týsdagur 30. januar 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 21 - 30. januar 2007
vinnusíðurnar
- Vit hava einar 12
mans eftir á Skála
Skipasmiðju, sum í
sínari tíð vóru við til
at smíða skip. Fleiri
av hesum eru komnir
nakað upp í árini, og
fáa vit ikki onkran
nýggjan sáttmála
um skipabygging
skjótt, fer hetta hand
verkið so líðandi í
søguna, sigur Dánjal
Andreassen, fyri
sitingarleiðari á Skála
Skipasmiðju
Handverk
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Arbeiðið at byggja hjálpar
skipið, sum reiðaríið Thor
í Hósvík hevur sáttmála
við Skála Skipasmiðju um,
gongur sum ætlað, og í hesi
vikuni verður stevnið sett
á skipið.
Tað eru 40 póllendingar,
sum flestu eru royndir í
stálarbeiði, ið burturav
arbeiða við hesum skipa
smíði, og føroysk arbeiðs
megi er bert í lítlan mun
við.
Dánjal Andreassen, fyri
sitingarleiðari á Skála Skipa
smiðju, sigur, at hetta er
eitt byggiarbeiði, sum skal
ganga skjótt fyri seg, og
longu í juni skal skrokkurin
standa liðugur.
-
Føroyingar
luttaka
bert í smærri arbeiðum í
sambandi við byggingina,
og eitt nú hjálpa okkara
menn til at boyggja plátur
og annað fyrifallandi, sum
kann stytta um tíðina.
Í søguna
Dánjal sigur, at veruleikin
er, at føroyskt skipasmíð er
við at fara í søguna.
- Vit hava einar 12 mans
eftir, sum í sínari tíð vóru
við til at smíða skip, men
hesir eru flestu komnir nak
að upp í árini. Tí er tað bara
ein spurningur um tíð, nær
hetta handverk fer í søguna
– um ikki okkurt hendir.
Hann vísir á, at tað hevði
komið væl við hjá Skála
Skipasmiðju og føroyskum
skipasmíði, um teir fingu
onkran sáttmála aftrat nak
að skjótt.
- Hetta kundi verið við til
at lagt nýggjar lunnar undir
føroyskt skipasmíð, sigur
hann.
Dánjal leggur dent á,
at slík skipabygging, sum
hon, ið Skála Skipasmiðja
nú hevur í gongd, als ikki
hevði komið upp á tal við
teirri manning, sum skipa
smiðjan hevur.
- Skalt tú vera kappingar
førur, er neyðugt, at arbeið
ið verður fingið frá hondini
skjótt, væl og fyri ein kapp
ingarføran prís. Alt annað
er óhugsandi, sigur fyri
sitingarleiðarin.
Liðugt í oktober
Hjálparskipið, sum Skála
Skipasmiðja smíðar til
Thor, verður 55 metrar
langt.
- Sum nevnt, skal skrokk
urin verða liðugur longu
í juni, og alt arbeiðið frá
okkara síðu skal verða lið
ugt hálvan oktober.
Dánjal
Andreassen
sigur, at tá skal skipið
verða liðugt á tann hátt,
at tað kann góðkennast
og sigla. Soleiðis skal alt
tað mekaniska og allur el-
útbúnaður verða liðugur.
- Síðan fer skipið av
landinum til sandblásing
og máling, og hetta verður
helst gjørt í eini stórari høll
i Hirtshals.
Hann sigur, at føroyska
veðurlagið er ikki nóg gott
og støðugt til slíkt arbeiði
uttandura.
- Tí má hetta gerast
uttanlands, sigur fyrisiting
arleiðarin, Dánjal Andreas
sen.
Stór skip
Á Skála Skipasmiðju hevur
annars verið hampiliga fitt
av arbeiði í longri tíð, men
í seinastuni hevur verið
heldur minni at gera.
- Vit hava havt einar tveir
og tríggjar stórar russarar
her inni, og onkur hevur
verið uppi í dokkini. Teir
gera nógv sjálvir við skip
ini, men nakað er so fallið
av til okkum. Teir hava
eisini keypt hjá okkum og
hava leigað amboð her,
sigur Dánjal.
Hann vísir á, at tann eini
russiski trolarin, sum teir
høvdu uppi í dokkini, er
120 metrar langur.
- Hetta er eitt rættiliga
stórt skip, og undir slíkum
umstøðum er torført at
arbeiða upp á skipið uttan
borða, tí tað fyllir so nógv í
dokkini, leggur hann aftrat.
Mánadagin fór Skála
Skipasmiðja eisini undir
at skifta motorin á einum
íslendskum brunnbáti, sum
breyt motorin, meðan teir
arbeiddu í Føroyum.
Føroyskt skipasmið
við at fara í søguna
- Hetta er eitt
rættiliga stórt skip,
og undir slíkum
umstøðum er torført
at arbeiða upp á
skipið uttanborða,
tí tað fyllir so nógv í
dokkini, sigur Dánjal
Andreassen
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Skalt tú vera kappingarførur, er neyðugt, at arbeiðið verður
fingið frá hondini skjótt, væl og fyri ein kappingarføran prís.
Alt annað er óhugsandi, sigur fyrisitingarleiðarin, Dánjal
Andreassen
Mynd: Vilmund Jacobsen