mikudagur 24. januar 2007síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 17 - 24. januar 2007
bilar
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Suzuki Swift 1,6 Sport:
Kvikur og sportligur »mini«
Suzuki eru nú komnir
við einari nýggjari
útgávu av tí væl
umtókta Swift við
1,6 litur motori og
125 hk. Í mun til
vanliga Swift er her
talan um ein kvikan
sportbil við t.d.
tveimum útstoytum,
strammum undir
vogni og 16” hjólum
sum standard
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Nýggi Suzuki Swift er
ein góð søluvøra um allan
heim. Tað er nógv sum
týður upp, á at designararnir
hava havt nýggja Mini sum
fyrimynd, tá teir teknaðu
Suzuki Swift.
Við hesum nýggja Swift
1,6 Sport fara Suzuki so
í beinleiðis kapping við
Mini. Bilarnir eru í somu
stødd, og Swift 1,6 Sport og
Mini Cooper hava so gott
sum somu data. Tað einasta
teir ikki kunnu kappast um
er prísurin. Mini Cooper er
meira enn 100.000 krónur
dýrari enn Swift Sport.
Høgi prísinum ger sjálv
andi, at Mini altíð verður
tann meira sjaldsami at
møta í ferðsluni.
Men aftur til Swift Sport.
Suzuki hava rættuliga sligið
seymin á høvdið við hesum
bilinum.
Bæði motorurin og sjálv
ur bilurin er nakað fyri seg.
Rættuliga nógv er gjørt
burtur úr motorinum við
t.d. poleraðum innsúgv
ingsmanifoldum og sergjørd
um stemplum. Motorurin vil
nakað og ljóðar veruliga av
nøkrum gjøgnum dupultu
útstoytsrørini. Bilurin hevur
125 hk og koyrir frá 0-100
km/t upp á 8,9 sekund.
Toppferðin er 200 km/t, og
koyrieginleikarnir liva fult
upp til tað. Undirvognurin
er heilt annarleiðis enn á
vanliga Swift, bæði fjaðrar,
stoytdoyvarar og bremsur
eru gjørd til høga ferð á
motorvegi.
Kvaliteturin og trygdin
eru á sera høgum støði.
Bilurin er væl gjørdur heilt
niður í smálutir.
Kabinan er flott og sport
lig við t.d. leðurratti við
alu-look, alu-look á instru
mentborðinum og á hurða
panelinum, eins og pedalir
nar eru úr rustfríum stáli.
16” hjól eru standard.
Hóast Suzuki Swift fáast
við bæði trimum og fimm
hurðum, verður Swift Sport
einans gjørdur við trimum
hurðum.
Bilurin kann síggjast og
roynast hjá Berg Motors.
Prísurin er kr. 195.990.
Suzuki Swift 1,6 Sport við 125 hk og koyrir
frá 0-100 km/t upp á 8,9 sekund
Dupultu útstoytsrørini eru eitt av
eyðkennunum við Swift Sport
Undirvognurin er heilt annarleiðis enn á vanliga Swift,
t.d. eru 16” hjólini standard
Kabinan er flott og sportlig við t.d. leðurratti og alu-look
Suzuki Swift 1,6 Sport
Motorurin
1,6 litur 4 syl. bensin 125 hk
Snúningsmoment 148 Nm v. 4.800 snún/min.
0-100 km/t
8,9 sek
Bensinnýtsla
13,9 km/l
Dekkstødd
195/50-16
Stødd og vekt
Longd
377,0 cm
Breidd
169,0 cm
Hædd
150,0 cm
Eginvekt
989 kg
Viðførisrúm
213 litrar
Prísur
kr. 195.990,-
Søluumboð
P/f Berg Motors
Staravegur 1-3
FO-100 Tórshavn
Tel. 313535
FAKTA