Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Nr. 21 - 30. januar 2007 viðmerkingar Hans Andrias Sølvará ger við hjálp frá einum pro­ fessara í fornfrøði og einum søgufrøðingi eitt øgiligt álop á skriftirnar í Dimmu nr. 19. Hann pettar gamla testamenti sundur, klárt til at koyra í pappírskurvina. Nú kann Hans Andrias halda hvat hann vil um skriftirnar, sum eru kom­ nar frá jødunum og velja at trúgva at teir hava ver­ ið lygnarar og fólka­for­før­ arar, og heldur trúgva forn­ frøðingum og søgu­frøð­­ing­ um frá nútíðini, sum gera seg klókar uppá tað, sum er hent fyri 4.000 árum síðani. Men eg veit so mikið at Hans Andrias vil fegin rokna seg ímillum tey kristnu og bera kristinnavnið. Kristinnavnið stammar frá teimum fyrstu kristnu, teimum sum trúðu boðskapinum, sum ápostl­ arnir kunngjørdu, ápostla­ søgan kallar tey eisini »tey sum hoyrdu til vegin«. Boðskapurin, sum tey tóku ímóti, var jú, at Jesus frá Nazaret var sonur Guds, var deyður og upprisin og at við trúgv á hann er frelsa at fáa fyri okkum fortaptu syndarum. Lat okkum nú hyggja eitt sindur at hvat Jesus segði um skriftirnar, gamla testamentið. Trúði hann á tær ella helt hann tær vera mytur og óálítandi sagnir. Tá ið Jesus verður freist­ aður av djevlinum brúkar hann skriftirnar at verja seg við hvørja ferð. Matteus 4. kap. 1.-11. vers. Jesus trúði á tað, sum Móses segði. Matt. 23,2-3 og Markus 12,28-31 og Jóhannes 5,46-47. Jesus trúði tí, sum Bíblian sigur frá um Ábra­ ham, Ìsak og Jákup, at teir hava livað og liva enn heima hjá Gudi. Mark. 12, 26-27 og Jóh. 8,56-58. Jesus trúði øllum, sum profetarnir hava talað. Lukas 24,25 og hann lærdi lærisveinarnar út frá Mósesi og frá øllum profetunum. Luk. 24,27: Hann byrjaðu nú frá Mósesi og frá øllum profetunum og útlegði fyri teimum tað, sum í øllum skriftunum var sagt um Hann. Hatta kann vera nokk. Bert hesar viðmerking­ arnar til seinast. Í greinini stendur at Ísrael var tvey ríki áðrenn Dávids dagar. Tað sigur Bíblian einki um. Eisini stendur at Josias kongur fór undir at nýskipa jødadómin við templinum í Jerúsalem, sum miðdepli. Bíblian sigur júst tað øvugta. Josias royndi at fáa fólkið aftur til tað upprunaliga, eftir Móselóg, aftaná at lóg­ bókin var funnin í templi­ num, har hon hevði ligið burturgloymd. Framvegis stendur í grein­ ini at einki bendur á, at ein fólkastreymur - massive population - hevur farið fram frá Mesopotamia til Kánaan tá. Tað stendur tað heldur ikki nakað um í Bíbliuni. Hon tosar um eina familju, Ábraham, pápa hans­ara og bróðursonin Lot. Ein viðmerking afturat. Teir siga seg vita at egyptar høvdu ógvuliga væl vard marknalið um ta tíðina, tá ið ísraelittarnir flýggjaðu úr Egyptalandi, so tað er óhugsandi, at so stór fjøld er flýggjað uttan at tað sæst aftur í egyptiskum keld­um. Ísrael flýggjaði ikki úr Egyptalandi. Hava nøkur marknalið verið har, so hava egyptar sjálvir latið tey upp, tí Bíblian sigur, at egyptar strongdu á fólkið at fáa tey avstað, tí, sum tað stendur, teir søgdu: Vit doyggja hvør ein. Hetta tí allir teir frumbornu vóru júst tá deyðir. Seinasta plág­ an. EL-veitingarlóg og orku­ politikkur er í umbúnað at verða lagt til landsins myndugleika at skipa fram­yvir, og sæst tað væl í teim boðum SEV legur út til miðlar okkara at bera fram. Kanning frá donskum serfrøðingum um danskan meira og minni óheppnan orku­ politik í nýggju EU-libe­ rali­seringini skal nú brúk­ast sum amboð at manipulera føroya fólk, kommunustýrislimir og politik­arar, at tað ikki er nøkur loysn at vit taka einkarstøðu SEV´s av og geva øðrum møgu­leika at verða við at menna orkuútbyggingar. End­ urtikið verður at danskur EL-kostnaður er nógv hægri enn tann føroyski, og róð verður uppundir at tað verður galin endi um SEV ikki einsamalt sleppur at ráða. Ravmagn kann framleiðast á fleiri ymiskar mátar, á stórum verkum ella í smá­ um eindum í einstaka húsar­ haldinum. Lógarverk er til fyri at skipa karmar og gera reglur fyri hvussu farast skal fram tá útbyggingar skulu gerast og tá kostnaður skal ásetast fyri ávísa vøru, ið hvør einstakur borgari og hvørt virki skal hava hendur á fyri at kunna virka og mennast. Føroya løgting og lands­ stýri má vera einasta landa­ stjórn í heiminum, ið, sum er, ikki hevur nakran orku­ politikk og tam­ar­hald á hvussu so týdn­ingar­mikil sek­torur verður skip­aður. Tí er tað í tøkum tíma at nýggj lóg um ravmagns­ framleiðlsu og veiting verð­ur løgd fyri tingið, og at man haðani tekur stig til at orða ein almennan orkupolitikk og fær til vega tað gjøgnumskygni eftirlýst hevur verið í nógv ár. Orkuveitanarútlitini eru at vit ikki koma at gera gagn av fossilum orkukeldum, tá hesar eru við at verða tømdar. Orkustøðið verður tí lagt meira og meira yvir á ravmagn, sum depilin haðani vit framyvir skulu fáa til vega neyðuga orku­ tørvin, og júst tí er tað av alstórum tídningi at ein­ stakur persónur, í hesum føri SEV stjórin, ikki sleppur at ráða og manipulerað við so týðandi máli. Roknast kann við at kostn­aðurin fyri ravmagn ikki fer at lækka sum árini ganga, sjálvt um vindorka er biligasta ravmagni til um 20 oyru pr. kilowatt. Orsøkin er at skynsamar og neyvar útbyggingar skulu fremjast til at kunna nøkta ein øktan tørv til fleiri endamál enn tey vit hava í dag. Av stórsta tídningi er tí at hvør einstakur borgari sleppur at luttaka hvør í sínum lagi í framleiðslu av ravmagni. Her vita vit at tað er ógjørligt t.d. at seta sólkyknur til el-málaran í einum sethúsum. Onnur lond stuðla miðvíst slíkum átøkum, meðan vit bara kunnu hyggja at og undrast hví slíkt ikki letur seg gera hjá okkum. Danskur og føroyskur EL-kostnaður Afturvendandi pástandurin hjá SEV stjóranum at danski el-prísurin er hægri enn tann føroyski, er aftur frammi í miðlunum, og er tí neyðugt enn einaferð at afturvísa hesum. Vit hava ein grundkostnað á 111 oyru + meirvirðisgjald, ið gevur ein samlaðan kostnað á 139 oyru fyri eitt kilo­watt. Danir skipa rav­ magnskostnaðin í 3 eindir: Orkukostnaður Flutningur Avgjøld. 1. Orkukostnaður er býtt­ur millum ravmagn fram­ leitt úr náttúrugassi, koli ella vatn­orku nevnt “mark­naðar-EL”, og rav­ magn fram­leitt sum grøn orka m.a. frá vindmyllum nevnt “umhvørvis-EL” ella “prioriterað fram­ leiðsla”. 2. Flutningur av ravmagni fevnir um fleiri gjøld. Transmissiónsgjaldið er fyri nýtslu av há­spenn­ ingarnetinum og Net­ gjaldið er fyri nýtslu av lokala EL-netinum. Afturat hesum eru tvey gjøld nevnd PSO1 og PSO2, ið standa fyri Public Service Obliga­ tion, ella á føroyskum “almennar skyldur”. PSO1 er til útreiðslur í samband við veitanar­ trygd og PSO2 til út­ reiðslur í samband við um­hvørvis­vinarliga rav­ magns­fram­leiðslu. 3. Avgjøldini eru fleiri og fevna um gjald til stat­in, meirvirðisgjald, CO2-avgjald, orkuskatt, orku­sparistuðul, og av­ gjald til fígging av upp­ lýsingarvirksemið. Føroyski EL-kostnaðurin væl hægri Til at vísa eina samanbering av donskum og føroyskum ravmagnskostnaði kunnu donsku avgjøldini leggjast á føroysku grundupphæddina – ella øvugt, leggja einasta føroyska avgjaldið MVG´ið á danska grundprísin. Danski grundprísurin áðrenn avgjøldini liggur um 50 oyru. Við føroyskum MVg verður prísurin pr. kilowatt 62,50 oyru ella minni enn helvtin av før­ oyska kostnaðinum. Donsku avgjøldini løgd á føroyska grundprísin á 111 oyru geva 165 oyru pr. kilowatt. Við MVG verður kostnaðurin 206 oyru ella 33 oyru meira enn danski prísurin á 173 oyru. Niðurstøðan er óansæð hvussu roknað verður at føroyski prísurin er rættu­ liga nógv hægri enn tann danski. EU- og donsk mistøk Frágreiðingin hjá Niels I. Meyer og Frede Hvelp­ lund “Problematisk libe­ ralisering af elektricitets- markedet i EU”, januar 2007, vísir at tað er vána loysn at lata ravmagns­mark­ naðin virka á sama hátt sum vanligi liberali mark­ naðurin ger tað. Nøkur fá stór framleiðsluvirki fingu monopollíknandi støðu, júst sum hjá okkum í dag, og handlaðu ravmagn sum einhvørja aðra vøru har vinningurin skal inn sum skjótast og við stuttum skoðbráð. EU-direktivið um liberalisering av ravmagns- marknaðinum hevði við sær at gamla danska skip­ anin, har brúkarin átti part í framleiðlsuvirkinum og at skipanin hvíldi í sær sjálv­ um, datt niðurfyri. Henda skipan hevði annars víst seg at rigga væl og við lágum ravmagnsprísum. Um somu tíð tóku danski fólkaflokkurin og Venstre av allan stuðul til vind­ orku og aðrar varandi orku­ framleiðslu, og hjálpti hetta ikki uppá kostnaðarstøðið. Frágreiðingin hjá Niels I. Meyer og Frede Hvelplund er ikki bara ein kritisk viðgerð av EU orku-liberaliserings­ politikkinum. Tei hava eisini boð uppá hvussu og hvat kann gerast til at náa skilagóðum lang­ tíðarmálum. Hesin partur sæst ikki aftur í nøkrum av umrøðunum, ið hava verið í miðlunum, og sjálvandi nevnir SEV stjórin heldur ikki nakað av hesum. Tilmælið frá Meyer og Hvelplund Mælt verður til at fremja langtíðarplanlegging av allari orkuveiting við atliti til lokalar orkumøguleikar og demokratisku rættindi borgarans til ynsktu orku­ veiting. Upp­gáva EU´s eigur at verða at avmarka stórar ráða­ríkar fram­leið­arar og stuðla lima­lond­un­um í at skapa eina lokala burðar­ dygga menning. Reglan, at dálkarin skal gjalda, skal hava við sær at eksternir sam­felags-kostnaðir í nýtsluni av fossilari orku skulu leggjast afturat brúk­ ara­prísinum, líkasum at øll almen stuðulsgjøld til m.a. ojunýtslu til rav­magns­ framleiðslu skulu avtakast. Annað tilmæli frá Niels I. Meyer og Frede Hvelp­ lund er at skifta kapp­ ingargrundaða EU-direk­ tivið út við eitt nýtt direktiv har veitanartrygd og um­ hvørvisvernd fær hægsta prioritet. Sagt við øðrum orðum snýr tað seg um at skapa eina burðardygga orku­menning. Í 5 høvuðspørtum verð­ ur mælt til m.a. nevndu burðardyggu orku­menn­ ing, at orka ikki er van­ lig handilsvøra, at polit­ iska leiðslan skipar orku­ politikkin, at brúkarin verður partseigari í veitingini, og at orkan verður grundað á “non-profit” veitanarfeløg. Hesi eru nøkur av til­ mæl­unum í umrøddu frá­ greiðing, og sampakka tey eisini við tey tilmæli Føroya Náttúruverndarfelag hevur víst á: Orkutilfeingið er ogn Føroya fólks og má undir ongum umstøðum gerast mál í løtuvinningi. Frágreiðingin hjá Niels I. Meyer og Frede Hvelplund kann lesast á www.myagenda.dk Tríggir spurningar til mið­floks­ menn Miðfloksfólk eru sera gramm eftir at siga okk­ um øllum føroy­ingum, hvussu vit skulu liva sambært teirra tulking av teimum kristnu virð­ unum. Og tað skortar ikki við hóttanum um undirgang, um øll ikki gera, júst sum tey siga. Í tí sambandi havi eg tríggjar spurningar til hesi fólk: 1) Hevur man loyvi til at venda sær til Harran uttan um Miðflokkin (altso hava eina ’direct line’)? 2) Hevur man loyvi til at vera ósamdur við Miðflokkin um Guds orð? 3) Er Miðflokkurin ein góðkennandi myndug­ leiki viðvíkjandi ræt­ tari gudstrúgv – í so máta, hvaðani hevur hann tá fingið henda myndugleika? Um svarini til fyrsta og annan spurning eru ja og til triðja nei, so fari eg at heita á hesi fólk um at gevast við at spæla sjálvútnevndir profetar í heilum. Sjálvur eri eg sann­ førdur um, at eg havi frálíka góð viðurskifti við hin alvalda. Hvørja ferð eg vendi mær beinleiðis til Gud í øllum stillum, so føli eg, at hann er til staðar og svarar. Tað gevur styrki og ugg­ar og sannførir meg um, at míni persónligu viður­ skifti við hann eru góð. Teir nógvu peikifing­ rarnir hjá miðfloksfólki og teirra líkum eru ofta troyttandi, tí hevði verið gott at fingið omanfyri nevndu spurningar upp á pláss uttan uttanumtos og insinuatiónir. Frí og skipað kapping og EL-kostnaður Kári Thomsen Bíblian orð Guds ikki mannaorð um Gud Richard Danielsen Hilmar Simonsen