týsdagur 30. januar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 21 - 30. januar 2007
Kavarar fingu nógv
ymisk dýrasløg
upp av Havnarvág
sunnudagin og serliga
børnini hugnaðu
sær óført í Vágsbotni
sunnudagin
Hugnaløta
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tey spurdu beinanvegin,
nær tað verður aftur.
Karl Robert Vang, for
maður í froskmannafelag
num í Havn er vælnøgdur
við tiltakið hjá felagnum
sunnudagin.
Tað var á miðdegi sunnu
dagin, at einir 10 kavarar
løgdu frá landi ymsastaðni
rundanum Havnina. Ørind
ini vóru at leita eftir dýrum
á Havnarvág at vita, hvussu
mong sløg, teir kundu fáa
við sær aftur til lands.
Og klokkan 15 sunnu
dagin, bar til hjá øllum
áhugaðum at síggja fongin
niðri í Vágsbotni, har øll
dýrini vórðu slept livandi
í kørini, sum tey plagdu
at selja fisk og fugl í, men
sum vórðu fylt við sjógvi
og sandi til hetta serliga
høvið.
Har var rættiliga fitt av
fólkið komið saman at
hyggja og tað var eisini
nógv at hyggja at.
Har vóru bæði kúvingar
og krabbar, skrubbur og reyð
sprøkur, sjómýs og kross
fiskar í ymsum støddum og
litum og annað.
Tað skerst ikki burtur, at
serliga børnini hildu hetta
vera forvitnisligt og tey
stuttleikaðu sær óført at
fanga tey ymsu dýrini – ella
bara nema við.
Aftaná fekk akvariummið
á Argjum øll dýrini og
so vórðu tey dýrini tikin
frá, sum áhugi var í og so
skuldi restin sleppast aftur
í havið.
At fólk longu spurdu,
nær tað verður aftur, tekur
formaðurin sum eitt tekin
um, at tað var vælydnað.
Børnini vóru
forvitin og
hugnaðu sær
óført í Vágsbotni
seinnapartin
sunnudagin. Og so
var málið rokkið, tí
ætlanin var júst, at
hetta skuldi vera ein
hugnaløta, umen
ein heldur øðrvísi av
slagnum
Forðingar hjá kvinnum í politikki
Mikukvøldið klokkan sjey verður almennur fundur á Parnassinum á Hotel Hafnia. Tað er Javnstøðunevndin
og Demokratia, sum er nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, ið skipa fyri.
Og spurningurin, sum er til viðgerðar á hesum fundi, er, hvat forðar kvinnum at vera við í politikki.
Á hesum fundinum fer Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í Demokratia, at siga frá nevndararbeiðinum
higartil og framtíðarætlanum. Eisini verður búmerkið hjá Demokratia lagt fram. Aftaná fara granskararnir,
Beinta í Jákupsstovu og Eli Kjersem, at leggja fram úrslit frá spurnakanning ímillum tey, sum vórðu
uppstillað til kommunuvalini í 2000 og 2004, við serligum atliti til kvinnuumboðan. Í hesi framløguni
fara tær at vísa á nakrar forðingar hjá kvinnum í at vera við í politikki, og á nøkur stig, sum kunnu takast
fyri at fáa fleiri kvinnur at stilla upp og verða valdar.
Eisini hesin fundurin endar við kjaki og einum kaffimunni.
áki
Fingu alt møguligt
upp av Havnarvág
Eyðgunn Samuelsen fer at
greiða frá framtíðarætlanini
hjá demokratia-nevndini a
almennum fundi á Hafnia í
Havn mikukvøldið
Nú er olja funnin
tætt við hjá føroyska
oljufelagnum,
Atlantic Petroleum.
Stjórin heldur, at
sjálvandi er hugaligt,
men veit kortini ikki,
hvat tað kann merkja
Nú um dagarnar bórust tey
tíðindi, at stórar oljunøgdir
eru
funnar
í
Golden
Eagle oljuleiðini í bretska
partinum í Norðsjónuim
Hetta økið er tætt við
Ettrick- oljuleiðina, sum er
størsta virkisøkið hjá før
oyska oljufelagnum Atlan
tic Petroleum.
Eygleiðarar eru varnir,
men teir meta, at hetta kann
merkja, at meira olja er
á Ettrick-leiðini, enn tey
higartil hava hildið.
Eisini Vilhelm Petersen,
stjóri í Atlantic Petroleum
heldur, at tað er ov tíðliga
at siga nakað um, hvønn
týdning, hetta kann fáa.
Hann hevur sjálvandi
hoyrt tíðindini, men kennir
ikki so nógv til tey annars.
Men tað er greitt, at verður
Golden
Eagle-oljuleiðin
tengd at Ettrick, kann hetta
fáa stóran týdning fyri okk
um, sigur hann.
- Hetta liggur tætt við
okkara øki og tað er sjálv
sagt áhugavert, at olja er
funnin í grannalagnum,
sum hann tekur til.
Eygleiðarar meta, at nú
olja er funnin í Golden
Eagle, er eisini sannlíkt
at olja er í Ettrick og tað
kanska í størri nøgdum enn
higartil mett.
Kanningar higartil hava
annars bent á, at einar 50
miliónir tunnur av olju eru
á økinum, og við dagsins
prísi eru tær verdar næstan
15 milliardir krónur
Parturin
hjá Atlantic
Petroleum í Ettrick økinum
8,27%.
Men tíðindini um, at olja
er funnin í Golden Eagle,
hava givið partabrøvunum í
Atlantic Petrolum eitt kvink
uppeftir.
Torført at siga um
tað fær týdning
À vestara armi á
Skálafirði er bara at
telja, tí ongastaðni eru
so nógv húsanummur
sum á teimum fýra
bygdunum
Húsanummur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ongastaðni í Føroyum eru
so høg húsanummur sum á
Selatrað.
Tað vísir ein uppgerð,
sum Matrikkulstovan hevur
gjørt.
À Selatrað kanst tú koma
at búgva á Selatraðarvegi
895 og so høgt uppi eru
húsanumrini ikki nakra
aðrastaðni í landinum.
Yvirhøvur eru húsanumr
ini sera høg í bygdunum
á vestara armi á Skála
fjørðinum. Sostatt kann
eisini onkur á Morskranesi
eisini búgva á Selatraðarvegi
496 og á Strondum kann
onkur búgva á Strandavegi
375. Og á Skála kann onkur
búgva á Skálavegi 361.
Suðuroyingar fylgja eisini
eitt sindur við, tí har er ein
bústaður á Froðbiarvegi
308.
Í Havnini, har mesta fólk
ið býr, sleppur ongin longur
upp enn tey, sum búgva á
Berjabrekku 208.
Matrikkulstovan sigur á
heimasíðuni, at orsøkin til
høgu húsanumrini á vestara
armi á Skálafirði, er, at har
eru vegirnir merktir við
húsanummari fyri hvørjar
10 metrar.
- Ein fyrimunur við hes
um er, at skalt tú finna
Selatraðarveg 895, kanst
tú stilla teg við bilinum
á Raktanga, har Selatraðar
vegur byrjar og stilla tripp
teljaran á null.
- Tá ið tú so hevur koyrt
8950 metrar, stendur tú
uttanfyri Selatraðarveg 895,
sigur Matrikkulstovan.
Kunnu brúka bilin
at finna húsini við
Á Vestara armi á Skálafirði hava tey sett eitt húsanummar fyri hvørjar 10
metrar og so kanst tú finna húsanummari við bilinum.