hósdagur 8. februar 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 27 - 8. februar 2001
Abraham Mikladal
Klaksvík
Suðuroyggin er ikki verri
fyri, enn eitt nú Norðoyggj-
ar eru. Um hugt verður eftir
búskapartølum fyri Suður-
oynna og Norðoyggjar,
sæst, at hesi bæði økini eru
meinlík.
56% av íbúgvunum í
Norðoyggjum hava lønandi
arbeiði, meðan 50% av
íbúgvunum í Suðuroy hava
lønandi arbeiði. Hinvegin
fáa 80,6% av íbúgvunum í
Norðoyggjum løn og/ella
almannaveiting, og fyri
Suðuroynna er talið 81,3%.
Hugburðskreppa
Verður hugt eftir miðalinn-
tøkuni fyri hvønn lønmót-
takara í Norðoyggjum sam-
mett við tann í Suðuroynni,
vísa tølini, at lønmótakarin
í Suðuroy fær 3.061 krónur
meiri í løn um árið enn
lønmóttakarin í Norðoyggj-
um.
Tá aðrar veitingar (ALS,
Almannastovan o.a.) eru
tiknar við tjenar ein suður-
oyingur 558 krónur minni
enn norðoyingurin um árið.
Sostatt vísa tølini, at Suð-
uroyggin er einki verri fyri
búskaparliga, enn Norð-
oyggjar eru, men heldur
nógv verri fyri hugsjónar-
og hugburðsliga.
Stórur óvjavni
innanoyggja
Tølini vísa heilt greitt, at
tað sum heild ikki er nevni-
verdur munur á Suðuroynni
og Norðoyggjum, men um
hugt verður eftir Suður-
oynni fyri seg, gerst greitt,
at stórur munur er á norðari
parti í mun til sunnara part.
Vágur er illa fyri, men
skjótt á veg uppeftur.
Men tað er ikki Vágur,
vit hoyra nakað til í
fjølmiðlunum, men Tvør-
oyri, sum als ikki er so illa
fyri sammett við onnur støð
norðanfjørs.
Innanoyggja ósemjur
hava forða og forða
framvegis
Suðuroyggin hevur ikki
megnað at staðið sum ein
maður (oyggj). Um so var,
at fólkið í oynni dróg eina
línu og ikki nýtti sína orku
til at finna syndabukkar
norðanfjørs, so var støðan
ein heilt onnur.
Ja, eg ivist ikki í, at ein
oljuútgerðarhavn hevði lig-
ið eina ella aðrastaðni í
Suðuroy í dag (kanska ikki
á Tvøroyri).
Heil og hálv almenn
arbeiðspláss
Suðuroyggin er heldur ikki
verri fyri enn Norðoyggjar,
um hugt verður eftir al-
mennum arbeiðsplássum,
so sum sjúkrahúsi, skúlum
og stovnum. Miðfyrisit-
ingin er ikki farin betri ella
verri við Suðuroynni enn
Norðoyggjum.
Samstarv neyðugt
Skal framburður verða í
Suðuroynni er neyðugt, at
suðuroyingar samstarva og
gevast at finna syndabukk-
ar aðrastaðni, men manna
seg upp og taka í egnan
barm.
Skal eitt øki sum Suður-
oy verða áhugavert og inn-
bjóðandi fyri fólk, hugskot
og kapital er neyðugt at
samstarva, finna felags
loysnir og at marknaðarføra
økið sum eitt attraktivt og
vælvirkandi stað. Norðoy-
ingar vilja fegin rætta Suð-
uroynni
eina
hjálpandi
hond.
VIÐMERKINGAR
Yvirlýsing um
miðnámsdepil við
Marknagilsvegin
Fyri lærararáðið
við Tekniska
Skúlan í Tórshavn
Jeffri Olsen
formaður
Lærararáðið á Tekniska
Skúla í Tórshavn heitir
við hesum á avvarandi
myndugleikar at halda
fast við skilagóðu ætl-
anina um miðnámsdepil
við felags skúlaum-
hvørvi fyri studenta-
skúla, handilsskúla og
tekniskan skúla.
Tað er greitt, at ver-
andi
skúlabygningar
mega haldast í nýtilig-
um standi til skúlaenda-
mál, so leingi teir skulu
nýtast sum skúlar. Men
heldur enn at brúka
nógvan pening til út-
bygging
av
verandi
skúlum, mæla vit til av
álvara at fyrireika bygg-
ingina við Marknagils-
vegin.
Hóðast vit taka undir
við Storm P. gamla, at
”ilt er at spáa, serliga
um framtíðina”, er tað
kortini
eyðsað,
at
føroyska
samfelagið
verður betur fyri at møta
framtíðarinnar ókendu
krøvum til útbúgving á
miðnámsskúlaøkinum
við einum fjølbroyttum
miðnámsdepli, enn við
handilsskúla, tekniskum
skúla og studentaskúla
hvør sær.
Vit loyva okkum at
vísa á, at leiðslurnar á
teimum trimum skúlun-
um eru samdar um og
taka fult og heilt undir
við hugsanini um mið-
námsdepil.
Suðuroyingar hava ikki
búskapar- men hugburðskreppu
Norðoyggjar
Suðuroyggin
Fólkatal
5921
4959
Arbeiðsloysi
4%
6%
Vinnutal
56,6%
50,0%
Veitingartal
80,6%
81,3%
Tal av
Útgjaldingar
lønmóttakarum
Meðalinntøka
Prosent
Norðoyggjar
Vinnulønir
507 mió.
3349
151.484
84,9%
Aðrar veitingar (ALS o.a.)
90 mió.
1423
63.219
15,1%
Samanlagt
597 mió.
4772
125.164
Suðuroy
Vinnulønir
384 mió.
2478
155.085
76,5%
Aðrar veitingar (ALS o.a.) 118 mió.
1552
75.942
23,5
Samanlagt
502
4030
124.606
Kelda: Hagstova Føroya
Mads A Winther,
Egon Øregaard
Ragnar Magnussen
Føroya studenta og
HF skeið
Tekniski Skúlin í Torshavn
Føroya Handilsskúli
Undirritaðu skúlastjórar á
Føroya Handilsskúla, Tekn-
iska Skúlanum í Tórshavn
og Føroya Studentaskúla og
HF-skeiði vilja gera vart
við, at vit framvegis við
heilum huga taka undir við
ætlanini um skúladepil við
Marknagilsvegin, og vit
meta, at ein samlað loysn er
best fyri skúlaverkið sum
heild.
Hesa seinastu tíðina hev-
ur nakað verið skrivað um
skúladepilin við Markna-
gilsvegin. Tað var Signar
Brúnni fyrrverandi lands-
stýrismaður, sum kom við
hugskotinum at byggja
nýggjan Studenta- og Tekn-
iskaskúla við Marknagils-
vegin, har handilsskúlin og
Skúlaheimið hjá Tekniska
skúla í Tórshavn nú liggja.
Tað var Eilif Samuelsen
fyrrverandi
landsstýris-
maður, sum kom við upp-
skotinum at byggja nýggjan
Studentaskúla, tá ið Føroya
Studentaskúli fór um tey
seksti.
Hugskotið um at byggja
ein skúladepil við Markna-
gilsvegin kom uttan iva av,
at tørvur var at byggja ella
gera munandi ábøtur á
verandi Studentaskúla og
samstundis loysa hølis-
trupulleikarnir á Tekniska
skúla. Harafturat var hand-
ilsskúlin vorðin alt ov lítil.
Hetta vóru skúlamyndug-
leikarnir fullgreiðir um.
Her vóru sostatt tríggir
skúlar, sum allir hava hølis-
trupulleikar, kanska hvør á
sín hátt. Í ætlanin var sjálv-
sagt, at á plássinum var
stórt skúlaheim, tøkt byggi-
øki og ein skúli framman-
undan.
Hugskotskapping
varð
útskrivað og vinnari funnin
fyri góðum ári síðani.
Málið steðgaði síðani upp
og hevur meira ella minni
ligið í dvala. Á fundi, várið
1999, vóru skúlaleiðslurnar
kunnaðar um, at skúladep-
ilsætlanin nú var útsett til
2003. Hetta kom dátt við.
Heitt var á myndugleik-
arnar, at ávís upphædd var
játtað, so arbeiðast kundi
við at fyrireika byggingina,
men var hetta ikki játtað.
Málið steðgaði síðani upp.
Rættast hevði verið at
arbeitt víðari við málinum
og fingið eina góða loysn,
sum hevði verið okkara
ungdómi at gagni í fram-
tíðini.
Nú um dagarnar er aftur
lív komið í málið. Ikki at
fremja verkætlanina, men
at jarðleggja hana. Summi
eru farin í sjálvdrátti heldur
enn at arbeiða fram móti
eini felags loysn, sum
einaferð í framtíðini verður
ein góð loysn. Teir, sum
mótarbeiða skúladeplinum,
føra fram, at hann verður
alt ov dýrur. Ja, depilin fer
sambært ”kønum” monn-
um og nøkrum tingmonn-
um og at kosta um 500 mió
krónur ella kanska meira.
Hetta er ikki samsvar við
veruleikan. Depilin verður
um 15.000 fermetrar. Er
fermeturprísurin 20.000 kr.
verður samlaði kostnaðurin
um 300 mió krónur og ikki
500 mió, sum sagt hevur
verið.
Spurningurin er tí, hvat
kostar at byggja afturat
Studentaskúlanum, og hvat
fæst burturúr? Hvat kostar
at byggja ein nýggjan
Tekniska skúla? Verður
prísur og tað sum fæst burt-
urúr skúladeplinum saman-
borið við at útbyggja Stu-
dentaskúlanum er eingin ivi
um, hvat er best at gera.
Vert er eisini at hugsa um,
at nýggja námsfrøðin krev-
ur meira pláss enn tann
gamla, sum var tengd at
ídnaðarsamfelagum. Rom
var ikki bygdur eftir einum
degi, heldur ikki eftir
einum ári. Soleiðis er eisini
við skúladeplinum. Tað
verða kanska 15 ár frá nú
av til depilin er liðugur.
Vónandi fer tingið ikki at
samtykkja uppskotið hjá
teimum, sum vilja broyta
verkætlanina við skúladepl-
inum við Marknagilsvegin.
Hugsið frameftir! Hugsið
nýtt! Her skal stórur partur
av føroyska ungdóminum
halda til í fleiri ár av sínum
unga aldri. Ungdómurin er
keldan til lív. Her skal
ungdómurin fáa íblástur,
hugflog, dirvi og vitan,
sum hann skal byggja sína
framtíð á. Ikki bara sína
egnu framtíð, men framtíð-
ina hjá føroysku tjóðini. Tí
hevur avgerðin nógv at
siga. Leiðslur skúlans hava
longu nú biðið um fund við
landsstýrismannin í undir-
vísingarmálum at umrøða
spurningin.
Vónandi fer tingið ikki at
samtykkja uppskotið hjá
teimum, sum vilja broyta
ætlanina við skúladeplinum
við Marknagilsvegin. Hin-
vegin heita vit á Føroya
løgting longu í ár at játta
pening at reika fyri verk-
ætlanina.
Skúladepilin við Marknagilsvegin
Nr. 27 • hósdagur • 8. februar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Dómarar fara
á skeið
Fyrsta vikuskiftið í
mars fara føroysku
fótbóltsdómararnir at
savnast
DÓMARAR
Jákup Mørk
Afturvendandi skeiðið fyri
dómarar verður á Hotel
Føroym, vikuskiftið 2.-4.
mars.
Talan er sum nevnt um
eitt afturvendandi skeið,
har føroysku dómararnir av
álvara fara undir fyrireik-
ingar til kappingarárið, sum
nú stendur fyri framman.
Enn er eingin endalig
skrá løgd fyri tiltakið, men
dómarunum er upplýst, at
millum skeiðsleiðararnar
verður m.a. Knud Stens-
gaard úr Danmark. Knud
telist millum altjóða góð-
kendu donsku dómararnar,
og ivaleyst kann hetta tí
nýtast sum eitt slag av
íblástri hjá heimligu dóm-
arunum.
Undirtøkan fyri skeiðn-
um hevur vanliga verið
góð, og einki er at ivast í, at
dómarar kring landið longu
nú eru farnir at síggja fram
til hetta.
Fuglfirðingarnir í GÍ
økjast í tali, men nú
er ferðslan av leik-
arum eisini farin at
ganga øvuga vegin
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Flytingar millum føroysk
fótbóltsfeløg eru vorðnar
alt meira vanligar seinnu
árini. Ikki minst tykist hetta
vera galdandi í økjum, har
eitt felag hevur vunnið sær
hevd millum hini, og so-
leiðis tykist eisini vera í
Gøtu.
Í fjør spældu teir báðir
fuglfirðingarnir, Áslakur
Petersen og Bartal Eliasen,
við á GÍ liðnum, og til
komandi ár tykist greitt, at
eisini Eyðolvur Petersen
flytir úr ÍF til GÍ.
Báðar vegir
Talan er tó ikki bert um ein-
vegis ferðslu millum bygd-
irnar báðar. Fyri góðum
mánaði síðani var greitt, at
Pauli Jarnskor í ár skal
venja fuglfirðingar, og til
hetta tykist hann nú eisini
at hava fingið styrk frá ein-
um av bygdamonnum sín-
um.
Heini Heinason hevur
ikki leikt so nógv á besta
GÍ liðnum, men fyri teir
næst bestu hevur hann skot-
ið hópin av málum seinnu
árini. Sum skilst, hevði
hann ongar ítøkjuligar ætl-
anir um at spæla fótbólt í
ár, men nú hevur hann so
gjørt av at royna seg í
Fuglafirði. At hetta er kær-
komin styrkur hjá ÍF, er
einki at ivast í. Ikki minst,
nú teir ikki longur kunnu
líta á málini frá Eyðolvi.
Spurdur, um hetta er
nakað sum órógvar seg sum
venjara,
svarar
Pauli
Jarnskor, at tað ger tað sum
so ikki.
– Sjálvandi er tað altíð
keðiligt at missa spælarar,
men tað má mann so bara
taka við. Hevur ein leikari
ambitiónir um at spæla í
bestu deildini, so mugu vit
sjálvandi góðtaka tað, sigur
Pauli.
Sjálvur leggur hann ann-
ars dent á, at hann so av-
gjørt ikki hevur roynt at
ávirka spælarar til at flyta
annan ella annan vegin.
– Nei, tað royni eg at
halda meg langt burtur frá,
sigur Pauli Jarnskor at
enda.
ÍF og GÍ skifta um
Støðan, Meistaradeild Menn
Støðan
Dystir
Sett
Lið
leiktir
vunnir
taptir
vunnin
tapt
munur
Stig
ÍF
12
9
3
30
17
13
13
Mjølnir
12
9
3
31
15
16
11
Fram12
6
6
26
23
3
8
Fleyr
12
6
6
22
21
1
8
SÍ
12
0
12
3
36
-33
0
Støðan, Meistaradeild Kvinnur
Støðan
Dystir
Sett
Lið
leiktir
vunnir
taptir
vunnin
tapt
munur
Stig
Dráttur
15
13
2
43
11
32
17
Mjølnir
14
13
1
40
9
31
17
Fleyr15
6
9
20
33
-13
7
ÍF
14
6
8
21
29
-8
9
TB
14
5
9
27
28
-1
6
Fossánes
14
0
14
1
42
-41
0
Støðan, 1. Deild Menn
Støðan
Dystir
Sett
Lið
leiktir
vunnir
taptir
vunnin
tapt
munur
Stig
ÍF
8
7
1
22
5
17
14
Mjølnir b
10
6
4
23
16
7
12
Mjølnir a
10
5
5
20
19
1
10
Nøvan
9
5
4
16
16
0
10
Fleyr8
4
4
15
18
-3
8
SÍ
9
3
6
13
21
-8
6
NFL
8
1
7
8
22
-14
2
Støðan, 1. Deild Kvinnur
Støðan
Dystir
Sett
Lið
leiktir
vunnir
taptir
vunnin
tapt
munur
Stig
Fleyr
7
6
1
20
7
13
12
Nøvan
7
5
2
17
11
6
10
Dráttur
7
4
3
15
15
0
8
KÍF
7
3
4
13
16
-3
6
SÍ
7
2
5
12
15
-3
4
Mjølnir
7
1
6
6
19
-13
2
Støðan, 2. Deild Menn
Støðan
Dystir
Sett
Lið
leiktir
vunnir
taptir
vunnin
tapt
munur
Stig
Nøvan
6
4
2
15
10
5
8
ÍF
6
3
3
12
12
0
6
SÍ
6
2
4
8
9
-5
4
Støðan, 2. Deild Kvinnur
Støðan
Dystir
Sett
Lið
leiktir
vunnir
taptir
vunnin
tapt
munur
Stig
TB
10
10
0
30
1
29
20
Mjølnir a
11
10
1
30
7
23
20
KÍF
11
8
3
27
14
13
16
Fleyr
9
5
4
19
16
3
10
Nøvan
10
3
6
16
19
-3
8
ÍF
11
3
8
12
24
-12
6
SÍ
11
2
9
7
27
-20
4
Fossánes
11
0
11
0
33
-33
0
Flogbóltsstøður
Eins og spælararnir eru
dómararnir nú eisini farnir
at fyrireika seg til komandi
kappingarár
Av misgávum vóru stigatalvurnar fyri flogbóltskappingina ikki við í
týsdagsblaði okkara. Vit biðja lesararnar halda okkum til góðar.