Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 21 - 30. januar 2007 Í dag fingu fyrstu bachelorarnir í sjúkrarøktarfrøði prógvini á stórum hátíðarhaldi í veitlsuhøllini á Landssjúkrahúsinum. Fyri fýra árum síðani varð nýggj útbúgving fyri sjúkrasystrar sett á stovn. Samstundis skiftu sjúkrasystrar navn til sjúkrarøktarfrøðingar. Við hesum var markerað, at her veruliga var talan um eitt skifti. Við nýggju skipanini gjørdist útbúgvingin ein akademisk útbúgving, og tey lesandi fáa heitið BS í sjúkrarøktarfrøði. Limirnir í hesum fakbólki gerast sostatt bachelorar. Útbúgvingin er við hesum vorðin partur av eini felags europeiskari skipan, ið nevnist Bologna skipanin. Hetta er eitt ES tiltak, ið hevur til endamáls at tryggja, at allar hægri útbúgvingar kunnu samanberast og skullu kunna nýtast á jøvnum føti uttan mun til, hvar í Evropa, tú enn ert staddur. Eisini skal henda skipanin lætta um tilgongdina til víðari lestur, uttan mun til, hvar ein ynskir at lesa. Dagurin í dag er sostatt ein merkisdagur fyri føroyska útbúgvingarverkið. Dagurin í dag er tó fyrst og fremst ein merkisdagur fyri tey lesandi, ið sum tey fyrstu í Føroyum gerast bachelorar á økinum. Tær, sum fyrr í dag fingu handað prógvini, eru sum tær fyrstu við nýggju útbúgvingini í eini serstøðu. Tær eru í fokus og hesin dagur er framum alt teirra dagur, og vit nýta høvi at ynskja teimum og skúlanum tilukku. Alt bendir á, at skúlin hevur gjørt eitt framúrskarandi arbeiði, og hetta er sera jaligt í eini tíð, har øll høgga í skúlaverkið. Í triðja lagi er hetta ein merkisdagur fyri føroyska heilsuverkið. Sum gongdin í samfelagnum er um alt Evropa, so tykist sum tørvurin á dygdargóðari heilsurøkt bara gerst størri og størri fyri hvørt ártíggju. Vit leggja okkum allar vesturheimsins lívsstílsjúkur til. Vit gerast øll eldri og eldri, samstundis sum tey, ið skulu røkta okkum, tá vit gerast gomul og sjúk, gerast færri og færri. Hetta er ein tann størsta avbjóðingin í Evropa í dag. Á hesum sum á so mongum øðrum økjum líkjast vit tí framkomna umheiminum. Við bakgrund í hesari samfelagsstøðu er tað tí í tøkum tíma, at landsins myndugleikar hava nútímansgjørt hesa týdningarmiklu útbúgving. Hetta snýr seg tó ikki bert um røkt men um fyribyrging. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur sett fólkaheilsuna í fokus. Í hesum høpi hevur nýggja útbúgvingin stóran týdning, og vónandi fer nýskipaða útbúgvingin at gera munin her. Samantikið er dagurin ein stórur dagur fyri allar partar. Sosialurin Heilsa og røkt – ein merkisdagur Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Rætt hevur Poul Michel­ sen, tá hann vil hava egna sendi­stovu í Reykjavík. Men hann gloymir, at Løg­maður hevur skriv­ að undir uppá, at før­oy­ ingar kunnu bert hava sendistovu uttan­lands við donskum skelt­um og donskum flaggi á skjøld­ rin­um   Poul Michelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, vísir í lesarabrævi á, at tað er skomm fyri føroyingar  at seta umboðsfólk í ein kjall­ ara á donsku sendi­stov­ uni í Reykjavík. Tí heit­ir Poul á løgmann um at fáa egna føroyska sendi­stovu í Reykjavík – eins og Út­norð­ urráðið sam­tykti í summar. Í hesum eru vit á einum máli og hava samstarvað væl um ítøkiligt uppskot í Útnorðurráðnum. Hvat kundi verið meiri sjálv­­sagt og styrkt okk­ara altjóða førleika, sam­starv og sam­ leika? Ongin er fullspottaður... Men sum Poul Michelsen so vísiliga vísti á í eini lýsing upp undir fólkatingsvalið í februar 2005: “Ongin er fullspottaður fyrr enn hann spottar seg sjálvan”. Poul segði tá, at tað kom ikki uppá tal at samtykkja eina uttanríkispolitiska lóg, har Føroyar vórðu lýstar sum “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”. Men tríggjar mánaðir seinni, hevði Løgtingið sam­ tykt hesa lóg kortini. Í lógini verða Føroyar staðfestar sum ein samrunnin part­ur av Danmark. Og lógar­fest verður, at føroysk um­boðs­ fólk kunnu bert virka sum donsk embætisfólk og dansk­ir fulltrúar úti í heimi Hvat hendi í Fámjin? Og longu í mars mánaði 2005, varð skipað fyri stór­ um fjølmiðlasjóði í Fámjin. Har skrivaði løgmaður und­ir eitt sonevnt Fámjins- skjal, har eisini varð roynt at billa okkum inn, at talan var um eitt “frambrot”. Men hevur nakar lisið hetta skjal? Hevur Poul lis­ ið tað, ið stendur við smá­ um? Og visti løgmaður, hvat hann setti sítt navn undir vegna Føroya fólk? Nei, sannleikin er, at løg­mað­ur hevur skrivað und­ir fleiri skjøl, ið binda Før­oyar – og hann hevur ongan­tíð samráðst um nak­ að av hes­um. Hevur bert skrivað undir uppá tað, ið mótparturin legði fyri hann. Onki mál ella mið hevur verið, og ongin ætlan um, hvat eru føroysk áhugamál at røkka. Skriva undir í blindum Til upplýsingar, so er skomm­in uppaftur størri, enn Poul vil vera við í síni áheit­an á løgmann. Fámjinsskjalið ásetir, at skulu vit hava sendifulltrúar í øðrum londum, so er tað undir hesum treytum: “Den stedlige repræsenta­ tionschef kan sikre, at Kongeriget Danmarks sam­ lede interesser ikke til­side­ sættes.” (Undirskjal til Fám­ jins­skjalið, s.2) Løgmaður hevur her skriv­ að undir uppá, at føroysk sendifólk eru danskir full­ trúar og eru bundin av boðum úr Danmark í sín­ um dagliga virki, inni á donskum sendistovum. Føroysk sendistova við donskum flaggi og skelti Men tó so. Ein undan­taks­ regla er. Danski ráðharrin kann geva undantaksloyvi til, at føroysk sendifólk kunnu sita aðrastaðni enn á donsku sendistovuni: “De udstationerede med­­arbejdere har som ud­ gangspunkt kontor på den pågældende repræ­senta­ tion. På anmodning fra Lag­mandens Kontor og med værtslandets og Uden­ rigs­ministeriets accept kan medarbejdere dog pla­ ceres på en anden adresse.” (Undir­skjal til Fámjins­ skalið, s.2). Tað er kanska hesin møgu­leiki, Poul Michelsen hugsar sær. At Føroyar hava eitt egið høli í Reykjavík. Men so hevur hann neyvan lisið tað, ið stendur skrivað við smáum í eini fótnotu, til ásetingina omanfyri: “Det forudsættes at lokalerne i enhver hense­ ende fremtræder som en del af Kongeriget Danmarks repræsentation, også med hensyn til skiltning, flagning m.m.” (Fótnota í undirskjali til Fámjinsskjalið, s.2). Her hevur løgmaður alt­so skrivað undir, at vit skulu “søkja um loyvi” til at hava okkara egnu høli. Og skuldi tað verðið játtað, so skal tað í øllum lutum ganga fram, at talan er um “Kongeriget Danmarks repræsentation” við bæði skelt­um og fløggum. Hvør skommin er størri? Spurningurin er sostatt: Hvør skomm er størri? - At hava føroyingar í kjall­­aranum á donsku sendi­­stovuni í Reykjavík sum danskar fulltrúar? - Ella at gjalda fyri egin høli í Reykjavík, har tað stendur á skeltinum: “Konge­riget Danmarks Repræ­senta­ tion”, har danski vápna­ skjøldurin hongur á hurð­ ini, og Dannebrog veitt­rar uttanfyri? Eg veit í hvussu er, hvat íslendingar fara at halda um okkum, tá teir varnast støðuna. Tað var jú rætt, sum Poul lýsti við fyri tveimum árum síðani: “Ong­ in er full­spottaður fyrr enn hann spottar seg sjálvan.” Og alt hetta hevur løg­ maður skrivað undir uppá – uttan at helst nakar í Før­oyum hevur givið sær rætti­ligt far um tað. Eg var mær og vitj­aði bróðir Okkara ráð eru einføld: Vit uppsiga hesa sonevndu avtalu. Vit keypa ella leiga okkum eina egna sendistovu í Reykjavík – og vit “søkja” ikki danska uttanríkisráðið um nakað, men gera avtalu beinleiðis við íslendsku stjórnina um viðurskiftini. Tá hugsi eg neyvan, at danska stjórnin vil taka eina uppgerð um tað. Hin møguleikin er, at vit mugu broyta kendu yrk­ ingina hjá Símini av Skarði: “Eg var mær og vitjaði bróðir” til: “Eg spurdi um eg kundi sleppa at vitja bróð­ir – undir øðrum navni og øðrum flaggi”. Skommin er uppaftur størri, Poul Høgni Hoydal