týsdagur 30. januar 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 21 - 30. januar 2007
vinnusíðurnar
Føroya Arbeiðs
gevarafelag vil skapa
eina stóra uppliving,
og tí hevur felagið
boðið Bill Clinton og
Hans Blix til Føroya
24. mai.
- Hetta er ein ulti
mativ staðfesting av
Føroyum sum partur
av globala heiminum,
verður sagt úr Føroya
Arbeiðsgevarafelag
VINNA
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
- Vit tosa um eitt navn í
heimsklassa.
- Hann skal geva okkum
serligan íblástur á hægsta
støði.
- Hetta er ein ultimativ
staðfesting av Føroyum
sum partur av globala heim
inum.
Tað gekk ein løta áðr
enn Jan Mortensen, Jóhan
Páll Joensen og Magni
Arge vegna Føroya Arbeiðs
gevarafelag vildu avdúka,
hvønn talan var um, tá teir
á tíðindafundi í morgun
høvdu tosað eina løtu ein
“serligan persón”, sum
skuldi seta Føroyar á heims
kortið.
Føroysku fjølmiðlarnir
fingu fundarboð seint í
gjárkvøldið til tíðindafund
uttan yvirskrift.
– Tað er sikkurt Clinton,
sum kemur til Føroya, segði
onkur í skemti.
Og tað var tað eisini.
24. mai í ár skulu Bill
Clinton, fyrrverandi forseti
í USA, og sviin Hans Blix,
fyrrverandi leiðari fyri
vápnaeftirlitið í Irak, halda
hvør sín fyrilestur í Norður
landahúsinum.
Ætlanin er, at teir báðir
skula røða í umleið ein
tíma hvør, og eftir hetta
svara teir spurningum frá
fundarfólkinum í hálvan
tíma í part.
Blix steðgar á
nakrar dagar
Føroya Arbeiðsgevarafelag
er stigtakari til tiltakið. Í
gjár stutt fyri nátturðatíð
varð staðfest, at avtalan við
World Celebrity Event, ið
umsitur fyrilestrarøðir hjá
Bill Clinton í Evropa, var
komin upp á pláss.
Jóhan Páll Joensen, for
maður í Føroya Arbeiðs
gevarafelag, helt m.a. fyri,
at nú hava vit í Føroyum
tosað um visjónir í eini eitt-
tvey ár.
- Men okkum í vinnuni
dámar betur at handla,
segði Jóhan Páll Joensen,
og metti, at vit sjálv ofta
eru okkara egna forðing, og
at tað tí er av týdningi av at
fáa slíkar persónligheitir til
Føroya.
Enn er skráin ikki fastløgd,
og tí bar ikki til at fáa at
vita á tíðindafundinum, nær
Clinton og Blix koma til
Føroya, ella hvørjum teir
flúgva við.
Tó er sannlíkt, at Clinton
bara verður í Føroyum
hósdagin 24. mai, og tí ber
ikki til at fáa at vita, um ger
nakra útferð. Helst koma
Clinton og Blix í sama
flogfari til Føroya, men
Hans Blix hevur konuna
við, so Blix-hjúnini verða
væntandi í Føroyum nakrar
dagar.
Fíggjað við
luttøkugjaldi
Fyrireikararnir vilja ikki
siga, hvussu nógv tað
kostar at fáa hesar báðar
menninar, sum eru kendir av
altjóða politiska pallinum,
hendanvegin. Heldur ikki
ber til at fáa viðmerkingar
viðvíkjandi trygdini. Fyri
reikararnir vátta tó, at løg
reglan er millum tey fáu,
sum eru kunnað um ta fínu
vitjanina, og politiið hevur
givið grønt ljós.
Tó hevur ljóðað aðra
staðni, at fyrrverandi ameri
kanski forsetin áður hevur
fingið umleið eina millión
danskar krónur í samsýning
fyri ein einstakan fyrilestur,
og sum dømi kann nevn
ast, at tá Clinton vitjaði í
Frederikshavn 29. septemb
er í fjør, rindaðu teir 1800
áhoyrararnir frá 2500 krónur
í part fyri atgongumerki við
døgurða, og tey bíligastu
atgongumerkini
kostaðu
1495 krónur.
Í Norðurlandahúsinum er
tó bert pláss fyri eini 400
fólkum, so kanska hetta
ávirkar atgongumerkjaprís
in.
Clinton avgjørdi dagin
Tað er kortini greitt, at til
takið verður fíggjað við inn
tøkunum frá luttøkugjaldi,
sum fólk frá vinnulívinum
helst sleppa at keypa. Talan
er ikki um eina politiska
vitjan, men Jan Mortensen,
stjóri
í
Vinnuhúsinum
váttar, at Jóannes Eides
gaard, løgmaður, er boðin
við til fyrilesturin. Eisini
nevnir Jóhan Páll Mort
ensen møguleikan fyri. at
føroyingar kunnu bjóða
leiðslum í útlendskum fyri
tøkum hendanvegin at hitta
Clinton og Blix.
- Tað primera endamálið
er at skapa eina góða upp
– Clinton og Blix skulu se
Forsetavitjan: So siga tey...
Bjarni Djurholm hev
ur ilt við at trúgva tí,
tá vit siga honum, at
Bill Clinton kemur til
Føroyar. Men tá hann
verður
sannførdur
um, at vit ikki arga,
sigur hann, at hetta
er eitt ómetaliga gott
høvi hjá Føroyum
profilera
okkum
vinnuliga
- Hetta er avgjørt
nakað, sum setir Før
oyar á heimskortið.
Tí er tað ein upplagd
ur møguleiki at mark
naðarføra okkum úti
í heimið, sigur ein
sera fegin Bjarni
Djurholm.
Hann
heldur, at føroyskt
vinnulív fær fleir
faldað meira inn av
einari tílíkari vitjan,
enn hon kostar.
- Hetta fer at
gagna
føroyskum
vinnulívið í nógv ár
framyvir, staðfestir
hann.
Uppá spurningin
um,
hvat
Bjarni
Djurholm
heldur
vit kunnu vísa Bill
Clinton, sigur hann,
at vit hava nógv at
vera stolt av.
- Tað gongur væl
búskaparliga
og
vinnuliga, og sam
stundis hava vit eina
góða sosiala skipan.
So vit hava onga
orsøk at smæðast,
sigur Bjarni Djur
holm.
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, fekk boð
ini um at Clinton
kemur til Føroya tíð
liga í morgun. Hann
heldur tað verða sera
áhugavert, at Vinnu
húsið hevur megnað
at fáa Bill Clinton
hendan vegin. Og hann
ynskir Vinnuhúsinum
hjartaliga tillukku við
tí.
- Eisini verður for
kunnugt at sleppa at
hoyra Hans Blix í
sambandi við kríggið
í Irak, sum vit hava
havt eina serliga støðu
til, sigur løgmaður.
Hann heldur, at
vitjanin fer at geva
Føroyum stóran fyri
mun og nógva umrøðu
víða um.
- Clinton verður
mettur at vera millum
teir stóru amerikansku
forsetunum. Tí er hetta
er eitt gott tekin um,
at vit eru komin við
í altjóða samanhang.
Annars hevði hann
ikki ómakað sær við
at
komið
hendan
vegin, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Hann hevur áður
hoyrt Bill Clinton røða,
og heldur hann vera
ein ómetaliga karis
matiskan mann við
nógvum áhugaverdum
sjónarmiðum.
- Fyrst og fremst er
tað spennandi at hoyra,
hvussu hann sær heim
in. Og so verður tað
eisini stuttligt, nú
konan stillar upp til
forsetavalið, og Hvítu
Húsini kanska lata
dyrnar upp aftur fyri
Clinton
hjúnunum,
sigur Jóannes Eides
gaard, løgmaður, við
Sosialin.
Høgni Hoydal er, umframt
løgtingslimur
fyri
Tjóð
veldisflokkin, eisini útbúgvin
innan kunning og samskifti. So
Høgni sær stórar møguleikar
við einari slíkari vitjan, bæði
fyri politisku skipanina og
í sambandi við branding av
Føroyum sum heild.
- Tað er ikki minni enn eitt
bragd av Vinnuhúsinum at fáa
tílíkar persónligheitir hendan
vegin. Um vit bera okkum rætt
at, so síggi eg óavmarkaðar
møguleikar við vitjanini, sigur
Høgni Hoydal, sum eisini
vónar, at hon kann hava við
sær, at føroyskir politikarar
fáa eyguni upp fyri øðrum enn
tí heimliga. Eisini tí Hans Blix
verður við í fylginum.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum:
Íløgan kemur
fleirfaldað aftur
Jóannes Eidesgaard, løgmaður:
Clinton er ein
fantastiskur røðari
Høgni Hoydal, formaður Tjóðve
Upplagt til br
av Føroyum