týsdagur 30. januar 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 21 - 30. januar 2007
Leygardagin 20.
januar royndasigldi
Vestmanna Sløkki-
og Bjarginarlið ein
gummibjargingarbát,
ið kann sigla við
yvir 40 míla ferð.
Eingin ivi er um,
at bygdini tørvar
ein slíkan bát, sigur
Fríðálvur Bláhamar,
sløkkiliðsleiðari
Trygd
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin
Myndir: Birgir Waag
Høgnesen
Vestmanna
Sløkki-
og
Bjargingarlið
hevur
í umbúnað at keypa ein
skjóttgangandi
gummi
bjargingarbát við føstum
botni, ið kann sigla við yvir
40 míla ferð.
Báturin, ein portugisiskur
Valiant
Vanguar,
er
góðkendur til 15 fólk,
men kann taka 20-25
fólk umborð um ikki siglt
verður – um t.d. bíðað
verður eftir hjálp á einum
vanlukkustað. Motorurin er
ein 115 hk Mercury.
Tá hugsað verður um
fjølbroytta virksemið á
sjónum og við sjógvin,
har
ofta
nógv
fólk
samlast, er eingin ivi
um, at bygdini tørvar ein
slíkan bát, sigur Fríðálvur
Bláhamar, sløkkiliðsleiðari
í Vestmanna.
Nevnast kunnu eitt nú
útróðurin, alsamt vaksandi
ferðavinnan við bátum her
úr bygdini og stevnurnar
–
Fjarðastevnan
og
bátastevnan, har rættuliga
nógv fólk savnast á og við
sjógvin!
Báturin kann eftir 10
minuttum verða á nærmastu
útróðrarleiðunum.
Eisini kann báturin brúkast
til at leggja forðingar út í
samband við oljudálking á
sjónum. Her kann nevnast,
at Vestmannahavnar Havn
eigur neyðugu forðing
arnar.
Sløkkiliðið hevur júst
útvegað pumpu, sum skjótt
kann siglast á vanlukkustað
á sjónum, har hon bæði
kann brúkast til at sløkkja
og lensa við.
Fríðálvur Bláhamar sigur,
at ætlanin er at vinnululívið
og aðrir instansir, sum hava
við sjógvin at gera, koma at
fíggja bjargingarbátin.
Við
allari
nautiskari
útgerð
og
búnum
til
manningina kann sløkki-
og bjargingarliðið fáa bátin
fyri 250.000 kr frá P/f
Stubbanum í Vestmanna,
sigur Fríðálvur Bláhamar.
Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið:
Skjóttgangandi
gummibjargingarbát
Manningin á sløkki- og bjarginarliðnum við bátinum framman fyri brandstøðini Vestmanna saman við Kára Hansen frá P/f
Stubbanum
Vestmanna Sløkki- og Bjarginarlið royndasigldi gummibjargingarbátin leygardagin 20. januar
Tað er slíkur grav
gangur eftir at
byggja ídnaðarvirki
í Klaksvík, at lendið,
sum Klaksvíkar
Kommuna hevur
tikið til endamálið,
er alt ov lítið
Í Klaksvík hava tey bjartar
vónir um framtíðina.
Tað má ásannast, skulu
vit døma eftir tí virkis
fýsni, sum er í okkara
norðasta býi.
Og tað hevur givið
býráðnum í Klaksvík ein
trupulleika at dragast við.
Men hetta má sigast at
vera ein trupulleiki av tí
slagnum, sum tey nógva
staðni kring landið munnu
øvunda klaksvíkingum,
tí hann er av tí meiri
hugaliga slagnum.
Klaksvíkar Býráð hevur
tikið eitt økið, sum er sett
av til at byggja ídnaðar
virki á.
Hetta økið er á vestara
armi á Borðoyarvík, frá
bátahylinum og úteftir.
- Býráðið hevði umsókn
ir um grundstykki at byggja
ídnaðarvirki á og tí útveg
aðu vit hetta økið til enda
málið, sigur borgarstjórin,
Steinbjørn O. Jacobsen
fyri Portalinum.
Á hesum stykkinum er
pláss fyri sjey grundstykkj
um til virkisbygningar.
- Men tað er alt ov lítið,
tí nú tørvurin er gjørdur
upp, vísir tað seg, at tøvur
er á minst 14 stykkjum.
Borgarstjórin sigur, at
sostatt má býráðið útvega
meiri lendið til ídnaðar
øki.
- Eftir ætlan fer býráðið
sostatt aftur í samráðingar
við hagan um at fáa meiri
lendi til ídnaðarøki, sigur
hann.
Men hann væntar ikki,
at tað verður nakað spøri í
tí og tað fer býráðið í holt
við nú.
Steinbjørn O.Jacobsen
heldur, at hetta er ein
spennandi
trupulleiki,
býráðið hevur.
- Hetta má sigast at vera
hugaligt, tí tað er tekin
um at tað er lív í her
norðuri og at bjartskygnið
er stórt.
Borgarstjórin sigur, at
talan er um alt handa slag
av fyritøkum, sum ætla at
byggja.
Tey, sum ætla at byggja
ídnaðarøki, hava gjørt eitt
felag og standa sjálvur
fyri at gera lendið byggi
búgvið.
Klaksvíkingar
fingið ein huga
ligan trupulleika
Klaksvíkingar eru bjartskygdir og tað gevur býráðnum ein
hugaligan trupulleika at loysa