týsdagur 30. januar 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 30. januar 2007
13
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri maður, pápi og abbi okkara
Hugo Lind
Døstrup, Sdr. Jylland
andaðist á sjúkrahúsinum í Åbenrå leygardagin
27. januar 65 ára gamal
Jarðaferðin verður úr Døstrup kirkju í Suður Jyllandi
fríggjadagin 2. februar kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Petra, Kim, Betina, Kenneth og Vivian
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá góða mamma, vermamma, omma og
langomma okkara
Christina Zachariasen
andaðist jólaaftan og fór til jarðar.
Takk til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini,
ervinum og á ymsan hátt.
Og til tykkum, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Thommas, Marjun og Páll Zachariasen
Lítið vardi tað okkum, sum vóru
við bindiklubbanum í Suðuroynni
síðst í mai 2006, at hetta var síðsti
túrurin, vit høvdu saman við Jóhann
es Eli. Sjálvt um hann hevði krím,
so vildi hann so fegin koma við.
Jóhannes Eli dámdi sera væl
at ganga úti í náttúruni. Nógvar
ógloymandi túrar hava vit havt
saman, og sum oftast var tað hann,
ið legði til at fara. Nú er hann farin
undan okkum sín síðsta túr - inn í
ævinleikan.
Tað er helst ikki vanligt, at menn
eru í bindiklubbi, og soleiðis er
heldur ikki her. Fyri nøkrum árum
síðani kom onkur við tí hugskoti,
at menninir kundu spæla sjavs,
meðan konurnar bundu, og tóku
fleiri undir við tí og eru sera glaðir
fyri hetta tiltak. Nú er sessurin hjá
Jóhannes Eli tómur, og saknurin er
stórur, men minnini eru góð.
Tað kom óvart á okkum at frætta,
at Jóhannes Eli var vorðin álvarsliga
sjúkur á bátaferðini í Noregi, og
fylgt varð væl við, hvussu gekst,
meðan hann var á sjúkrahúsi í
Noregi og Danmark, men stórt var
vónbrotið, tá tað frættist, at einki
var at gera meira.
Hegnismaður, sum Johannes Eli
var, keypti hann sær bátaskrokk
úr Noregi og bygdi bátin Antares,
sum er gjørdur av einslistum.
Dreymurin um egnan bát gekk
út, og stór var frøin, tá Antares
varð sjósettur á sumri 2005. Hann
gleddist um bátin og hevði ætlanir
um at sigla runt oyggjarnar.
Tá ið standmyndin av Sigmundi
Brestissyni varð avdúkað í Skúv
oy, sigldi Jóhannes Eli, sum hevði
røtur har, saman við bróður sínum
við egnum báti at luttaka í hátíðar
haldinum.
Góðu Asta, Bent Levi og Elsebeth.
Tit hava mist ein góðan mann
og pápa. Harrin troysti og styrki
tykkum í sorgini og sakninum.
Asta, góða, tú vart manni tínum
ein góður stuðul og vart um hann
alla tíðina, hann var sjúkur, og fekk
góða hjálp frá familjuni.
Góði Jóhannes Eli. Takk fyri
alt, vit hava havt saman. Altíð vart
tú blíður og fyrikomandi, góður í
ráðum, trúgvur at vitja og fúsur at
hjálpa, har ið á stóð.
Við hesum fáu orðum lýsa vit
frið yvir minnið um okkara góða
vin Jóhannes Eli Iversen.
Bindiklubburin
Dagurin
31. januar. Vigilius, deyður ár 405. Kemur ungur til
Trient, har hann í 385 gerst biskupur. Tá ið hann á eini
trúboðaraferð kollveltir eina skurðgudamynd, verður
hann steinaður til deyða.
Jóhannes Eli Iversen
til minnis
deyður 22. december 2006
Hugo Lind andaðist
á Åbenraa sjúkrahúsi
leygardagin 27. januar,
65 ára gamal. Jarðar
ferðin verður úr Døstrup
kirkju í Suðurjútlandi
fríggjadagin kl. 14.
Andlát og jarðarferðir
Í sambandi við at Birgar
Johannessen savnar tilfar
til ”Tórshavnar alfrøði”,
kemur hann fram á nógvar
áhugaverdar myndir, og her
er ein av teimum.
Myndin er av einum
Chevrolet Styline frá 50-
unum. Hon er tikin framman
fyri klædnahandilin hjá
Gunnari Stokholm við Hoy
dalsvegin.
Vit hava spurt fleiri “ser
frøðingar” um teir kennast
við hendan bilin, men
enn hevur eingin endaliga
kunnað staðfest hvør eigur
bilin.
Tað kundi verið líkt til,
at hetta er ein bilur hjá
Gunnari Stokholm. Hann
koyrdi annars mest við
Ford bilum.
Gunnar Stokholm hevði
klædnahandil við Hoydals
vegin frá fyrst í 50-unum
til síðst í 60-unum. Hann
andaðist í Danmark í 2003,
92 ára gamal.
Tey sum kennast við bilin
á myndini eru vælkomin at
ringja til Birgar Johannessen
á tel. 214647 / 314647.
Chevrolet Styline:
Er hetta bilurin hjá Gunnari Stokholm?
Mynd: Føroya
Fornminnissavn