týsdagur 30. januar 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 21 - 30. januar 2007
Takk fyri viðmerkingarnar,
Anna og lesari!
Eg eri ikki akkurát mál
frøðingur, lesari; bert før
oysklærari við áhuga fyri
móðurmálinum og mál
røkt.
Sera forvitnisligar hug
leiðingar, Anna!
Tú tekur annars heldur
rívan til:--nøvn í spenni
troyggju (løgin mynda
tala), kúgað nøvn, brongla,
gera seg inn á, einsrætta,
óskalað mál, kúga málið,
syrgilig lagna!
Haraftrat sigur tú, at
tú gledd ist almikið, nú
onkur ætlar at broyta ta
alda gomlu siðvenjuna við
óbundnum bygdanøvnum
í hvørfalli. Samstundis
sigur tú, at vit skulu varð
veita og virða málið. Er
ikki onkur andsøgn í hesi
áskoðan?
Í orðabókini standa Skáli
og Lambi í hvørfalli; tað
sama stendur á skeltunum.
Soleiðis munnu hasi orðini
hava itið í túsund ár. Tískil
kanst tú ikki siga, at eg
vil føra bygdanøvnini aft
ur til hvørfalsformin, og
at hvørfalsformur skal set
ast á bygdaskeltini; tey
standa jú í hvørfalli! Eg
mæli ikki til at broyta
tað, sum rætt er sambært
málfrøðini/málreglunum.
Bygdanøvn, sum kunnu
bendast, verða sjálvandi
bend. At okkurt navn
kanska hevur ein heldur
ógreiðan uppruna og tí
fellur eitt sindur uttan
fyri vanliga bending, t.d.
Lopra, er so ein annar
spurningur. Kortini hava
vit ein hvørsfalsform av
Lopra: lopransmaður.
Vanlig nøvn/orð verða
sjálvandi bend: Vágur-
Vág- Vági-Vágs (sterk
bending),
Skáli-Skála-Skála-
Skála (veik bending).
Nøkur nøvn eru helst av
keltiskum/gæliskum upp
runa, t.d. Argir, Dímun og
Skopun.
Dímun og Skopun eita
Dímunar og Skopunar í
hvørsfalli, og Argir kunnu
bendast:
Argir-Argir-
Argjum-Argja.
Vestmanna er tó eitt heilt
serligt navn; -manna er jú
hvørsfall, fleirtal! Har ber
neyvan til at benda.
Tá vit sunnanfólk reksa
bygdirnar upp, siga vit
Oyndarfjørður,
Hellur
o.s.fr.
Man
tað
ikki
passa?
Annars kemur tú við
einum frálíkum hugskoti,
Anna! Vit seta fyriset
ingarnar á bygdaskeltini!
Tað hevði verið gott, tí
nógv fólk duga ikki rætti
liga at brúka fyrisetingar
nar í sambandi við bygda
nøvn. Nógv siga: frá
Havn, frá Skála o.s.fr.
Á skeltunum kundi tí
staðið:
LAMBI
(í/úr Lamba)
SKÁLI
(á/av Skála)
Hvussu eitur bygdin?
Lambi! Hvaðani ert tú?
Úr Lamba! Hvar býrt tú?
Í Lamba!
Við bygdanavna
bendingarkvøðu
Tá man hyggur eftir dagliga
politiska meldrinum í Før
oyum anno 2007 og eini
3 ár aftur í tíðina, er tað
næstan, sum um man verður
gripin av einum brennandi
nostalgiskum longsli aftur
til eitt tíðarskeið í lívinum,
har man hvørki hevði skil
ella áhuga fyri nútíðar før
oyskum politikki. Ein tíð,
har man tvíhelt um eina
heldur heimføðisliga fatan
av, at tað, sum gekk fyri seg
inni í lítla hvíta húsinum
millum Havnar Bio og
Vaglið á ein ella annan hátt
var skilt við tað, sum fór
fram í grikska býstatinum
Athen, ella í Rómverska
Capitol, fyri óteljandi árum
síðani. Eitt tíðarskeið tá
man hevði ta fatan, at hetta
var eitt politiskt plenum,
har sum fólksins umboð
komu saman at tæna tjóð
og fólki á ein ósjálvsøknan
og virðiligan hátt.
Mann kann tí ikki siga
seg frían fyri at kenna seg
vónsviknan, eftir at tíðar
innar tonn hevur gnadd að
seinastu løgini av politiska
góðvarninum burtur, og
man er noydd ur at góðtaka,
at tey idealini, sum tykjast
vera mantra í føroyskum
politikki eru eins lík teimum
Athensku og Rómversku,
sum
McDonnald’s
er
franskari gastronomi. Tað
tykist nærum sum um, at
meginparturin av politik
arum okkara hava svorið
eið til eina politiska ideo
logi, har persónligt afturval
er endamálið við førda
politikkinum og ikki bert
ein heppin avleiðing. Ein
ari ideologi, har tað ikki
nýtist at verða ein logiskur
samanhangur millum tey
argumentini, ið verða nýtt,
og tað sum tú argumenterar
fyri. Í hesum sambandi renn
ur filmurin “Thank you for
smoking” í hug. Serliga er
tað brotið, tá spinndoktarin
hjá
tubbaksídnaðinum,
greiðir soninum frá, hvussu
tú í einum kjaki klívur upp
um har, sum garðurin er
lægstur. Grundsjónarmiðið
er, at tað ikki snýr seg um at
prógva, at tú sjálvur hevur
rætt, men bert at royna at
fáa tað at síggja út, sum um
mótparturin hevur skeivt,
og so annars vóna, at fólk
eru nóg býtt til at halda,
at tað so er tú sum hevur
rætt.
Ein tann greiðasta mani
festatiónin av hesum má
uttan iva vera politiski
retorikkurin hjá Fólkafloks
veteraninum og sjálvút
nevndu føroysku versiónini
av franska kardinalinum
Richelieu, Óla Breckmann.
Ein kann bert við undran
lýða á, hvussu hesin mað
ur, ferð eftir ferð, skírir
tjóðveldisfólk at verða bæði
nasistar og kommunistar.
Hvussu kann mann fáa hetta
at hanga saman? Er tað so,
at Óli ikki kennir munin á
hesum annars so vælkendu
ideologium, ella væntar
hann bert, at føroyska fólk
ið er ov býtt til at síggja,
at hetta greitt víkur frá
øllum viti og skili. Óli
stendur tó ikki einsamallur,
meginparturin av flokki
hansara tykist samdur við
hesi mannagongd. Greiðasta
dømi var í summar, tá Tjóð
veldisflokkurin skeyt upp,
at verandi fiskidagaskipan
bleiv umskipað til ein fiski
dagabanka.
Ein
opnan
markna, har sum øll kundu
bjóða og seljast skuldi til
hægstbjóðandi.
Liberalisma út í odd og
egg, men tó kommunisma
sambært Fólkaflokkinum.
Hvussu hongur hetta sam
an, hvussu býtt halda teir
okkum vera?
Hendan
fatanin
um,
hvussu man argunemterar
politiskt, avmarkar seg tó
ikki bert til ein flokk í før
oyska politiska spektrinum.
Seinastu vikurnar hevur
nýggja politiska stjørnu
skotið hjá Javnaðarflokki
num John Johannessen
vælsignað okkum føroy
ingar við sínum máttmiklu
retorisku eginleikum. Í
tveimum
lesarabrøvum
leggur
hann
beinleiðis
Tjóðveldisflokkin
undir
at sneiða til høgru, fyri
harvið at kunna koma í
samgongu við høgravongin
í føroyskum politikki. Alt
hetta meðan egni flokkur
hansara meir ella minni
hevur latið seg gelda fyri
at kunna verða grundarlag
undir somu høgravendu
samgongu, sum hann legg
ur Tjóðveldisflokkin undir
at vilja stovna. Man kann
tí bert undrast yvir, hvørt
hetta er tekin um, at John
Johannessen hevur upplivað
eina sjáldsama løtu av sjálv
rannsakan, ella um hetta
bert er enn eitt sats uppá,
at Føroyar hýsa størstu kon
centratiónini av býttlingum
í nýggjari tíð.
John Johannessen nýt
ist tó ikki at kenna seg
einsamallan í flokki sín
um, sum jú eisini umfatar
sjálvan løgmann. Einum
manni, sum hevur brúkt
seinastu trý árini av polit
iska lívið sínum til at
endurtaka
setningarnar,
“Je kann bert taka støðu
til tann veruleika, sum je
livi í” og “Je havi fult álit
á landsstýrismanninum og
fari tí ikki at gera meira við
málið”, tá hann annars ikki
hevur vitjan av umboðum
fyri danska statsvaldið og
verður raktur av einum
sporadiskum hugi til at
skriva undir øll tey skjøl,
sum hesi hava við sær.
Ein løgmaður sum hevur
nýtt meginpartin av hesum
valskeiði til at koma við
profetiskum hugleiðingum
um
eina
stórfingna
visjón, sum á ein nærum
gandakendan hátt skal flyta
okkum, ikki bara fram til,
men framum allar heimsins
elitir. Ein visjón, sum stutt
og greitt gongur út uppá,
at vit skulu umbyggja
føroysku samfelagsskútuna
og seta nýggj segl, so at
hon líkist øllum hinum í
evropeiska flotanum, bara
nógv nógv minni. Hereftir
skulu vit so upp á bara 8
ár megna at yvirhála øll
hini skipini, sum hava siglt
undan okkum í 30 ár. Trýr
hann sjálvur upp á hetta,
ella væntar hann bara at vit
gera tað?
Rundast kann tó ikki av,
fyrr enn tú hevur nevnt
triðja hornið í samgongu
tríkantinum, nevniliga Sam
bandsflokkin. Ein flokkur
hvørs formaður fyrst helt,
at tað var frálíkt og ein
stórsigur
fyri
rættvísi
sum heild, at fyrrverandi
irakski einaræðisharrin var
avrættaður, seinri segði
hann seg verða í móti deyða
revsing, men helt allíkavæl
at man átti at kunna
avrætta summi fólk, sjálvt
um deyðarevsing undir
ongum umstøðum skal at
vera loyvd. Var tað nakar,
sum nakrantíð skilti, hvat
maðurin veruliga meinti,
ella nakar sum man ivast í
hvaðani Pipar og Salt fáa
sín íblástur?
Beint í hølunum á honum
er sjálvur næstformaðurin
í flokkinum, sum hevur
prógvað, at hann er føroya
meistari í at taka prinsipiellar
og átrúnaðarligar avgerðir
uttan at tað fær nakra
persónliga avleiðing fyri
hann sjálvan. Seinast tá
hann orsaka av 266b tók
seg úr samgonguni, tó utt
an at siga nakran av álitis
sessum sínum frá sær,
hvørki í flokkinum, ella í
tingnevndunum. Størri polit
iskur pínslarváttur er nokk
neyvan sædd ur í Føroyum
fyrr.
Sjálvt um man er grund
leggjandi
ósamdur
við
Karsten Hansen, sum tók
seg úr Tjóðveldisflokkinum
av somu orsøk, so má man
hava virðing fyri, at maðurin
vísti rygg og veruliga tók
allar
avleiðingarnar
av
avgerð síni. Ein avgerð sum
kravdi annað av manninum,
enn at hann meldaði avboð
til onkran kaffifund á
kontórinum hjá profetinum
í Tinganesi.
Eru hesar eygleiðingar
nakað, sum eigur at geva
okkum føroyingum orsøk
til størri høvuðbrýggj? Er
tað veruliga so, at vit sum
fólk og sum tjóð bert eiga
at yppa øksl og siga “tað
má nokk fara at ganga”,
ella eiga vit at ásanna, at
fólkaræði okkara ber greið
tekin um forfall, og at
tørvur tí er á grundleggjandi
broytingum, áðrenn tað
er ov seint? Er tíðin ikki
komin til at gera upp við
hesa
líkasælis–doktrin,
sum tykist valda í ovastu
rókunum í føroyskum poli
tikki, er tíðin ikki komin til
at vit slá nevan í borðið?
Eg skal tó ikki pástanda,
at eg eri fyrsti maður sum
hevur gingið við hesum
tonkum um føroyskan poli
tikk, og vil tí lata Jóann
es Patursson enda við 11.
ørindi í yrkingini Í døpur
huga:
Um tægr tó og blóðsdropi
eftir
er enn av norrønum slag´,
so hevja upp orðið,
og sláið í borðið:
“Vit tola ikki longur hetta
lag.”
Eyðun
á Borg
Bygdanøvn verða
sjálvandi bend
(Vágur-Vág-Vági-Vágs)
Føroyskur politikkur anno 2007
Leivur
Persson
Blaðmaður Sosialsins tos
aði í vikuskiftinum við
løgregluna um álvarsliga
tilburðin, tá ungur maður
varð stungin við knívi.
Niðanfyri loyvi eg mær at
endurgeva úr práti teirra:
...í nátt varð løgreglan
í Havnini boðsend í Vest
urbýin í Havn, har ein hend
ing ímillum tveir ungar
dreingir fekk álvarsligar
avleiðingar. Tað endaði
við, at ein 17 ára gamal
drongur var stungin so illa
við knívi, at annað lunga
punkteraði...
Eftir at hava greitt frá at
illgruni var um, at brennivín
var uppi í (og hetta er síðani
staðfest), kemur løgreglan
til hesa niðurstøðu um virk
semi sítt:
- Vóru brennivín og
rúsevni ikki, høvdu vit
næst an klárað okkum við
einum telefonsvarara.
Í gjár, mánadagin, hoyra
og lesa vit so í fjølmiðl
unum, frá løgreglu og øðr
um, at vegna hesa og aðrar
líknandi hendingar man
rættast vera at banna ????
knívum!
Hvør tosaði um fleiri
PISA kanningar?
Jenis
av Rana
Logikkur fyri....?
viðmerkingar