týsdagur 30. januar 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 21 - 30. januar 2007
Gott ár hjá BMW
Árið í fjør royndist so væl hjá týsku bilverksmiðjuni BMW, at tað var tað besta í
søgu felagsins. Fyritøkan seldi í fjør 1.370.000 bilar ella fimm prosent fleiri enn árið
fyri, og tað gav 668 mia. krónur í kassan. Norbert Reithofer, nevndarformaður, sigur,
at fyritøkan væntar eitt uppaftur betri úrslit næsta ár, tí tá fer sølan ætlandi upp um
1,4 mió. bilar, sigur hann. Tað er serliga 3-røðin hjá BMW, sum stendur seg væl á
marknaðinum.
Fundur um ættleiðing
Hóskvøldið 1. februar kl. 18.30 heldur Ættleiðingarfelagið í Føroyum fund á Hotel
Hafnia. Við á fundinum verða Marianne Wung-Sung, varaleiðari, Mette Garnæs,
sosialráðgevi, og ein føroysk familja, sum fyri stuttum hevur verið í Kina eftir einum
barni. Greitt verður frá ættleiðingartilgongdini, hvaðan børnini koma, og hví tey eru
leysgivin til ættleiðing. Fundurin er ætlaður teimum, sum umhugsa ættleiðing, men øll
eru vælkomin.
Johann Mortensen,
tíðindaleiðari á
útvarpsdeildini hjá
Kringvarpi Føroya,
heldur skuldsetingar
nar hjá Bill Justinus
sen vera púra burtur
við
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
- Tað er skelkandi, at ein
politikari kemur við tílíkum
ákærum.
Tað sigur Johann Mort
ensen,
tíðindaleiðari
á
útvarpsdeildini hjá Kring
varpi Føroya um við
merkingarnar
hjá
Bill
Justinussen, sum í Sosial
inum í gjár millum annað
nevndi Útvarpið sum ver
andi ein miðil, ið hevur
valt síðu í málinum um 266
B. Bill Justinussen vísti á
skeivleikan í, at ein tílíkur
almennur fjølmiðil við lóg
arásettum kringvarpsgjal
di gekk ímóti tí, sum ein
stórur partur av fólkinum
heldur.
Hesum heldur tíðindaleið
arin vera púra burturvið, og
hann vísir samstundis aftur,
at tey hava valt síðu í málin
um um 266 B.
- Vit taka tey mál upp,
sum vit halda hava tíðinda
virði. Vit lata okkum ikki
ávirka – hvørki av sam
kyndum, politikarum ella
øðrum, staðfestir Johann
Mortensen.
Í samrøðuni við Sosialin
nevndi Bill Justinussen
møguleikan fyri, at Kring
varpið – eins og tann almenni
fólkaskúlin – verður bygt á
ta kristnu siðalæruna. Hend
an møguleika heldur tíð
indaleiðarin óneyðugan.
- Kristið grundarlag ella
ei, føroyski tíðindaflutning
urin fylgir teimum grund
leggjandi
journalistisku
grundreglunum, ið gera seg
galdandi fyri góðan óheftan
tíðindaflutning. Tað kemur
upp á tal, at nakar fer at
sensurera eitt blað ella ein
almennan
tíðindamiðil
í Føroyum í dag, sigur
Johann Mortensen.
- Um vit samkyndu
duga so væl at
ávirka føroysku
tíðindafólkini, sum
hann vil vera við, átti
Bill Justinussen av
álvara at umhugsa
at fingið sær
ein samkyndan
spindoktara, sigur
Sonja Jógvansdóttir,
fyrrverandi
tíðindafólk og
virkin limur í
Friðarboganum
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Í samrøðu við Sosialin í gjár
segði Bill Justinussen seg
hava varhugan av, at fleiri
samkynd høvdu tætt tilknýti
til føroyska tíðindaheimin,
og at hetta hevur havt við
sær, at føroysk tíðindafólk
m.a. valdu síðu í málinum
um grein 266 B.
Sonja Jógvansdóttir er
kanska ein teirra, ið løg
tingsmaðurin sipar til. Hon
er samkynd og starvaðist
á júst Dimmalætting fyri
tveimum árum síðani. Hon
hevur fleiri ferðir verið í
fjølmiðlunum
og
gjørt
viðmerkingar um mál, ið
viðvíkja samkynd. Í dag
arbeiðir hon enntá sum
miðlaráðgevi hjá tveimum
arbeiðarafeløgum fyri at
betra um samskifti millum
feløgini og føroysku mið
larnar.
Men fyrrverandi blaðfólk
ið á Dimmalætting vil ikki
gera stórvegis viðmerking
ar til ákærurnar frá mið
floksumboðnum.
- Eg hevði hug at smílast
í gjár, tá eg las samrøðuna.
Tað er gott at vita, hvørjar
bardagar, ið verdir eru at
taka. At ákæra føroysku
fjølmiðlarnar er ikki ein
klókur bardagi, sigur Sonja
Jógvansdóttir.
Hon leggur speiskliga
afturat, at løgtingsmaðurin
átti at fingið sær ein sam
kyndan spindoktara at hjál
pa sær.
- Um vit samkyndu duga
so væl at ávirka føroysku
tíðindafólkini, sum hann
vil vera vera við, átti Bill
Justinussen av álvara at
umhugsa at fingið sær ein
samkyndan
spindoktara,
heldur Sonja Jógvansdóttir
speiskliga fyri.
-Bill kundi brúkt ein sam
kyndan spindoktara
Komandi ábyrgdar
blaðstjórin á Dimma
lætting vil ikki siga,
um hann fer at lurta
eftir ráðunum frá Bill
Justinussen
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
- Eg taki við starvinum sum
ábyrgdarblaðstjóri 1. apríl,
og áðrenn tað havi eg ongar
viðmerkingar.
Tað sigur Árni Gregersen,
komandi
blaðstjóri
á
Dimmalætting, tá vit í
morgun spurdu, um hann
ætlaði at fylgja ráðunum,
sum løgtingsmaðurin Bill
Justinussen hevur givið
honum í eini heilsan í
bløðunum í gjár.
Bill Justinussen staðfestir
millum annað í heilsanini,
at
ein
orsøk
til,
at
Dimmalætting hevur havt
so tungan rakstur seinastu
tíðina, millum annað kemst
av nýggju redaktionellu lin
juni hjá blaðnum, har bæði
oddagreinir og blaðfólk
hava niðurgjørt tey, ið eru
ímóti grein 266 B.
Í heilsanini gevur Bill Just
inussen komandi blaðstjóra
num trý ítøkilig ráð. Hann
biður hann millum annað
um at gevast við at skriva
niðurgerandi um kristnu
virðini í samfelagnum og at
gevast við at ganga ørindi
fyri máttmiklar sonevndar
“minnilutabólkar”.
Núverandi ábyrgdarblað
stjórin, Ingi Samuelsen, hev
ur longu svarað ákærunum.
Í aftursvari í Dimmalætting
í gjárkvøldið undir heitin
um “Hvat billar Bill sær
inn?”, vísir blaðstjórin
ákærunum aftur og kallar
tær fyri “pástandir uttan
hald í veruleikanum” og
beinleiðis “ósannindi”.
Tíðindaleiðarin í Útvarpinum:
Púra burturvið
Árni Gregersen ongar
viðmerkingar