Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Nr. 21 - 30. januar 2007 vinnusíðurnar Vika 5/2007 Marknaðarrák Hægri váði í Noregi enn hinum Norðurlondunum Samsveiggið millum oljuprísin og norsk parta­ brøv er í løtuni 0,6, sum er væl hægri enn langtíðar miðaltalið á 0,3. Olju­prís­ urin flytir seg nógv í løt­ uni, og tískil er váðin á norska partabræva­markn­ aðinum hægri enn á hinum norrønu marknaðunum, ið eru tætt­ari tengdir at altjóða bú­­skaparrákinum. Meðan olju­prísurin er hækkaður seinastu árini, hevur for­ wardprísinum á olju verið oman fyri metingarnar hjá teimum flestu um framtíð­ ar oljuprís. Nú er vent, og forwardprísurin er niðan fyri flestu metingarnar. Sostatt er mynstrið, har inntøkuuppmetingarnar hjá oljufyritøkum næstan eru komnar av sær sjálvum, nú vent til tað øvugta. Vit mæla tí til at íleggjarar hava eyguni eftir norska partabrævamarknaðinum, og møguliga minka sum sín ognarlut til fyrimuns fyri hinar norrønu markn­ aðirnar. Gjaldoyru: Pundið hækkað nógv Pundið hevur verið frið­ar­ ligt síðan summarið 2005. Bretski tjóðbankin hækk­ aði tann 11/1 rentuna 0,25%­-stig í 5,25%. Rentu­ hækkingin fekk pundið at hækka úr 11,11 upp í 11,38, sum er tað hægsta síðani várið 2003. Pundið er síðan ársbyrjan hækkað gott 2% og liggur nú á 11,28. Norska krónan kann væntast at halda fram at hækka hesa vikuna. Tó verður torført at koma upp um 92 norsk oyru fyri donsku krónuna. Um hetta hendir, kann hon hækka enn meiri. Norska krónan er tengd at oljuprísinum. Oljuprísurin er seinastu 2 vikurnar hækkaður úr 50 í 55 dollarar fyri tunnuna, eftir at verða lækkaður úr 78 dollarum í august. Lánsbrævarentur hækka enn 10-ára lánsbrævarentan er nú 4,08%. Hon hækkaði 0,08% hesa farnu vikuna. Tað eru serliga gitingar um framtíðar rentupolitikkin báðu megin Atlantshavið, ið ávirka lánsbræva­markn­ aðin í løtuni. Hesa vikuna Hesa vikuna halda rokn­ skaparkunngerðirnar fram. Á okkara leiðum kunngera Danske Bank og Novo Nordisk roknskap, og í USA verða tað millum onnur Black & Decker og General Motors. Parta­ bræva­marknaðirnir fylgja sera væl við gongdini í roknskapunum.                                  SEK      Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.              Troling størri hóttan ímóti umhvørvinum enn oljudálking Kanningar, sum norska havrannsókn­ar­stovan hevur gjørt av botni­ num í Barents­havi­ num, vísa, at botnurin er at kalla pløgdur av trolarum. Umhvørvi Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Fleiri túsund sjófuglar hava eftir øllum at døma latið lív, eftir at olja rann úr farmaskipinum »Server«, sum sakk við Fedje í Vest­ urnoregi fyrr í mánaðinum. Altjóða viðurkendir hav­ frøðingar siga, at sum frá líður, fer oljudálkingin ikki at hava nakrar serligar av­ leiðingar fyri umhvørvið. Harafturímóti vísa teir á, at alt fleiri skip royna við troli, og at tað ger nógv størri skaða. – Trolingin ger nógv størri skaða á vistfrøðina í havinum enn oljudálking. Skip brúka trol hvønn dag, men oljudálking hendir sjáldan, sigur professarin Michael J. Kaiser á lærda háskúlanum Wales-Ban­g­or. Skerjir margfeldið Tá trolið fer eftir havbotni­ num, tekur tað stórar nøgd­ ir av plantum og botn­djór­ um við sær og oyðileggur tey, og nógv av hesum eru als ikki brynjað til eina so harðliga viðferð. Haraftur­ at sleingir trolið nógvan sand upp i sjógvin, og hann drepur ein hóp av ymsum smáverum. Hetta ávirkar og broytir bygnaðin og virksemið í vistfrøðini. – Troling beinir fyri nógvum livandi á hav­ botninum, og tað broytir tað lívfrøðiliga margfeldið. Nógvar av teimum verun­ um, sum liva á botni, veksa ógvuliga seint, og tað kann taka mong ár, áðrenn tær koma fyri seg aftur. Men nógv av tí, sum trolið tekur við sær, kemur kanska ongantíð aftur, sigur bretski professarin. John Gray, sum er pro­ fessari í havfrøði við lærda háskúlan í Oslo, er samdur við sínum bretska starvs­ bróðuri: – Tann óhepna avleiðing­ in av oljudálking er einki samanborið við ta oyð­ing­ ina, sum stendst av fiski­ skapi. Tann størsta hóttan­ in ímóti tí lívfrøðiliga margfeldinum í havinum er trolingin, sigur John Gray. Ávirkan allan vegin John Gray sigur, at egin­ leikarnir hjá havbotninum at endurskapa føðsluevni, sum hava avgerandi týdn­ ing fyri plankton, verða nógv skerdir av trolingini, og at hetta eisini fær av­ leiðingar longri uppi í føði­ ketuni og soleiðis ávirkar alla vistfrøðina. – Tað eru ikki nógvir fermetrar á havbotninum í Norskahavinum og Bar­ entshavinum, sum ikki hava havt vitjan av einum troli, og tað er synd at siga, at viðferðin er lagalig. Trolið oyðileggur tilveru­ grundarlagið hjá verunum, sum halda til har, sigur John Gray. Norski havrann­sóknar­ stovnurin er í ferð við at kortleggja havbotnin í Barentshavinum sum lið í einari verkætlan, ið hevur heitið Mareano-verk­ætlan­ in, og kanningarnar hava prógvað, at havbotnurin á Tromsøflaket er at kalla pløgdur allur, sum hann er. – Vit høvdu ikki væntað at síggja so mong og so týðilig spor. Nógvastaðni var eingin svampur at síggja, og tað kemst iva­ leyst av, at hann er trolaður burtur, sigur lívfrøðingur­ in Lene Buhl Mortensen. Ósjónliga hóttanin Hon heldur, at tað er neyð­ ugt við fleiri kanningum, áðrenn tað ber til at siga við vissu, hvørjar avleið­ ingar hetta hevur fyri um­ hvørvið, men sjálv heldur hon, at tað hevði verið skilagott at lýst fleiri trol­ fríar øki. – Tað er umráðandi at friða ávísar leiðir, sum kunnu varðveita tað lív­ frøðiliga margfeldið, sigur Lene Buhl Mortensen. Michael J. Kaiser, pro­ fessari, sigur, at olju­dálk­ ingin við Fedje er ein van­ lukka í sjálvum sær, men at hon bara fær ávirkan har um vegir. – Í teirri stóru heildini hevur oljudálking lítla ávirkan á umhvørvið. Vit vilja sjálvandi sleppa undan óhappum av hesum slagnum, men tey eru ikki heimsins undirgangur, sigur bretski professarin. Hann vísir á, at trupul­ leikin við oljudálking er, at hon er so sjónlig, og at tað hóvar ikki fólki at síggja deyðan fugl niðri í fjøruni. – Trupulleikin við trol­ ing er, at tey flestu vita einki um tað, og at eingin sær tað. Men tær óhepnu avleiðingarnar fyri um­ hvørvið eu stórar, sigur John Gray. Myndir av botninum í Barentshavinum vísa, at botnurin er at kalla pløgdur av troli.