mikudagur 24. januar 2007síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 17 - 24. januar 2007
tíðindi
Missiónsvika
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: – Eg havi ikki nógvar
vinir, og føli meg ofta einsa
mallan, men kortini eri eg
ongatíð einsamallur!
Talan er liðug og orðið er
givið frítt til samkomuna at
bera fram ein persónligan
vitnisburð um Jesus. Løtan
er ikki meiri enn byrjað,
fyrrenn ein ungur maður fer
niðan á sjálvan talarastólin.
Orðini omanfyri ljóða
kanska um ein mótsøgn,
men ikki hjá hesum unga
manninum sum hevur verið
persónliga trúgvandi í eina tíð.
Hann kann siga frá, hvat tað
vil siga at fylgjast við Jesusi,
sínum besta vini, og sum altíð
gongur honum við lið.
– Tað er so vist og satt:
Jesus, hann er vinurin hjá
okkum øllum. Spurningurin
er, um vit – ja, um vit eru
hansara vinir.
– Eg veit, at hann er mín
vinur og eg ynski eisini, at
hann eisini skal verða tín
besti vinur. Hann elskaði teg!
Men elskar tú hann?!, spyr
ungi maðurin út í salin.
Hann tekur til nøkur ørindi
úr Bíbliuni, og endar so
vitnisburð sín við eini reglu
úr einum kendum sangi: -
Ganga eina kann eg ei!
Hann er ikki meiri enn
komin niður av talarastól
inum, fyrrenn ein kvinna í
salinum fer á føtur og setur
fram sama spurning sum
tann ungi maðurin: - Elskar
tú Jesus?!
Triðja møtið á missións
vikuni er í hæddini. Vitnis
burðirnir eru í gongd, og
síðani fara bæði yngri og
eldri fólk á føtur at siga frá
tí, ið tey sum trúgvandi eiga
í trúnni á frelsara sín.
Praktiskt og andaligt
Hesar seinastu mánaðirnar
hava bæði yngri og eldri fólk
sæð fram til viku 4 í 2007.
Hetta er vikan, tá árliga
missiónsvikan er á skránni.
Hesa vikuna eru fólkini í
samkomuni oftari saman enn
vanligt, tí møtir eru hvørt
kvøld. Eftir hvørt møti er gott
høvið at hava eina hugnaliga
løtu saman við hinum aftur
við einum drekkamunni í
kjallaranum.
Sunnukvøldið byrjaði so
henda vikan eftir at fólk í
samkomuni hava fyrireikað
alt tað praktiska við møt
unum, og hava haraftrat
biðið nógv fyri møtunum á
serstakari bønarviku fyrr í
mánaðinum.
Í gjárkvøldið kl. 20 var
aftur boðið til møti, har
talarin var Olaf Magnussen
av Toftum og Manskórið úr
Vágum stóð fyri sanginum.
Áðrenn sjálvt møtið byrj
aði var eitt bønamøti hildið.
Biðið varð serliga fyri tí,
sum talarin skuldi bera
fram og um at Heilagi Andin
mátti tala til hvønn einstakan
gjøgnum sang, vitnisburð og
kórsang.
Nú var klárt at byrja
møtið.
Streymar av náði
Inni í møtisalinum er nak
að av fólki komið. Tey
koma allatíðina innar, og tá
møtileiðarin, Jógvan Garðsá
byrjar møtið við eini heilsan
er rættiliga fitt av fólki til
staðar.
– Vit byrja í kvøld við at
syngja nr. 17 “Send tínar
streymar av náði”. Hetta er
faktiskt sami sangur sum
vit byrjaðu møtið við í gjár
kvøldið.
– Sama ger. Hann er góður
og sigur mær so nógv. Veri
øll vælkomin á hetta møtið,
sigur hann.
Fyrsti sangurin er sungin
og ein maður úr samkomuni
fer á talarastólin. Hann er
biðin um at hava eitt orð at
byrja møtið við.
Hann blaðar í Bíbliuni,
og greiðir frá, at tá hann
var biðin um at byrja møtið,
komu nøkur orð úr Sálmi 40
í Gamla Testamenti beinan
vegin til hansara.
“Hann dró meg upp úr undir
gangsins djúpi, úr tí botnleysa
díki; hann setti mínar føtur á
klettin og gjørdi føst míni fet”,
lesur hann upp.
– Dávid var komin rætti
liga langt út í síni synd, men
hann fekk at enda eyguni
upp fyri, hvar hjálpin var at
finna. Hann vendi sær til sín
Gud.
– Hetta sama gjørdi eg, og
hetta sama ynskir Gud eisini
at øll skulu gera. Vend tær
tí til hansara í kvøld, sigur
maðurin og leggur síðani alt
møtið fram í bøn.
Fylg mær
Møtileiðarin Jógvan sigur nú
frá, at menninir úr Vágum
kunnu gera seg klárar at
syngja. Fyrst hevur hann nakr
ar kunngerðir at bera fram.
Hann greiðir frá, at møgu
leiki er at fáa samtalu og
forbøn í teimum báðum lofts
stovunum, bæði undir møt
inum og aftaná. Barnaansing
er eisini undir møtinum og
hevur ein hug at ogna sær
eina góða bók ella góðan
tónleik, er høvið til tað við
eitt bókaborð úti í gongini.
Manskórið úr Vágum
syngur síðani tríggjar sang
ir, áðrenn orðið verður givið
til høvuðstalaran av Toftum.
Hansara boðskapur var greið
ur um tað at fylgja Jesusi
eftir.
– Boðskapurin frá Jesusi
er einfaldur: Fylg mær! Eg
vil verða vinur tín. Eg vil
eisini í kvøld taka ímóti tær,
júst so sum tú ert.
Ganga eina kann
Árliga missiónsvikan í Havn er nú
komin í helvt við møtum hvørt kvøld í
Meinigheitshúsinum.
Væl av eldri og tilkomnum fólki var
á møti í gjárkvøldið, men haraftrat var
eisini eitt rættiliga stórt tal av ungdómi
úr býnum.
– Tað er so gott at vit altíð kunnu fara
til Jesus. Hann er ein góður vinur at
eiga, og er altíð hjá okkum, segði ein
ung genta í sínum vitnisburði
Bæði ung og tilkomin vóru á møtinum í gjárkvøldið. Tey eldru
fegnast um at tey ungu koma, og tey ungu gleðast um at vera
saman við teimum eldru í trúnni
Mynd: Jens Kr. Vang
Gott er at hava góðar sangfuglar at syngja fyri. Sangur er ein stórur partur
Eg veit, at hann er mín vinur og
eg ynski eisini, at hann eisini skal
verða tín besti vinur. Hann elskaði
teg! Men elskar tú hann?!
”