mikudagur 24. januar 2007síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 24. januar 2007
35
VW Golf GTI:
Ársins bilur í
USA og mest
seldi í Evropa
Amerikanska bilblaðið ”Automobile Magazine” hevur
kosið VW Golf GTI til ársins bil í USA.
Bilurin hevur gjørt stórt árin á redaktiónina á blaðnum
og lesararnar við sínum 200 hk motori og góðu
koyrieginleikum saman við komforti á sera høgum
støði.
Golf GTI koyrir frá 0-100 km/t upp á 7,2 sekund, og
toppferðin er 235 km/t.
Í Evropa varð VW Golf aftur mest selda bilmodell í
2006 við 443.000 seldum bilum, framman fyri Renault
Clio og Ford Focus.
Týski bilfelagsskapurin ”VDA” upplýsir at tíggju tey
mest seldu bilmodellini í Vesturevropa í 2006, vóru
evropeisk.
Sambært ”VDA” øktu tey týsku bilmodellini sín
marknaðarpart frá 45,5 til meira enn 46 prosent í 2006
hóast hørðu kappingina frá Japan og Korea.
VW Golf GTI er kosin ársins bilur í USA og varð mest selda
bilmodell í Evropa í 2006
Harley-Davidson
frumsýndu ein
nýggja motorsúkklu
á framsýningini
“Intermot Motorcycle
Show” í Köln í
Týsklandi.
Talan er um Harley Davidson
XR
1200™
Prototype.
Súkklan varð sýnd fram
sum ein prototypa á størstu
motorsúkkluframsýningini
í Evropa fyri at fáa reaktión
frá so nógvum fólki sum
møguligt. Hon varð eisini
sýnd fram fyri tíðindafólki.
XR 1200™ Prototype
er um ein framkomin og
sera sportlig súkkla, sum
serliga er ætlað at tekkjast
evropeisku kundunum. Hon
hevur luftkøldan 1200 cc
“V-Twin” motor við millum
85 og 90 hk. Dekkstøddin
verður:
120/70ZR18
(framman) og 180/55ZR17
(aftan)
Nýggjastu
og
mest framkomnu Nissin®
bremsuskipanina.
XR 1200 Prototype sigst
vera tann besta súkklan
Harley-Davidson nakrantíð
hava gjørt.
XR 1200 Prototype skal
eisini venda sær til nýggjar
kundar, eins og
XR 1200 Prototype er
gjørd við Harley-Davidson
XR 750 sum kom á markn
aðin í 1970 sum fyrimynd.
Hendan
súkklan
hevur
verið ein “succes” hjá HD
og hevur vunnið nógvar
kappkoyringar.
Eftir ætlan skal fram
leiðslan av XR 1200 byrja
í ár.
HD XR 1200™ Prototype:
Nýggj framkomin Harley
General Motors settu
sølumet í Evropa í
2006 við yvir tveim
um milliónum bilum.
Eisini á russiska
marknaðinum vaks
sølan nógv
Sølumet
Í 2006 seldu General Motors
Europe fyri fyrstu ferð
nakrantíð meira enn tvær
milliónir persón- og vøru
bilar i Evropa. Sølumetið er
upp á 2.002.704 bilar. Hetta
er ein vøkstur upp á 18.743
bilar og umleið eitt prosent
meira enn í 2005.
Marknaðarparturin hjá
GM í øllum Evropa var til
samans 9.2 prosent.
Á tí skjótt vaksandi russ
iska marknaðinum vaks
parturin hjá GM við 73
prosentum.
General Motors:
Sølumet í Evropa
General Motors settu sølumet í Evropa við yvir tveimum milliónum bilum í 2006
XR 1200 Prototype sigst
vera tann besta súkklan
Harley-Davidson
nakrantíð hava gjørt
bilar