Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 21 - 30. januar 2007 SAMBAND Jan Müller jan@sosialurin.fo tlf. 341800 vinnusíðurnar Fríggjadagin varð Andras Róin kosin ársins leiðari. Hann bleiv róstur fyri at vera ímyndin av leiðslu og fyri at hava stýrt eini fyritøku, ið vann pening VINNA Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Á ársins leiðaradegi, sum Synergi skipaði fyri á Hotel Føroyum fríggjadagin, varð Andras Róin, fyrrverandi stjóri á Føroya Tele, kosin ársins leiðari 2007. Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, Gloria Kalsø, handisskúlalærari, og Óli Olsen, blaðstjóri á Vinnuvitan, sótu í dóms­ nevndini. Í grund­gevingini varð m.a. sagt, at Andras Róin miðvíst hevði ment ein stirvnan, almennan stovn til eina fyritøku, ið megnaði at koma inn í tann talgilda heimin. Andras Róin fekk tað skotsmál, at Føroya Tele við honum á odda hevur víst seg at havt altjóða ambitiónir og møguleikar. Harafturat varð fyritøkan søgd at hava eina opna leiðslu, har fólk ynskja at starvast – og vísa seg at støðast. Andras Róin fekk eisini tey rósandi orðini, at hann var ímyndin av leiðslu og hevði stýrt eini fyritøku, ið vann pening. Herfyri kundi Føroya Tele gjalda 30 milliónir í vinningsbýti. Tá Andras Róin kom upp á pallin at taka ímóti herðaklappinum, segði hann seg vera ovfarnan. - Eg havi havi ongantíð fingið so nógv rós, síðani eg segði upp, helt hann skemtiliga fyri. Andras Róin segði, at hann ognaði starvsfólkun­ um á Føroya Tele heiðurin. – Andras Róin ímyndin av leiðslu Kaupthing Bank held­ ur kósina frá un­dan­ farn­um árum BANKI Eirikur Lindenskov Í morgun legði Kaupthing sam­tak­ið fram enn eitt se­ra gott útslit. Úrslitið hjá Kaup­ th­ing Bank fyri 2006 gjørd­ ist 7,2 milliardir dansk­ar krón­ur eftir skatt. Tað er ein vøkstur í úrslitinum á­­ljóð­an­di 73% samanborið við roknskaparárið 2005. Úrslitið fyri 2006 svar­ar til eina renting av egin­pen­ing­ in­um á 42,4%. - Við ársenda 2006 hevði Kaupthing Bank ein javna á 320 milliardir danskar krón­ ur. Eginpeningur felagsins var 27 milliardir danskar krón­ur. - Kaupthing Bank hevði eitt framúrskarandi úrslit í 2006. Talan er um enn eitt metár fyri felagið. Flestu av dótturfeløgunum í teimum 10 londunum, Kaupthing virkar í, høvdu metúrslit, og tað er gleðiligt at síggja, at inntøkugrundarlag okk­ara bara gerst sterkari og sterk­ ari. Vit rokna við, at okkara vak­strar­æt­lan áhaldandi fer at geva kundum okkara nýggj­ar møguleikar, sigur Hreið­ar Már Sigurðsson, stjó­ri í Kaupthing sam­tak­in­ um, í sambandi við árs­rokn­ skap­in. Kaupthing Bank í Før­oy­ um Sum partur av samtakinum hevði Kaupthing Bank í Før­oy­um somuleiðis eitt gott úrslit fyri farna árið. Rokn­skap­ur­in fyri 2006, sum samstundis var tann sein­as­ti fyri Kaupthing Virð­­is­­bræva­­mek­­l­a­ra­­fel­ag P/f, vísti eitt yvir­skot á 12,5 milliónir krón­ur. Tað svarar til eina rent­ing av eginpeninginum á 41,1%. Úrslitið er betri enn úrslitið fyri 2005. - Men tað eru nýggjar tíð­ir fyri felagið í Føroyum, stað­fest­ir Peter Holm, stjó­ri í Kaupthing Bank í Før­oy­ um. - Hetta er síðsti árs­rokn­ skap­ur­in hjá Kaupthing Virð­isbræva­mek­la­ra­fel­ag. Vit reka nú bankavirksemi og kunnu bjóða kundum okk­ara eina munandi mei­ra fullfíggjaða tænastu. Kom­ an­di árið verður spennandi fyri Kaupthing Bank í Før­ oy­u­m, sigur hann. Raksturin hjá felagnum í 2006 hevur verið nógv merkt­ur av, at arbeitt hev­ur verið við at fáa eitt banka­ loy­vi í Føroyum. Nógv orka og nógvur peningur er brúkt­ur til at fáa bankaloyvi til vega. Góða gongdin heldur fram Gloria Kalsø, limur í dómsnevndini, hevði bert rósandi til fyrrverandi oddamannin á Føroya Tele Mynd: Jens Kr. Vang