Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. februar 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 8. februar 2001 17 16 Nr. 27 - 8. februar 2001 Starv sum KT-leiðari á Føroya Gjaldstovu leyst at søkja Eitt spennandi og avbjóðandi starv sum KT-leiðari á Føroya Gjaldstovu er leyst at søkja, nú KT-leiðarin ætlar at royna nýggjar avbjóðingar. Gjaldstovan hevur seinastu árini arbeitt við at nýskipa almenna roknskaparverkið, og hevur tí lagt nógv arbeiði í at taka í nýtslu nýggjar EDV-skipanir, sum eru beinagrindin í búskaparstýring landsins. Tað er sera umráðandi, at tað arbeiðið, ið er gjørt fyri at náa tað stigið, gjaldstovan er á í dag, kann halda fram í eini natúrligari tilgongd, og krevur hetta eina støðuga menning og viðlíkahald av Búskaparskipanum landsins. EDV-skipanirnar eru lívsæðrin í landsins búskaparstýring, og tí er KT-økið á gjaldstovuni so týdningarmikið. Í starvinum sum KT-leiðari, hevur ein góðar møguleikar fyri persónligari menning,bæði fakliga og sum leiðari. Starvið Tú skalt vera leiðari av einari framtakshugaðari KT-deild, har tað í løtuni eru 6 fólk í starvi, við uppgávum sum fevna um gerð av yvirorðnaðum ætlanum fyri KT-økið, menningaruppgávur, ráðgeving og undirvísing á KT-økinum, umframt rakstur av einum fjøltáttaðum landsumfatandi EDV-kervi, ið fevnur um bæði miðsavnaðar og miðfirraðar ambætarar, við arbeiðsstøðum kring alt landið, ið byggir á Unix,Windows NT,Oracle og MS-SQL 7. Ábyrgdarøkið Starvið sum KT-leiðari er skipað sum deildarleiðarastarv beinleiðis undir stjóranum og er limur í almenna KT-forum sum umboð fyri Fíggjarmálastýrið. KT-leiðarin hevur ábyrgdina av: • Dagligu leiðsluni og fyrisitingini av EDV-deildini umframt netumsitingini í Fíggjarmálastýrinum. • At tryggja eina áhaldandi persónliga og fakliga menning av starvsfólkunum á EDV-deildini. • At orða KT-strategi og virkisætlanir hesum viðvíkjandi • At menna EDV-trygd og EDV-politikk stovnsins og at góskutryggja KT- økið • At reka,menna og viðlíkahalda EDV-skipanir stovnsins t.d. Fíggjarstýringarskipan landsins (FSL), ið er grundað á Oracle Applications forritið.Nevnt kann verða,at ætlanir eru um brúk av internetinum til t.d. sjálv-(av)greiðslu. • At menna og viðlíkahalda EDV-skjalfesting stovnsins,ið fevnir um skjalfesting av EDV-skipanum,tøkniliga bygnaðinum,avtalum við EDV- útvegarar o.t. • At umsita KT-fíggjarætlan stovnsins,herundir samráðast og gera avtalur við EDV-útvegarar. • KT-verkætlanum stovnsins,ið umframt projektleiðslu fevnir um kravfesting,undirvísing og innkoyring av nýggjum skipanum.Nevnt kann verða,at ein nýggj felags lønarskipan fyri allar almennar stovnar skal setast í verk í vár. • Dagliga rakstrinum og umsjónin av tøknliga infrastrukturinum,sum m.a. fevnir um tvær HP9000,HP-UX 11.0 teldur,Windows NT net-ambætarar og umleið 250 teldur. Førleiki Tann, ið verður settur, skal helst hava hægri útbúgving og drúgvar royndir í beinleiðis arbeiði við fyrisitingarligum skipanum t.d. at hava forritað,gjørt kravfestingar ella hava verið verkætlanarleiðari í tíllíkum arbeiði, sum krevst fyri at umsita nevndu ábyrgdarøki.Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til bókhald og roknskap. EDV-deildin hevur eisini markamót til nógvar aktørar uttan fyri stovnin, tí er tað so umráðandi, at viðkomandi, ið verður settur, hevur góð samstarvsevnir, fyrisitingarligt hegni og skal kunna arbeiða sjálvstøðugt. Vit rokna við, at tú hevur hollan kunnleika til KT yvirhøvur, og at tú hevur lætt við at seta teg inn í nýggj amboð innan KT-økið.Tað er avgjørt ein fyrimunur, um tú kennir til Oracle-amboðini, so sum Oracle Browser,Oracle Discoverer og Oracle Report Writer. Lønarviðurskifti Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Landsstýri og viðkomandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við viðmælum og prógvum mugu vera Gjaldstovuni í hendi í seinasta lagi 12.februar 2001 og skulu sendast til: Føroya Gjaldstova P.O.Boks 2009 FO-165 Argir Meir fæst at vita um starvið við at venda sær til stjóran,Leif Abrahamsen. Gjaldstovan stendur fyri inn- og útgjaldingum landskassans og hevur um hendi ein part av almennu lønaravgreiðslunum.Ábyrgdarøkið kann natúrligt liðast sundur í hesar høvuðsuppgávur: Landsins roknskaparhald - herundir menning, viðlíkahald og rakstur av landsins roknskaparskipan. Gjaldstovan førir í dag bókhald fyri tær flestu høvuðskonturnar á fíggjarlógini og heldur roknskap við ogn og skuld landskassans. Stovnurin umsitur eisini fleiri almenn lán og avgreiðir allar útgjaldingar úr landskassanum og ger landsroknskapin. Lønarumsiting fevnir um eina menning, viðlíkahald og rakstur av eini miðsavnaðari skipan til útgjalding av almennum lønum.Verkætlanin byrjaði í 1999 og verður fyrsti partur av skipanini tikin í nýtslu til várs.Skipanin verður liðugt innførd 2003. Á Gjaldstovuni starvast í dag umleið 30 fólk.Stovnurin er skipaður í 4 deildir, sum eru roknskapardeild, lønardeild, fíggjardeild og EDV-deild. Deildarleið- arnir saman við stjóranum eru leiðsla stovnsins. Kvívíkar Kommuna Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, við seinni broytingum, skal við hesum verða sagt frá, at endurskoðað »Byggisamtykt og Bygdaskipan 2000–2012 fyri Kvívíkar Kommunu«, verður lagt fram til almenna eftirskoðan á kommunuskrivstov- uni frá 7. februar 2001 til 28. februar 2001, báðir dagar íroknaðir. Møgulig mótmæli og broytingaruppskot skulu vera kommunustýrinum í hendi í seinasta lagi 7. mai 2001. Skrivstovan er opin frá: Mánadag: 10.00–13.00 Týsdag: 10.00–12.00 13.00–16.00 Mikudag: 10.00–12.00 13.00–16.00 18.00–20.00 Hósdag: stongd Fríggjadag: 10.00–13.00 Ræst kjøt Vit hava nakað av røstum føroyskum lambskjøti á goymslu. Tykum kunnu bíleggja á telefon 422482 hjá MBM- kjøt. FO-420 Hósvík Tlf.422482 · Vinyl · Linolium · Flísar · Teppir · Veggir Tygum eru vælkomin at ringja og fáa eitt óbindandi tilboð. DVEYLAN Gólv- og vegg vask J.C. Svabosgøta 50 100 Tórshavn Tlf. 31 41 75 www.bilar.fo bilar.fo bilar.fo www.sosialurin.fo Reinsan av teppum, møblum, bilsetrum o.ø. Privat, fyritøkur og stovnar. Allar støddir. Tilboð verða givin. Ring um prís. Vaskarí & Reingerð tlf. 316300 gsm 211312 Við at reinsa, verður skapt eitt betri inniklima Goymslumaður Søkt verður eftir goymslumanni til goymslu okkara á Viðarnesi at byrja 1. mars ella fyrri eftir avtalu. Koyrikort til stórar lastbilar og trukk er ein treyt. Umsóknir mugu verða okkum í hendi í seinasta lagi 15.02.2001. Meiri kann fáast at vita um starvið frá Andrias Jacobsen á 347400 lok. 230 ella Heina í Buð 347400 lok.228. P/F Føroya Shell -tað loysir seg                                          !                "    #   "   $ !       #                                                !"#$%&''()'*             #      !                #    %& '((%   )*++,   -. +/%((0 1! "" 2    !     3 "  34"-   .%%.&( KT FÓLK - verkfrøðingur,dátufrøðingur ella líkn. Søkt verður eftir einum KT fólki til stovnin – til setan 1. mai ella skjótast gjørligt. Arbeiðsuppgávur Tann, ið settur verður, fer at taka lut í ymiskum edv- verkætlanum við tí endamáli at menna KT-tøknina á stovninum og verður við í rakstri og viðlíkahaldi av telduútbúnaðinum, ið fevnir um umsitingina av eini HP 9000 teldu, umframt viðlíkahald av pc'arum og ráðgeving,menning og útbúgving av starvsfólki. Førleikakrøv Sóknast verður eftir verkfrøðingi, dátufrøðingi ella líknandi.Umsøkjari við kunnleika til Unix,Windows, C og Oracle hevur fyrimun. Setanartreytir Løn og setanartreytir annars vera sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við prógvum og møguligum ummælum verða at senda Landsverkfrøðinginum, Postboks 78, 110 Tórshavn og skulu verða skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 26. februar 2001. Merkið brævbjálvan »KT fólk«. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast á tlf.311333,Torkil Zachariassen (e-postur:torkil@lv.fo). Hús til sølu Um hóskandi boð fæst, eru eini eldri sethús á Hvítanesi til sølu. Tlf.318009 Ársaðalfundur Ársaðalfundur Skála Handverkarafelags verður hildin fríggjadagin 23.02.2001.Tíð og stað verður lýst seinni. Dagsskrá sambært lógum felagsins. Skála Handverkarafelag Bilur við skaða til sølu Merki: Nissan Terrano II 4x4 2,7 Turbo Diesel Intercooler Árg.: juni/1999 Km: 79.000 Eyka útstýr: El-rútar,centrallás. Bilurin verður seldur sum hann stendur nú. Tlf.345600 lokal 727 Fartelefon nr.214166 fax nr.345607 at hitta millum kl.13-15 Sosialurin - 311820 Original Útstoyt p/f Esmar Simonsen Kambsdalur FR-530 Fuglafjørður Tlf. 444405 Fax444629 www.sosialurin.fo