilevna júst hetta uppskotið og fáa tey hervið eisini eina heilsu hiðani úr Signabø. Hví so lukkuynskigev- andi? Tað er helst ikki vanligt í almennum viðmerkingum sum hesum, soleiðis at ynskja tillukku til einstakar persónar í landsins leiðslu. Orsøkin til, at eg geri tað í hesum føri, er, at júst hetta málið hevur verið so trup- ult. At samgonga og and- støða hava togast er natúr- ligt og tann bardagin haldi eg hevur verið gevandi fyri málið. Afturat hesum hevur samgongan havt ein rætti- liga seigan mótpart í donsku stjórnini. Hesum er heldur einki ónatúrligt í og hevur hesin bardagi eisini verið gevandi fyri málið, hóast eg kanska haldi at báðir partar viðhvørt hava fingið okkum borgarar at ‘krympa tær’. Leikirnir hava ikki allir verið so reinir, sum ein kundi ynskt. Men afturat hesum báð- um hermótum, sum eru heilt natúrlig í einum slík- um máli, hevur samgongan havt sera truplar umstøður innanveggja. Í tí sambandi vera eingi nøvn nevnd, men eg haldi tað vera rætt at nevna omanfyri nevndu nøvn, sum, við at átaka sær eina persónliga ábyrgd í sínum embæti, hava svarað álitinum frá veljarunum og løgtingslimum aftur við álitisvekjandi atferð í hes- um málinum. Eitt valskeið við einum høvuðsmáli á politisku skránni Veljarin fór til val í 1998 uppá málið um framtíðar- støðu Føroya. Onnur mál vóru eisini frammi, men í samgonguni hevur hetta eina málið tikið at kalla alla politiska orku. Onnur máls- øki eru um ikki beinleiðis misrøkt, so røkt heldur veikari enn ein hevði rokn- að við, um tað eina málið ikki tók alla hesa orkuna. Ein samgonga, sum hev- ur brúkt so nógva orku uppá eitt mál, kann ikki loyva sær at fara útaftur til sínar veljarar við ‘óforrætt- aðari sak’. Samgongan má onkursvegna fáa málið til viðgerðar, soleiðis at tíðin er ikki farin fyri skeyti. Andstøðan hevur røkt sína uppgávu og hevur givið samgonguni lítið rásarúm at virka á. Danska stjórnin hevur eisini røkt sína uppgávu og rásarúmið hjá samgonguni er ikki vorðið víðari av tí. Vit kunnu við góðum rætti siga, at landsstyrið stendur skák-mát í ætlanini at fáa í lag ein sáttmála millum Føroyar og Danmark, sum fólkið við skili kann taka støðu til. Eftirklók kunnu vit so siga, at hetta var kanska heldur naivt at rokna við. Vit kunnu eisini siga so nógv annað um gongdina. Samráðingar-etiskt haldi eg at báðir partar skulu royna at tiga sum frægast. Sett skák mát í tí eina talvinum hevur samgongan tó megnað at leggja eitt uppskot fram, sum verður ómetaliga trupult hjá nøkr- um parti at siga nei til – tað veri seg andstøða ella danska stjórnin. Fólkaatkvøðan sum am- boð Samgongan hevur valt at brúka fólkaatkvøðuna sum amboð. Hetta boðaði hon frá longu í sambandi við samgonguskjalið og eingin hevur fyrr enn nú við enda- spurtin sett spurnartekin við tað. Hesi spurnartekin rokni eg sjálvur heldur ikki sum annað enn fjas, sum andstøðupolitikarar taka til, áðrenn teir hava funnið tey veruligu argumentini fram um málið sjálvt. Hvørt fólkaatkvøðan er juridiskt bindandi ella ikki er ikki áhugavert. Spurn- ingurin er, um fólkið fær møguleika til at svara pre- sist uppá hendan eina spurningin og sjálvur havi eg ongar trupulleikar við at svara og rokni ikki við at onnur hava tað heldur. Tað veri seg ja ella nei. Sum veljari havi eg held- ur ongan trupulleika við at binda meg sjálvan tey næstu valskeiðini framyvir. Í hesum sambandi er vert at hava í huga, at fólkaatkvøð- an antin verður eitt ja – sum politiskt bindir komandi løgting til eina ætlan, ella fólkaatkvøðan verður eitt nei, sum bindir komandi løgting øðrvísi. Fólkaatkvøðan er í tveimum – tann eina er bú- skaparlig/fyrisitingarlig og hin seinna er tjóðskaparlig. Hetta haldi eg vera gott. Tað gevur teimum, sum hava eina greiða búskapar- liga og fyrisitingarliga meining møguleika fyri at geva seg til kennar hesum viðvíkjandi. Spurningurin um tann tjóðskaparliga partin verður so svaraður, um tað verður viðkomandi og til ta tíð, tá ið tað er við- komandi. Andstøðan og danska stjórnin hava roynt at nið- urbinda hesa samgonguna til eina ætlan, har báðir spurningarnir skulu svarast í einum. Samgongan hevur smoykt sær út úr hesi niðurbinding. Hetta er po- litiskt ‘fair-play’ frá báðum síðum. Við fólkaatkvøðuni tann 26. mai fáa allir partar høvi til at reka sínar veljarar til tann krossin, sum teir standa fyri. Hetta er eisini ‘fair-play’ frá báðum pørt- um. Blokkurin og danska stjórnin? Onkur hevur so roynt at fáa samgonguna aftur í ‘spaghetti-felluna’, har bæði tann tjóðskaparligi og tann búskaparligi/fyrisit- ingarligi spurningurin skulu vevjast saman í eina kisu. Báðir spurningarnir eru stórir, sum krevja longri tíð enn eitt valskeið, so hetta er ein sjálvsagdur leikur hjá andstøðu og donsku stjórnini. Men veruleikin er bara, at um danir kvetta blokkin, tí teir halda seg vera út- spældar, so verður danska fólkatingið um tað. Vit føroyingar fáa ikki gjørt so nógv við, hvussu danir uppføra seg. Velur fólkatingið og danska stjórnin at hótta, so hava tey sett seg sjálv út úr spælinum. Hvør fræls menniskja kann taka eina hóttan í álvara? Ein hóttan bindir tann, sum hóttir, tí tá er tann seinasti frælsi leikurin spældur. Vit kunnu jú fyristilla okkum, at danska fólka- tingið avgerð, at blokkurin til Grønlands skal kvettast, tí Jonathan og George eru pennavinir. Vit kunnu fyristilla okkum so mangt, men tað ber ikki til at taka slíkar fyristillingar fyri fult. Danska fólkatingið av- gerð, hvussu tað vil upp- føra seg í einum siviliser- aðum heimi. Velur danska fólkatingið at uppføra seg sum valdsharri, so er ong- antíð ov skjótt at kvetta bondini, tí so er vandi á ferð undir øllum umstøð- um. Velur andstøðan at vísa til møguligar danskar av- gerðir, so hava vit eitt problem her í landinum, tí okkara fólkavaldu gera seg til grátikonur fyri danska fólkatingið. Eg sjálvur rokni ikki slíkar hóttanir sum eitt konstruktivt íkast í málið og vil ikki sjálvur taka støðu út frá tí –hvørki annan ella hin vegin. Hvørki vil eg seta krossin við “ja” uppá tross og held- ur ikki vil eg seta krossin við “nei” av ótta. Sama rokni eg við er galdandi fyri flestallar føroyingar, sum eru komnir til valaldurs. Ja ella nei? Við tí uppskoti, sum fyriliggur, hava vit fingið eitt givið høvi til at taka støðu til ríkisrættarligu og búskaparligu/fyrisitingarlig u støðuna hjá Føroyum. Hetta høvið haldi eg, at fólk skulu taka til sín og seta sín kross, har tey meta vera rættast og uttan íblanding frá hóttanum – men annars við øllum teimum snildum, sum politiski leikpallurin hevur at bjóða. Um leiklutin hjá and- støðuni vil eg bert ynskja, at hon tekur tann veruliga spurningin upp og ikki fjas og fjant. Fjas og fjant vil geva samgonguni alt ov víðar ræsur og vil ikki vera gagnligt fyri sjálvt málið, uttan mun til, hvussu úr- slitið sjálvt verður. Demokratiskt er tað særandi, at Bush er forseti í USA uttan tó at hava fingið undirtøku frá einum meiri- luta av amerikanska fólkin- um. Slíkt kemur fyri og vit mega bert viðurkenna, at hóast roynt verður at finna best møguliga teknikk og fyriskipan, so gleppur við- hvørt. Hetta er ein partur av tilveruni og skaðin er helst ikki størri enn at livast kann við tí. Sama kann sigast um eina fólkaatkvøðu um framtíðarstøðu Føroya. Eg seti mína vón til, at úrslitið gerst greitt annan vegin ella hin. Tað verður sárt, um úrslitið verður 50%/50%+1 – men hetta er ein risiko, sum vit altíð hava í sam- bandi við atkvøðugreiðslu. Gott val At enda vóni eg, at hend- an lógin – ella variantar av henni – verður samtykt av løgtinginum og um so verður, vil eg ynskja øllum Føroya fólki eitt gott val við teirri risiko, at úrslitið verður ikki júst tað, ein sjálvur kundi ynskt. VIÐMERKINGAR Fimtifimm ár seinni Johan Mortensen Í farnu viku kom fiski- málaráðharri okkara aftur úr Íslandi við einum fiski- vinnusáttmála fyri inniver- andi ár. Tað má sigast at hetta er sanniliga ein sátt- máli sum er sera góður fyri Føroyar. Hesin sáttmáli hevur eitt marknaðarvirði uppá einar 100 Mio Krónur. Harfturat koma aðrar inntøkur í Landskassan av at virka fiskin osfrs. Eisini hava Íslendingar latið okkum 70 tons av kalva hóast teirra kalvastovnur er sera illa fyri. Tey rættindir sum íslend- ingar fáa í okkara sjógvi stenda ikki mát við hvat teir lata okkum. Tað er tí eyg- sæð at tað er eisini stórur íslendskur politiskur væl- vilji saman við íslendskum føroyavinum í vinnuni sum standa aftanfyri henda sáttmála sum rætt og slætt er ein stórfingin gáva til føroyska fólki í hesum okkara álvarstíðum. Ísland stuðlar okkum bæði mo- ralskt og í verki. Vit eiga nógvar hollar vinir undur Jøklunum. Eg kann ikki lata vera við at nevna at Ísland á hvørjum ári útflytur fyri slakar 150 Mio Kr (1999) til Føroyar einahelst av landbúnaðarvørum. Vit kvittera fyri stóru íslendsku vælvildina við munandi at skerja teirra útflutning, orsakað av óskiljandi før- oyskari djóralækna-kapi- tulatión yvirfyri EU. Hetta er til lítlan heiður fyri okkum og áttu vit í verki at sýnt Íslandi størri takksemi fyri teirra vælvild mótvegis føroyingum. Tó, tað er mestur ein sannroynd at stórsinni trív- ist nú frægast har sum politiska frælsið valdar. JA Í Mei Bróðurhondin – Vantandi samskifti millum familjulimir gevur ofta trupulleik- ar. Í nógvum førum snýr tað seg um at vísa fólki á, hvussu tey kunnu vera sam- an, sigur Jakobina Hansson, sum saman við Onnu Hansdóttir ráðgeva familjum, hjúnum og øðrum RÁÐGEVING Turið Kjølbro – Vit eru farnar undir ráð- geving fyri at vita, hvussu stórur tørvurin er. Og vit kunnu avgjørt siga, at hóast viðskiftafólkini enn ikki hava verið nógv í tali, so er grundarlag undir okkara ráðgeving, sigur Jakobina Hansson. Tað er nú eitt ár síðani, at Jakobina Hansson og Anna Hansdóttir fóru undir at ráðgeva fólki, familjum við børnum, hjúnum, ungum og einstaklingum, ið eru komin í trupulleikar av persónligum slag. – Oftast er tað samstarvið ella vantandi samskiftið millum familjulimirnar, sum gevur trupulleikar. Tí leggja vit størstan dentin og orkuna á, at ráðgevingin fer fram sum samstarv ímillum familjulimirnar. Ráðgev- ingin er ikki beinleiðis við- gerðandi. Hjálp til sjálvhjálp At biða um hjálp, tá ið á stendur, er ikki nakað sum eyðkennir føroyingar. Før- oyingar eru eitt stolt fólka- slag, sum skammast ikki sørt um at venda sær til serkøn um hjálp, heldur Jakobina Hansson. – Nógv skal til, áðrenn biðið verður um hjálp. Og at viðurskiftini í Føroyum eru lítil og øll kenna hvønn annan, spælir eisini nógv inn. Hinvegin eru føroy- ingar seinastu árini blivnir meiri opnir yvir fyri ráð- geving av okkara slag, og ikki minst tilvitaðir um, at tað ber til at koma víðari við eitt sindur av hjálp. Ráðgevingin hjá Jako- binu og Onnu er eitt tilboð til fólk, áðrenn tey eru komin út, har tey ikki grynna longur. – Tað vísir seg í nógvum førum, at trupulleikarnir eru vorðnir rættiliga stórir, áðrenn fólk biða um hjálp. Mangan snýr tað sum um samskiftið í familjuni, har til dømis annar hjúnafelag- in metir seg ikki at verða sæddur og ikki at hava týdning á jøvnum føti við hin. Tá ið familjur eru til ráðgeving, er tað ofta tí, at børnini á onkran hátt vísa, at okkurt er galið. Flestu málini vit hava arbeitt við eru foreldur, sum hava brúk fyri hjálp í uppalingini, ella hjún, har annar hjúnafelag- in kærir um vantandi sam- skifti. Í báðum førum snýr tað seg um at vísa fólki á, hvussu tey kunnu vera sam- an. Samskiftið er lyklar- orðið í øllum. Mangan skulu ikki nógv- ar samrøður til, áðrenn viðskiftafólkini hava fingið eitt amboð soleiðis, at tey kunnu koma víðari. – Fáa vit ikki hjálpt, mæla vit fólki til sálar- frøðiliga hjálp. Jakobina Hansson og Anna Hansdóttir hava báð- ar útbúgving sum pedagog- ar. Umframt royndir sum dagstovnaleiðarar, hava tær tikið eina trý ára eftirút- búgving sum familjuráð- gevar. Báðar eru samstund- is í starvi í stuðulsfólka- skipanini. Ráðgevingar- virksemið fer tí fram eftir vanliga arbeiðstíð. – Tað týdningarmesta hjá okkum er at fáa fleiri royndir og harvið gerast betri ráðgevarar, sigur Jakobina Hansson at enda. Størsti vinnulívs- maður nakrantíð í Føroyum, J.F. Kjølbro í Klaksvík, fær í summar standmynd reista í túninum, har hann byrjaði virk- semi sítt tíðliga í seinastu øld á Biskupstøð, framman fyri húsini, har bóka- savnið og heima- virkið nú halda til. Hetta lovar nýggi borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen STANDMYND Jústinus Leivsson Eidesgaard Klaksvík, Sosialurin: Standmyndin er langt síðan liðug og hon er eisini gold- in. Í dag stendur hon í bý- ráðshøllini, væl goymt aft- an fyri eitt tjald, í einum króki. Tjaldið er seymað serliga til standmyndina og krókin. Hon verður vard sum dýrasti dýrgripur og tað eru bara teir heilt fáu út- valdu sum sleppa at síggja hana. Hetta má bíða til avdúkingardagin einaferð í summar. – Politiska viðgerðin av hesum máli er ikki endaliga liðug, men semja er um, at standmyndin skal upp at standa í summar. Tað er ikki enn politisk semja í býráð- num um hvussu stórt pláss standmyndin skal hava, men hetta verður avgjørt í næstum, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri. – Men semja er um hvar sjálv standmyndin skal standa. Hon verður sett í túninum, har Kjølbro byrj- aði virksemi sítt, sigur Steinbjørn Jacobsen, borg- arstjóri. Sparikassin rindar gildið Tað er Norðoyar Spari- kassi, sum ringar gildið. Norðoyar Sparikassi hevur fíggjað alt arbeiðið við at samsýna listamanni og við at stoypa standmyndina, sum er úr bronsu. Og tað er ongin annar enn Hans Pauli Joensen, listamaður, sum hevur evnað standmyndina til. Hon minnir eitt sindur í stíli um standmyndina av Nólsoyar Páll, sum stendur í Vágsbotni og sum eisini kom úr Hans Paula´sa hondum. Nólsoyar Páll byrjaði eisini virksemi sítt beint við síðuna av, har Kjølbro góð 100 ár seinni legði lunnar undir sítt virksemi.’ Standmyndin sýnir Kjøl- bro sita í klædningi sum ríki vinnulívsmaðurin, sum gløggi kaptalisturin, ið brendi eftir at fáa avkast av sínum íløgum. Hann situr og heldur eyga við plássin- um, ið hann sjálvur hevur ment til fremsta vinnu- lívspláss í landinum. Høga Kunoyggin er rist sum ein karmur í bakgrundini. Kun- oyggin, sum búmerki hjá allari fyritøkuni. Myndin sýnir ein mann, fullur av dirvi, ágrýtni og skili. Kjølbro hevur nú verið deyður í mong ár, men virksemið, íð hansara hend- ur løgdu lunnar undir, livir í besta blóma. Og tað fevna víða, frá vanligum útróðri til fiskiskap við størstu fiskiskipum í heiminum, frá smáhandlum til stórar timburhandlar. Tað er ikki ein maður, sum eigur hetta longur, men tað var hann sum blásti lív í. Og tað er júst tí, at klaksvíkingar kenna takksemi til hendan stóra mann, so stórt, at nú skal minni um hann varð- veitast í øldir í gulari bronsu, ið seinni fer at irrast grøn av øllum regn- inum í Klaksvík. Jógvan við Keldu, fyrr- verandi borgarstjóri hevur verið ein av undangongu- monnunum at fáa stand- myndina til vega. Standmynd av Kjølbro reist í summar Hetta modellið av standmyndini stendur í Norðoyar Sparikassa. Vit royndu av avmynda standmyndina, har ætlanin er at seta hana, men hon dettir burtur í hvítu klædningunum á bókasavninum og heimavirkinum. Sum eitt hugskot til býráðið, hava vit flutt standmyndina nakrar fáar metrar, oman um gamla handilin hjá Kjølbro, og her kemur hon rættuliga til sín rætt, tó nakrar metrar við síðuna av har alt byrjað Mynd: Jens Kr. Vang Ráðgeva familjum við trupulleikum – Mangan skulu ikki nógvar samrøður til, áðrenn viðskifta- fólkini hava fingið eitt amboð soleiðis, at tey kunnu koma víðari, sigur Jakobina Hansson Mynd: Álvur Haraldsen