týsdagur 30. januar 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 21 - 30. januar 2007
vinnusíðurnar
Í farnu viku vóru
sløkkiliðsfólk í
Suðuroy á skeið
í at sløkkja eld í
tunlum. Hetta var ein
partur av trygdini
í sambandi við
Hovstunnilin
Eldsløkking
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
At sløkkja eld í tunlum, er
ein heilt serlig avbjóðing.
Tí krevjast serlig skeið
fyri teimum, sum hava slíkt
til arbeiðis, skuldi illa vilja
til.
Í tríggjar dagar í farnu
viku var Trygdardepilin
hjá Vinnuháskúlanum í
Suðuroy og helt skeið fyri
sløkkiliðsmonnum í Vági,
Hovi og á Tvøroyri um at
sløkkja eld og at bjarga
fólki úr tunlum, tá ið eldur
kemur í.
Signheðin Davidsen, sum
var skeiðleiðari, sigur, at
skeiðið varð í sambandi við
trygdarviðurskiftini í Hovs
tunlinum.
Á skeiðnum fingu lut
takararnir, sum vóru 12 í
tali, bókliga vitan um slíkt
arbeiði. Men teir fingu
eisini høvi til at royna lær
dómin í verki. Í hesum sam
bandi høvdu teir praktiskar
venjingar í roykkaving og í
at sløkkja eld og at bjarga
fólki út úr tunlum.
Roykkavara
venjingin
var í einum gomlum pakk
húsi á havnarlagnum í Vági
og hin venjingin var í Sum
biarbergholinum.
Bæði í pakkhúsinum og
í tunlinum, skuldu sløkki
liðsmenninir finna neyð
stødd og bjarga teimum út
og tað er ikki sum at siga
tað, tá ið tú ikki sært eina
hond fyri tær
Signheðin Davidsen held
ur, at skeiðið gekk væl.
- Yvirhøvur má metast,
at ein tunnil er tryggur at
koyra ígjøgnum, tí har hava
vegur og vindur ongan týdn
ing.
Men hinvegin setir er tað
ein heilt serlig avbjóðing,
tá ið eldur kemur í, tí talan
er um eitt rør, sum roykur
og hiti sleppa illa burtur.
Og tað mugu sløkkiliðsfólk
hava serligan kunnleika til,
sigur Signheðin Davidsen.
Suðuroyingar lært at
sløkkja eld í tunlum
Hóast oingin roykur er í
rúminum, síggja sløkkiliðs
menninir ikki eina hond
fyri sær og mugu trilva seg
fram. Orsøkin er, at glasið í
maskuni er kámað, so at tað
sær út sum um at alt er fulti
royki. Sosatt er venjing so nær
veruleikanum sum til ber
Teir gera klárt til
roykkavaravenjing og teir
eru væl útgjørdir