Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 21 - 30. januar 2007 vinnusíðurnar Nils Sørensen, nevndarformaðir í Faroe Petroleum Norway fegnast um norsku útbjóðingina Føroyskt oljufelag seks loyvi í norskum øki Oljufelagið Føroya Kolvetni hevur í dag fingið at vita, at tað kann bora eftir olju í seks nýggjum loyvum Oljuloyvi Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað vóru góð boð leiðslan hjá Føroya Kolvetni fekk við postinum í gjára­ morgunin. Felagið, sum lat upp skrivstovu í Noregi fyri umleið ári síðani, hevur longu skorað, um ikki olju enn, so tó loyvi at bora eftir olju og gassi í tilsamans seks loyvum á norska landgrunninum. Felagið er tað, sum hevur fingið tillutað einamest av loyvum. Tilsamans 48 loyvi við 85 blokkum eru latin 33 oljufeløgum. Hetta er størsta útbjóðanin á landgrunninum higartil. Loyvi eru eisini latin í Barentshavinum, har norð­ menn hava góðar vónir um at finna olju og gass. Nils Sørensen nevnarformaður í norsku deildini av felag­ num sigur, at teir eru sera væl nøgdir við úrslitið av útbjóðingini. -Nú hava vit loyvi í føroyskum, enskum og norskum øki. Felagið hevur fleiri hundrað før­ oyskar íleggjarar eins og útlendskar við. Í 2008 fer Føroya Kol­ vetni at bora ein leiting­ar­ brunn á føroyska land­ grunninum saman við italska Eni. Stórar vónir eru til brunnin, sum skal borast tætt upp at bretska markinum. Hinumegin markið er gjørt oljufund fyri nøkrum árum síðani, kallað Cambo. Har verður í løtuni leitað eftir palli at bora avmarkingar- og metingarbrunn. Sosialurin skilur frá keldum í olju­ heiminum, at Cambo og Anne Marie brunnurin hjá Eni og Føroya Kolvetni liggja so tætt upp at hvørj­ um øðrum, at Cambo kann vera gott tekin um olju okkara megin markið. Sum skilst er áhugin fyri Anne Marie brunninum eisini stórur millum altjóða olju­ feløg júst av hesi orsøk. Áhugi er hjá øðrum feløg­ um at keypa seg inn í Anne Marie brunnin.