týsdagur 30. januar 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Nr. 21 - 30. januar 2007
vinnusíðurnar
ta Føroyar á heimskortið
Bill Clinton
William Jefferson Clinton, betur kendur
sum Bill Clinton, er føddur 19. august í
1946. Hann gjørdist amerikanskur forseti
í 1993 og fór frá í 2001, tá hann ikki kundi
stilla uppaftur. Bill Clinton er demokratur
og var 42. forsetin í røðini.
Áðrenn Bill Clinton gjørdist forseti var
hann fimm ferðir valdur sum guvernørur
í statinum Arkansas, tilsamans í nærum
12 ár.
Sum forseti virkaði Bill Clinton fyri
betri útbúgving, størri eftirliti við
søluni av hondvápnum og strangari
umhvørvislóggávu. Á altjóða politiska pallinum meklaði Clinton
millum partarnar í Ísrael-Palestinakonfliktini og í Norðurírlandi. Av
øðrum ítøkiligum uttanríkispolitiskum avrikum er Dayton-avtalan,
sum var endin á borgarakrígnum í Bosnia.
Saman við konu síni, Hillary Rodham Clinton, var hann undir
illgruna og kannaður í samband við Whitewater-málið. Bæði vórðu
tey fríkend, men málið førdi til avdúkingina av einum øðrum máli,
nevniliga Lewinsky-gøluna, har tað kom fram, at Bill Clinton hevði
havt kynsligt samband við Monicu Lewinsky, sum starvaðist í Hvítu
húsunum.
Annars er Bill Clinton bachelor í uttanríkistænastum frá 1968. Eftir
tað las hann stjórnmálafrøði á Oxford. Síðani byrjaði Bill Clinton á
Yale Law School, har hann í 1973 fekk prógv sum Juris Doctor, sum er
nakað tað sama sum doktari í løgfrøði.
Tað var eisini á Yale, at Bill Clinton møtti Hillary Rodham, sum í 1975
gjørdist Hillary Rodham Clinton. Tað bæði eiga dóttrina Chelsea
Clinton, og hana fingu tey í 1980.
kelda: www.wikipedia.org
FAKTA
Hans Blix
Hans Blix er
føddur í 28. juni
1928 í Uppsala
í Svøríki. Hans
Blix hevur
lisið á Uppsala
University,
Columbia
University og
á University
of Cambridge,
hagani hann er
doktari í løgfrøði.
Eftir drúgvar royndir í svensku
uttanríkistænastuni, var Hans Blix
uttanríkisráðharri frá 1978 til 1979, og
frá 1981 til 1997 var hann aðalstjóri í
Altjóða Kjarorkunevndini, International
Atomic Energy Agency.
Í 2000 valdi Kofi Annan Hans Blix sum
leiðara fyri vápnainspektørarnar hjá ST,
og tað var undir leiðslu Hans Blix, at
leitanin eftir hópoyðingarvápnum í Irak
byrjaði.
Nú er Hans Blix leiðari av nýstovnaðu
altjóða nevndini fyri hópoyðingarvápn,
sum hevur sítt høvuðssæti í Stokholm.
FAKTA
living, sigur Jóhan Páll
Joensen.
Hvat evni verður á fundi
num, er ikki greitt enn,
men Magni Arge, nevndar
limur í Føroya Arbeiðs
gevarfelag, sigur, at Clinton
plagar at tosa um teir
“stóru spurningarnar”, tvs.
heimspolitikk o.l. evni.
Fyrireikararnir himprast
heldur ikki at viðganga,
at tað er kalendarin hjá
Clinton, ið hevur avgjørt, at
tað júst verður 24. mai, sum
verður dagurin, tá Clinton
vitjar í Føroyum. Sambært
Magna Arge er hetta tó
heppið, tí hetta er tíðin,
tá tað sambært hagtølunum
eru
minst
sannlíknindi
fyri, at fløgfør ikki fáa lent
vegna mjørka.
Spurdir,
um
Clinton
kennir Føroyar, svara fyri
reikararnir, at hann í øllum
førum hevur flogið yvir
Føroyum áður, og at hann
í øllum førum veit um Før
oyar, nú oyggjalandið hevur
fingið innivist í hansara
álmanakka.
Tað er kortini púra vist, at
Clinton fær nógv tilboð, og
at hann kann velja og vraka
millum tilboðini. Harafturat
fer hann at seta nógva tíð
næstu mánaðirnar av til
valdystin hjá konuni Hillary
Clinton um at gerast næsti
forsetin í USA.
Føroya Arbeiðarafelag
hevur arbeitt við at fáa Clin
ton til Føroya síðan í heyst,
og fyrireikararnir siga, at
nærri verður at frætta seinni,
hvussu tann endaliga skráin
fer at síggja út.
Í dag varð avdúkað á fundi
í Vinnuhúsinum í Havn,
at Bill Clinton og Hans
Blix skulu halda fyrilestur í
Føroyum
Mynd: Álvur Haraldsen
- Ein tílík vitjan gevur
eina stóra profilering av
Føroyum í ferðavinnuhøpi,
sigur stjórin á Hotel Før
oyum, Johannes Jensen.
Hann vísir á onnur dømi,
tá
kend
tónleikanøvn
og landslið koma henda
vegin. Við í ferðahópinum
eru ofta fleiri útlendsk tíð
indafólk, sum gera inn
sløg og samrøður úr Før
oyum.
- Sjálvandi er torført
at seta krónur og oyru á
virði á tílíkari profilering,
men hon hevur uttan iva
stórt virði.
Johannes Jensen vísir
annars á eitt ítøkiligt
dømi, tá Bill Clinton á síni
vitjan í Keypmannahavn
fyri nøkrum árum síðani
vitjaði Barresso-kaffistov
uni at fáa sær ein heitan
munn.
- Kaffimunnurin í Bar
resso hevði eitt øgiligt
lýsingarvirði,
sigur
Johannes Jensen, ið ikki
dylur yvir, at ein forseta
vitjan á Hotel Føroyum
hevði verið kærkomin.
- Vit hava eina løgmans
suitu, sum er. Men forsetar
er eisini vælkomnir at
sova har í nakrar nætur,
leggur stjórin skemtiliga
fyri.
Jón Klein Olsen, vara
politiinspektørur, sigur
við Sosialin, at løgreglan
fekk fyrispurning um
vitjanina
fyri
einum
mánað síðani ella so.
- Fyri okkum er hetta
bara ein uppgáva, og
vit fara at gera alt til, at
trygdin verður í hásæti. So
hóast uppgávan bæði er
avbjóðandi og spennandi,
so mugu vit onki siga
um, hvussu trygdin fer
at vera skipað, sigur Jón
Klein Olsen. Hann dugur
tó ikki at ímynda sær, at
alvápnaðir hermenn ella
politistar fara at standa
kring landið.
- Vit hava ávísar manna
gongdir, sum vit halda
okkum til í sambandi
við tílíkar vitjanir. Vit
hava fleiri ferðir vart eitt
nú drotningina, heims
kend fótbóltslið og fram
standandi politikarar, so
hetta er ikki heilt óvanligt
í okkara verð, sigur
hann.
Spurdur, hvussu vanligi
føroyingurin fer at kenna
á sær, at trygdin skal vera
í topp, sigur hann seg
rokna við, at tað kanska
verður okkurt, sum fólk
ikki sleppa, umframt at
ferðslan helst fer at vera
tarnað nakað hendan
dagin.
- Vit skulu ikki forða
honum, men verja hann,
sigur Jón Klein Olsen,
at enda.
- Tað sigur seg sjálvt, at vit eiga at
brúka vitjanina til at marknaðarføra
Føroyar, og tí eiga vit eisini at
skipa fyri fleiri uttanum tiltøkum í
sambandi við vitjanina. Tiltøk um
evni, sum vit ynskja meira fokus á,
sigur Høgni Hoydal. Hann vónar,
at altjóða fjølmiðlar fara at koma
við hendan vegin, so teir kunnu
vera við til at varpa ljós á Føroyar.
- Myndir av honum í ávísum
samanhangi hava ómetaliga nógv
at siga, og kunnu verða nýttar til
at seta fokus á nærum hvat sum
helst, sum vit meta hevur tørv tí. So
setið hann saman við skúlabørnum
ella takið eina mynd av honum
uppi á Slættaratindi, skoðandi yvir
oyggjarnar, sigur Høgni Hoydal,
eitt sindur skemtandi, men tó í
álvara.
eldisfloksins:
randing
Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum:
Clinton er vælkomin
at sova hjá okkum
Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur:
Trygdin verður
í hásætinum
Lagt til rættis: Rigmor Dam