mikudagur 24. januar 2007síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 24. januar 2007
33
tíðindi
eg ei
Ein dagin spurdi ein starvsfelagi
meg, um Jesus altso var til? Hann
hevði ilt við at trúgva tí. Men eg
hevði eitt sindur ilt við at greiða hon
um frá tí beint tá, hóast eg sjálvur
veit at hann er til og at hann er mín
”
Eftir taluna verður
orðið givið frítt.
Hesa løtuna hevur
ein og hvør møgu
leika at bera fram
ein persónligan
vitnisburð – út frá
tí sum talarin hevur
borið fram ella hvat
nú einaferð liggur
fólki á hjarta
Møti
Nógv ung fólk eru á møt
inum og tey smæðast ikki
burtur við at avleggja ein
vitnisburð, sum tað vanliga
verður nevnt.
Triði maðurin at bera ein
vitnisburð fram er enn ein
ungur maður. Hann stendur
í læru til eitt handverk, og
har práta tey ofta um ymisk
viðurskifti, eisini andalig.
– Ein dagin spurdi ein
starvsfelagi meg, um Jesus
altso var til? Hann hevði
ilt við at trúgva tí. Men eg
hevði eitt sindur ilt við at
greiða honum frá tí beint tá,
hóast eg sjálvur veit at hann
er til og at hann er mín.
– Tá var tað so gott at
útvarpið stóð frá júst hesa
løtuna. Beint aftaná spældu
teir nevniliga sangin “Jesus
navnið aldri bliknar”. Hesin
sangurin var líkasum svarið
uppá tann spurningin, segði
hesin ungi maðurin.
Leiðin fram
Eftir henda unga mannin
komu fleiri vitnisburðir frá
ungdómi og meiri tilkomnum
fólki. Felagsnevnari fyri allar
hesar var spurningurin um
tað at fylgja Jesusi og hvat
tað kostaði tí einstaka.
Tað er helst so sum ein
teirra tók til: – Eingin okk
ara kemur til Himmals bara
við at fylgjast við teimum
sum ganga á møti. Vit mugu
sjálvi taka eina avgerð. Vit
mugu sjálvi trúgva á Jesus.
Klokkan er nú farin av
hálvgum tíggju og møti
leiðarin rundar møtið av við
einum góðum orði at enda.
Ætlanin var enda møtið við
sálminum: “Eg fátækur
snúgvi mær faðir”.
Men tann ungi maðurin,
sum fyrstur vitnaði, hevur
biðið hann um at syngja
ein heilt annan sang: “Eg
vil fylgjast við tær, kæri
frelsari mín, tín er leiðin,
sum ganga eg vil!”
Betri kundi møtið neyvan
endað!
– Er Jesus til?
Missiónsvikan byrjaði sunnukvøldið og heldur fram
alla hesa vikuna kl. 20 við hesi skrá:
Mikudagur
Talari:
Ámund Berthelsen
Sangur:
Meinigheitskórið í Havn
Hósdagur
Talari:
Pól Johannesen
Sangur:
Ungdómskórið í Havn
Fríggjadagur
Talari:
Bjartur F. Johannesen
Sangur:
Hanna og Erla
Leygardagur
Kl. 10:
Bíbliutími við Hera Kjærbo: Missiónin,
perspektivið í trimum teimum fyrstu
evangeli’unum
Møti kl. 20:
Talari: Reimund Langgaard
Sangur:
Ungdómskórið í Vágunum
Sunnudagur
Kl. 14 familjumøti.
Sangur: Gentukórið í Meinigheitshúsinum
Kl. 18 møti:
Talari: Vagn Foldbo
Sangur:
Glyvrakórið
Skráin fyri restina av vikuni
Eitt vanligt møti
Møtið í gjárkvøldið var ikki so nógv øðrvísi enn hini møtini í missiónsvikuni. Tó
vóru rættiliga nógvir persónligir vitnisburðir frá fólki.
Skráin var annars henda:
1. Bønarmøti
2. Byrjunarsangur
3. Orð til inngang
4. Kunngerðir
5. Sangbólkur
6. Felagssangur
7. Tala
8. Felagssangur
9. Vitnisburðir
10. Sangbólkur
11. Orð at enda
12. Felagssangur
13. Kaffi og hugnalig samvera
av møtinum
Mynd: Jens Kr. Vang
– Eingin fer óávirkaður út aftur av einum møti. Eitt slíkt møti
fær altíð avleiðingar fyri tann einstaka, kanska at fara uppí
andaligt arbeiði, at vitja fólk, sum forbiðari ella at bera fram
ein persónligan vitnisburð, segði Olaf Magnussen í talu síni
Mynd: Jens Kr. Vang
Undan eini missiónsviku verður nógv biðið – og eisini á
hvørjum møti
Mynd: Jens Kr. Vang