Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Nr. 21 - 30. januar 2007 vinnusíðurnar Tá ið felagið keypti 60% av partapeningi­ num í O. C. Holding á Oyri, segði annar av stjórunum, Gunn­ bjørn Joensen, at felagið vildi hava fleiri bein at standa á. Nú hevur Thor í Hósvík so aftur gjørt eina risaíløgu, hesaferð í tveir stórar frysti­trolarar Skipakeyp Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er dóttirfelagið hjá P/F Thor, P/F Thor Fisheries, sum nú hevur gjørt avtalu um keyp av tveimum stór­ um frystitrolarum, Her­cu­ les og Poseidon. Gunnbjørn Joensen, ann­ ar av stjórunum í Thor, sigur, at hesir trolararnir eru 105 metrar langir, 20 metrar breiðir og hava hvør sína 8050 HP Wartsila maskinu. Vigo-røðin – Skipini eru av sonevndu Vigo-røðini, ið eru 15 syst­ urskip, sum eru bygd í spanska býnum, Vigo. Tey eru bygd í tíðarskeiðinum 1991-1995. Eitt av hesum systurskipum er Athena, sum siglir undir føroysk­ um flaggi, og sum Thor frammanundan er part­ eigari í og reiðir út fyri. Vigo er stórur og kendur fiskivinnubýur í Spaniu, og her eru eisini onnur føroysk skip bygd, eitt nú Bakur og Stekur, sum Faroe Seafood eigur. Í løtuni verða tvey onnur skip bygd til felagið í Vigo. Í Kyrrahavið Gunnbjørn Joensen sigur í tíðindaskrivi í morgun, at skipini, Hercules og Posei­ don, í løtuni eru í Panama. – Tað fyrra skipið, sum er Poseidon, varð yvirtikið í gjár, 29. februar, og seinna skipið, Hercules, verður væntandi klárt til yvirtøku seinast í februar. Hann sigur, at bæði skip­ ini komu úr fiskiskapi í Kyrrahavinum við endan av farna ári og fara vænt­ andi aftur til fiskiskap um mánaðarskiftið, februar/ mars. – Talan er um fiskiskap eftir rossamakreli í altjóða sjógvi út fyri suður­ame­ri­ kansku vesturstrondini, leggur Gunnbjørn aftrat. Rossamakrelurin verður heilfrystur, pakkaður og síðan fluttur beinleiðis inn á marknaðin við farma­ skipi. – Hvørt skipið hevur eina framleiðsluorku, sum er 280 tons av lidnari vøru um samdøgnið, sigur Gunnbjørn Joensen. Manning og flagg Manningartalið umborð á Hercules og Poseidon fer at liggja um 120 á hvørjum skipi í senn. Stjórin sigur, at mann­ ingin verður úr ymiskum londum, eitt nú Føroyum, Noregi, Ruslandi og Kina. – Skipini koma at sigla undir føroyskum flaggi, og tey verða skrásett í Hósvík, har vit hava okkara høv­ uðssæti, og umsitingin av skipunum verður somu­ leiðis í Hósvík, leggur hann aftrat. Fígging og veitarar Gunnbjørn Joensen sigur, at tað eru føroyskir fígg­ ingarstovnar við Eik Banka á odda, sum hava víst stórt áræði. – Keypskostnaðurin fyri bæði skipini liggur um 300 miljónir krónur, og hetta er føroyska fígging burtur av. Hann sigur, at fleiri før­ oyskir veitarar standa seg væl í altjóða kapping. – Vit hava keypt megin­ partin av trolútgerðini frá Vónini, og skipini eru tryggjað hjá Trygg­ingar­ felagnum Føroyar, sigur annar av stjórunum í Thor, Gunnbjørn Joensen. Risa íløga í stór frystiskip: Thor í Hósvík enn fleiri bein at standa á – Skipini koma at sigla undir føroyskum flaggi, tey verða skrásett í Hósvík, har vit hava okkara høvuðssæti, og umsitingin av skipunum verður somuleiðis í Hósvík, sigur Gunnbjørn Joensen, annar av stjórunumí Thor Thor spennir seg rættiliga út. Her er føroyska Merkið vundið á stong, og á skipssíðuni stendur nú Hósvík Athena, Poseidon (mynd) og Hercules taka seg væl út. Hetta eru skip, sum eru bygd í sonevndu Vigo-røðini, ið fevndi um 15 systurskip