týsdagur 30. januar 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 21 - 30. januar 2007
Í umboðandi
demokratiskari
skipan er tað av
týdningi, at borgarar
flest hava eina
felags fatan av, hvat
er gott og hvat er
minni gott úrslit í
samfelagsgongdini.
Danmark er eitt
av ríkastu londum
heimsins á so
mangan hátt. Tað
er millum fremstu
lond heimsins
á so mongum
økjum. Soleiðis
eisini norðurlond
yvirhøvur.
Signar P. Heinesen
Høvuðsorsøkin er, at hesi
lond hava eitt javnt gott
grundstøði, har samskift
isformar eru væl skipaðir,
eins og vanligi borgarin er
væl fyri – hevur eitt høgt
vitanarstøði og evnar at seta
hesa vitan inn í ein politiskan
samanhang. Veljarin dømir
politikaran heilt ítøkiliga.
Vanliga eru búskapartøl
landsins ein týðandi partur
av grundarlagnum undir tí
dómi, sum veljarin fellir.
Ein annar máti at siga hetta,
er, at vanligi politikarin
brúkar búskaparlig tøl til
tess at vísa sínar dygdir.
Hann vísir á almennar íløgur
og tænastur til borgaran og
á búskaparligu gongdina
í landinum. Búskaparliga
gongdin verður vanliga
lýst við framleiðslu (bruttu
tjóðarúrtøku), fíggjarliga
standinum í statskassanum,
handilsjavnanum
við
útlandið, eitt slag av ábend
ing um kapp ingarførið ella
býtislutfallið í mun til onnur
lond
og
arbeiðsloysið.
Eitt slíkt samskifti krevur
sjálvsagt, at bæði politikari
og borgari tosa sama mál
og hava eina rímiliga felags
fatan av teim somu útsøg
nunum.
Hesi seinnu árini er hetta
slagið av samskifti millum
borgara og politikara vorð
ið væl meira fjølbroytt í
norðurlondum og aðra
staðni. Vit hava hetta
síðsta árið hoyrt nógv um
Pisa-kanning. Tað er ein
roynd at gera eitt mát fyri,
hvussu væl børnini læra.
Hvat hoyrdu vit um slíkt
fyri 10 árum síðani? Tá
hevði vanligi borgarin eina
meting um læruumhvørvið
á heimavølli, men at kalla
onga hóming av, hvussu til
stóð samanborið við onnur
lond, annað enn at vit kundu
meta um, hvussu gekst hjá
ungdóminum, tá ið tey fóru
undir framhaldandi lestur í
øðrum londum.
Strategiskt og
ikki strategiskt
Strategi er eitt hernaðarligt
hugtak. Í Gyldendals leksi
kon (3 bind frá 2002)
verður orðið lýst soleiðis:
“overordnet militær plan
lægning, der kan dreje sig
om landets samlede mili
tære, politiske og materi
elle resurser.” Hetta hug
tak verður nú eisini van
liga brúkt í sambandi við
privat virkir. Tey leggja
eina strategi og halda eina
strategi. Hugtakið verður
eisini brúkt meira tekniskt,
t.d. hvør strategi verður
vald í ljóskurvum á vegnum
(har tað t.d. er møguligt
at lata bilar, sum koyra
við eitt nú hægst loyvdu
ferð, slepp a ígjøgnum eina
“grøna bylgju”). Nú er alt
meira vanligt, at landsins
stjórn eisini brúkar hetta
heitið, men týdningurin er
eitt sindur opin enn.
Í virkissamanhangi verð
ur heitið strategi brúkt í
sambandi við tað, sum
fær virkið at vera eina
standandi, unikt, nakað,
vit leggja til merkis og
skilir seg frá øðrum virkj
um. Í praksis er hetta tó
eisini
rættiliga
trupult
at seta á formil á sama
hátt sum búskaparlig tøl.
Erik Johnsen, fyrrverandi
professari í leiðslu, hevur
eina skilmarkan, sum eg
haldi kann vera eitt nýtiligt
amboð í nógvum førum.
Tað sigur stutt og greitt,
at ein og hvør, sum hevur
nakað at lata inn í eina
skipan, hevur eitt sett
av krøvum í sambandi
við hvussu hetta verður
brúkt. Sagt formliga: ”En
interessent Ii disponerer
over
en
ressource
mængde Ri= {ri,1,...,ri,n}
og har et sæt ønsker og
forventninger i relation til
anvendelsen heraf i form
af et sæt målsætninger Mi=
{mi,1,...,mi,p}.”. Er ein ikki
vanur við hendan málburð
við Ri, Mi o.t., er tað ikki
nakar stórur missur, tí hetta
sigur bert, at tann einstaki
í flestu førum hevur fleiri
ymisk íkast at lata inn í eina
skipan, eins og viðkomandi
hevur fleiri mál ella ynski í
sambandi við sítt íkast. Eg
keypi eina vøru og lati gjald
fyri hesa vøru, men har er
so mangt annað afturvið,
eitt nú kann eg ynskja at
stuðla einum felagsskapi og
ikki stuðla onkrum øðrum
av onkrari orsøk. Tá ið vit
samskifta strategiskt eftir
hesum tankasetti, hava vit
viðurkent, at málini hjá tí
einstaka persóninum ella
virkinum eru fjøltáttað eins
og íkastini. At minka mest
møguligt um kostnaðin er
at kalla altíð eitt mál, eins
og tað altíð er eitt mál fyri
eitt vinnuligt virki, at tað
skal geva avkast. Hetta
eru so sjálvsøgd mál, at
vit neyvan nevna tey í stra
tegiskum høpi, fyrr enn vit
heilt ítøkiliga leggja eina
ætlan til rættis. Tá koma tey
hinvegin inn sum ein for
treyt undir øðrum málum.
Sami professari skil
markar so strategiska leiðslu
samsvarandi: “Strategisk
ledelse består i at generere
summen af de egenskaber,
som er nødvendige og
tilstrækkelige til aktivt at
udvikle eksistensgrundlaget
for en strategisk enhed.”
Sagt eitt sindur øðrvísi á
føroyskum, kunnu vit siga,
at strategisk leiðsla er at fáa
neyðug og nøktandi íkast
til høldar í menningini av
tilverugrundarlagi
okk
ara. Havandi í huga, at til
verugrundarlagið í einum
landi er eyðkent við einum
samspæli við umheimin,
kunnu vit í einum samlaðum
føroyskum
høpi
eisini
brúka orðingina “í takt við
umheimin”.
Eftir hesi fatan kunnu vit
skyna millum tað, sum er
strategiskt, og tað, sum ikki
er strategiskt, soleiðis, at
tað strategiska er í fyrsta
lagi fjøltáttað, og í øðrum
lagi hevur tað týdning fyri
okkara tilverugrundarlag.
At eitt virki ætlar sær yvir
skot er í sjálvum sær ikki
strategiskt, eins og tað ikki
hevur nakað við strategi
at gera, at keypa eitt skip
ella byggja ein tunnil.
Slíkt eru eintáttaði mál,
sum annaðhvørt eru liður í
eini samlaðari ætlan – eini
strategi – ella eru einstakar
verkætlanir við lítlum íkasti
til nakað tilverugrundarlag
hjá tí, sum gjaldar. Onnur
fáa sjálvsagt nøkur av
sínum málum upp fylt, so
sum løn, “prestigu” o.a.
Strategiska
støða Føroya
Kendasta strategiska átakið
í føroyskari søgu er helst
jólafundurin um ársskiftið
1888-89, tað vit í dag nevna
“jólafundin í 1888”. Hóast
hesir menn neyvan høvdu
hoyrt orðið “strategi”, vistu
teir væl, hvat innihaldið í
eini slíkari var. Hetta sæst
ikki minst av teim orðing
um, sum royndar vóru,
áðrenn tann endaliga orð
ingin varð til:
1. At fáa Føroya mál til
æru
2. At fáa føroyingar at halda
saman og ganga fram í
øllum lutum, at teir mugu
vera sjálvbjargnir
Mín fatan av vanliga før
oyinginum,
samanborið
við aðrar tjóðir, er, at tann
einstaki er strategiskt til
vitaður. Tað er ein av orsøk
unum til, at eg ditti mær at
skriva hesar reglur í hesum
formi út í almenna rúmið.
Tann einstaki føroyingurin
kennir á sær, nær eitt mát
bert er eintáttað búskapar
ligt, og nær tað er fjøl
táttað og strategiskt. Men
tey fægstu megna at seta
orð á tað. Eitt nú munnu
fægstu føroyingar kenna
seg heilt tryggar við gongd
ina í hesum døgum, har
búskapurin er vorðin ein
“nýtslubúskapur”.
Tey
flestu munnu hugsa sítt, tá
ið ráðgevar landsins vísa
á, at nýtsla er eins góður
búskaparvøkstur og eitt nú
virksemið í fiskivinnuni.
Men tey tiga. Vóna helst,
at hesi lærdu vita, hvat tey
siga. Tað gera tey sjálvsagt
eisini. Spurningurin er bert,
um tey eru heilt tilvitað um,
júst hvat tey siga, og hvussu
langt vanligi føroyingurin
tulkar teirra útsagnir. Mín
varhugi er, at tann lærdi
embætismaðurin talar um
kend búskapartøl uttan at
viðgera strategisku støðuna,
meðan vanligi føroyingurin
tekur við boðskapinum
strategiskt. Tey tosa hvør
sítt mál.
Á
myndini
omanfyri
síggja vit lutfallið millum
bruttutjóðarúrtøkuna fyri
hvønn borgara í Danmark
og í Føroyum. Myndin var
við í eini frágreiðing frá
búskaparráðnum í 2004.
Tá sóu vit tølini fram til
2002, og hon varð viðgjørd
í grein míni frá 8. desember
2002 við heitinum “Sveiggj
ella rák”.
Hugsa vit strategiskt,
kunnu vit brúka Danmark
sum støði í okkara meting
um. Hetta er skynsamt á
minst tvinnanda hátt. Í
fyrra lagi eru vit partur av
danska ríkinum, hagar tað
er ómakaleyst at flyta, um
støðan í Føroyum gerst í
so trong. Ein veruleiki, vit
kenna frá øllum teimum
mongu, sum eru eitt sindur
“øðrvísi”, men eisini frá
trongum
búskaparligum
tíðum sum t.d. fimm
ti
árunum og í nýtiárunum.
Tey næstu árini verða tað
helst avbjóðingarnar og
liviumstøðurnar í Danmark,
sum koma at hála til sín,
heldur enn at umstøðurnar
í Føroyum fara at skúgva
fólkið frá sær. Úrslitið fyri
Føroyar er tað sama.
Í øðrum lagi eru Føroyar
ikki einans “partur” av
danska ríkinum í “neutral
an” forstand. Síggja vit
støðuna frá einum donskum
forsætisráðharra – uttan
mun til persónin sjálvan
– eru Føroyar eitt hjáland
í danska ríkinum. Vit liva í
ríka, demokratiska partinum
av heiminum, og “hjáland”
hevur eitt verri orð á sær,
enn tað, sum veruliga liggur
í hugtakinum í okkara
støðu. Men sæð frá einum
donskum forsætisráði er tað
ikki gott, um framleiðslan í
Føroyum liggur omanfyri
donsku framleiðsluna. Tað
er so lítið gott, at ein danskur
forsætisráðharri, sum er at
sær komin, ger eitthvørt við
støðuna, soleiðis at fram
leiðslan við tíðini fer niður
um aftur danska støðið.
Vit kunnu sjálvsagt hava
okkara metingar um orsøk
irnar til kreppuna fyrst í níti
árunum, men tað er søga,
sum enn ikki er skrivað
av uttanveltaðum søgu
frøðingum. Uttan mun til,
hvør orsøkin var til krepp una
fyrst í nýtiárunum, kann
ein føroyskur løgmaður
heldur ikki liva fyriuttan
hesa myndina, tí hann má
rokna við mótstøðu frá
danska forsætisráðnum, tá
ið føroyska framleiðslan
fer upp um ta donsku. At
ein slík mótstøða verður
íklædd einum siðiligum
framferðarhátti, verdugur
nútímans
demokratisku
spælireglum, eigur ikki at
ørkymla okkum.
Eg rokni tað sum ynski
teinking, tá ið onkur setir
fram upp skot um, at vit
kunnu samm
eta okkum
við veikari tjóðir, heldur
enn við Danmark. Okkara
ungdómur og okkara initia
tivtakarar verða freistað
av Danmark, Noregi og
øðrum ríkum londum og
ikki Hetlandi, Portugal ella
øðrum væl veikari londum.
Mín frægasta tulking av
myndini er, at framgongdin
seinnu helvt av nýtiárunum
var ein beinleiðis fylgja av
teim eftirliggjandi virðu
num
frá
áttatiárunum,
sum vóru undirmett (t.e.
“de resterende dele af
summen af de genererede
egenskaber, der udviklede
eksistensgrundlaget
for
Færøerne” í málbúnanum
hjá Johnsen setninginum
omanfyri), umframt tí, sum
búskaparfrøðingar nevna
“hákonjunkturum”, sveiggj
um, sum vóru okkum til
vildar. Hendan tulking er
tann sama, sum eg hevði
varhugan av í 2004, tó at vit
tá ikki kendu niðurgongdina
síðani. Tulkingin kann sjálv
sagt broytast um gongdin
gerst øðrvísi, enn eg vænti
við verandi atferð føroy
inga.
Eftir hesi tulking var
strategiska støðan í Føroy
um í seksti, sjeyti og áttati
árunum heilt góð og fylgir
pílinum við numm
ari 1,
meðan strategiska støðan
í løtuni er eyðkend við
hugtakinum “kyksendi” og
er lýst við pílinum 2.
Strategiskt fótafesti hava
vit ikki, fyrr enn vit megna
at
fasthalda
búskapar
vøkstrinum í løtuni (o.u.
5-10% árliga) grundað
á føroyskt initiativ í takt
við umheimin, heldur enn
grundað á ein nýtslubúskap,
sum hevur sítt strategiska
støði í teim úrslitum, sum
forfedrar bygdu upp , men
sum ikki gevur nakað íkast
til strategiska støðið hjá
teimum, sum koma aftaná
okkum. Hetta setir ikki sørt
krøv til okkara, tí danski
búskapurin er sunnur og
bygdur á haldgóða grund
tey næstu nógvu árini.
Strategiskt fótafesti
vinnusíðurnar
BTÚ upp á fólkið í Føroyum í mun til í Danmark