týsdagur 30. januar 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 21 - 30. januar 2007
Tveir ungir mans
vórðu í Føroya Rætti
í gjár dømdir í einum
harðskapsmáli, har
teir báðir í felag
høvdu sligið og
sparkað ein annan
á bæði kropp og
høvd. Annar fekk ein
treytaðan dóm upp
á 30, meðan hin fekk
40 dagar treytaleyst
fongsul
DÓMUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Teir báðir dømdu eru 17
og 18 ára gamlir. Yngri
drongurin fekk 30 dagar
treytað fongsul, meðan eldri
drongurin fekk heili 40 dagar
treytaleyst fongsul.
Tað var 16. juli í fjør,
at hesir báðir løgdu á ein
annan drong og framdu
grovan
harðskap
móti
honum. Tað var í samband
við Vestanstevnuna,
at
dansur var í høllini á Gilja
nesi. Hesir tríggir byrjaðu
at klandrast inni í høllini, og
hildu so áfram uttanfyri.
Sambært ákæranum var
talan um »vold i forening«.
Teir
báðir
dreingirnir
vórðu ákærdir fyri at hava
sligið, sparkað hin á bæði
andlit og kropp, umframt
at teir vóru skuldsettir fyri
at hava dragsað hin eftir
asfaltinum.
Báðir noktaðu teir seg
partvíst sekar á ákærunum.
Tóku við dóminum
Teir báðir ákærdu dreingirn
ir hava áður verið partur av
einum harðskapsmáli, sum
hevur verið í Føroya Rætti.
Tá var talan um harðskap
í felag móti einum yngri
drongi. Tann 18 ára
gamli var mettur at vera
høvuðsmaðurin í tí málinum,
og tann 17 ára gamli hevði
eisini luttikið.
Aftrat tí var eitt annað
mál fyri í rættinum í gjár,
sum teir eisini vóru partar
av. Hetta var minni mál
um knallertir, men var tað
eisini tikið við í dómin.
Báðir ungu menninir
tóku við dóminum, men
ákæruvaldið
bað
um
umhugsunartíð fyri at vita,
um málið skal roynast í
landsrættinum.
Ungir mans fingið
harðskapsdóm
Nógv regn
Tað hevur regnað óvanliga illa í Danmark hendan mánaðin,
og í gjár kundi danska veðurstovan staðfesta, at januar í
2007 er tann vátasti síðani 1988. Sambært tølunum hjá
veðurstovuni hevur avfallið í hesum mánaðinum verið
oman fyri 115 mm ímóti 113 í januar í 1988. Tað er
annars tvær ferðir so nógv sum vanligt, tí meðalavfallið í
Danmark í januar er 57 mm. Tað nógva regnið í seinastuni
hevur elvt til vatnflóð í fleiri býum.
Nýggja gassleiðing
Ein norðurlendskt samtak hevur gjørt av at leggja eina
nýggja rørleiðing, sum skal flyta gass av teimum norsku
gassleiðunum í Norðsjónum til Noregs, Svøríkis og
Danmarkar. Tað almannakunngjørdi tað almenna norska
gassfelagið Gassco í gjár. Leiðingin verður umleið 800
kilometrar til longdar. Umframt Gasscao eru 16 fyritøkur
í teimum trimum londunum uppi í verkætlanini. Noreg er
tað triðstørsta gassútflytaralandið í heiminum.
Næsta
nummar av skald
skapartíðarritinum
Vencili er á veg
Útgáva
tíðindaskriv
Ritstjórnin ger í hesum
sambandi vart við, at
freistin at lata inn tilfar
er hósdagin 1. februar
2007. Nógv gott tilfar
er komið inn, bæði upp
runaføroyskt
og
týtt
tilfar, men enn er tó
nakað av plássi eftir.
Øll kunnu senda
inn tilfar
Øll kunnu senda inn til
far til Vencil. Einastu
treytir eru, at talan er um
skaldskap á bundnum
ella óbundnum máli á
føroyskum, íroknað rit
royndir (essays), og at til
farið er væl og virðiliga
arbeitt ígjøgnum, áðrenn
tað verður sent inn.
Tá ið freistin er farin
lesur ritstjórnin alt tilfar
ið, sum inn er komið,
ger viðmerkingar til teir
einstøku tekstirnar og
sendir teir aftur, soleiðis
at rithøvundurin kann ar
beiða tekstin heilt lidnan.
Tey sum ikki fáa tekst
irnar við í Vencil fáa eina
vælmeinta grundgeving
og nøkur góð ráð.
Tekstir skulu sendast
teldutøkir á telduatsetrið:
vencil@vencil.fo, saman
við kontonummari og
P-tali, sum skulu
brúkast, um sam
sýning verður lat
in. Øll tey, ið fáa
tekst sín á prent í
Vencili, fáa sam
sýning.
Upplestur á
heimasíðu
Vencils
Ritstjórnin
ger
eisini
vart
við,
at Vencil hevur sína
egnu heimasíðu á http://
www.vencil.fo, har nógv
áhugavert og forkunnugt
tilfar
longu
er
at
finna um tað at skriva
skaldskap. Eisini annað
tilfar, bæði kunnandi
og løtubært tilfar til
rithøvundar, týðarar og
onnur bókmentafólk er at
finna á heimasíðuni, sum
javnan verður dagførd og
víðkað við nýggjum til
fari.
Sum nakað heilt nýtt
hava teir báðir ritstjór
arnir, Oddfríður Marni
Rasmussen og Arnbjørn
Ólavsson Dalsgarð, í
hyggju at brúka heima
síðuna hjá Vencili til ann
að enn tekst. Ætlanin er
nevniliga at skipa fyri
upplestri av yrkingum,
sum skal varpast út
beinleiðis á alnetinum
frá heimasíðu Vencils.
Men hetta fara fólk at
frætta meira um, tá ið
fyrireikingarnar
eru
komnar longri.
Í hesi syftu snýr tað
seg um næsta nummar
av Vencili, sum kemur út
um hálvan mars. Freistin
at lata inn tilfar er altso
hósdagin
1.
februar
2007.
Næsti Vencil næstan
fullfermdur
Báðir ungu menninir tóku við dóminum, men ákæruvaldið bað um umhugsunartíð fyri at vita,
um málið skal roynast í landsrættinum
tilvildarlig mynd