Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-30, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 21 - 30. januar 2007 Stutt sagt Ætlar at tingast Forsetin í Afganistan, Hamid Karzai, sigur seg nú vera til reiðar at tingast við mótstøðurørsluna Tali­ ban. Á einum fundi við átrúnaðarleiðarar í Kabul segði forsetin, at hann er sinnaður at tosa við Taliban fyri at royna at fáa eina friðaravtalu í lag við rørsluna. Leiðslan í Taliban hevur fyrr sagt, at hennara fremsta mál er at reka allar útlendskar hermenn úr Afganistan, og rørslan hevur hert bar­ dagarnar í seinastuni. Tað sást týðiliga í fjør, og 2006 var eisini tað blóð­ ugasta árið, síðani Taliban varð rikin frá valdinum í 2001. Arbeiða drukkin Ein nýggj frágreiðing av­dúkar, at tað er so sum so við arbeiðs­lag­num á svenska kjarn­orku­verki­ num Forsmark. Í frá­ greiðingini stendur mill­ um annað, at tað hend­ir meiri enn so, at starvs­fólk eru drukkin, meðan tey eru til arbeiðis á verki­ num, og at hetta í fleiri førum kundi havt elvt til deyðsvanlukkur. Eisini verð­ur víst á, at talið av óhappum á Forsmark- verkinum er økt munandi tey seinastu árini. Í 2005 vóru 22 óhapp skrásett, men í fjør kom talið heilt upp í 68, stendur í frá­ greiðingini. Politisk morð Ein kanningarnevnd hjá stjórnini í Filips­oyggj­un­ um er komin til ta nið­ urstøðu, at herurin hevur beint fyri fleiri hundrað vinstrasinnaðum fólkum tey seinastu seks árini. Nevndin sigur, at talan var um politisk morð, og at leiðslan í herinum eigur at standa til svars fyri illgerðirnar. Jose Melo, fyrrverandi hægsta­ rættardómari, sum hevur staðið fyri kanningini, sigur við Reuters, at tað vóru smáar deildir hjá heri­num, sum framdu morð­ini, og at summir av leiðarum teirra settu kikaran fyri tað blinda eyg­að. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Alt bendir á, at Ísrael hevur brotið amerikanska lóg og vápnaavtaluna við okkum (amerikanska uttanríkisráðið) útlond Ísrael brúkti ameri­ kanskar tyssibumbur í í krígnum við Hizbollah seinasta summar – Ísrael hevur eftir øllum at døma brotið avtaluna við okkum, segði talsmaðurin hjá amerikanska uttan­ríkis­ ráðnum, Sean McCormak, í gjár. Hann legði afturat, at málið verður nú latið Kongressini, sum so skal taka støðu til, hvat skal henda. Amerikanska umsitingin hevur fingið eina fyri­bils­ frágreiðing, sum vísir, at ísraelska hermegin brúkti amerikanskar tyssibumbur í Suðurlibanon í fjør, og New York Times skrivar, at frágreiðingin hevur fingið fleiri at mæla til, at USA eigur at revsa Ísrael. Embætismenn í uttan­ ríkis­ráðnum og verju­mála­ ráðnum Pentagon hava sagt, at Ísrael breyt ameri­ konsku lógina um vápna­ handil, tá landið brúkti tær amerikonsku tyssi­bumb­ urnar í Suðurlibanon. Onn­ ur halda, at Ísrael brúkti bumburnar í sjálvverju fyri at steðga rakettálopunum hjá Hizbollah á ísraelskar býir. Tyssibumbur spjaða smá­ ar bumbur um eitt stórt um­ráði, og tær eru ætlaðar til álop á hermenn hjá fíggindanum. Síðani kríggið millum Ísrael og Hizbollah seinasta summar eru fleiri túsund tyssibumbur funnar ymsastaðni í Suðurlibanon, og kanningar hava víst, at tal­an er um bumbur, sum Ísrael fekk úr USA fyri nógvum árum síðani. Keld­ur hjá ST hava fyrr sagt, at 30 libanar eru deyðir og 180 aðrir særd­ ir av tyssibumbum síðani kríggið. Sambært ST brúkti Ísrael meiri enn eina millión tyssi­bumbur í krígnum við Hiz­bollah. Bretski minuserfrøðingurin David Oldaesin varð illa særdur, tá hann royndi at oyðileggja eina ísraelska tyssibumbu í Suðurlibanon í november í fjør. Ísrael breyt vápnaavtalu Fyrrverandi ST-aðalskrivarin fær heiðursløn frá minnis­grunni Olof Palme Á hvørjum ári letur Grunn­urin til minnis um Olof Palme eina heiðursløn, og í gjár kunngjørdi leiðsl­an, at heiðurslønin fyri 2006 verður latin fyrr­ver­andi ST- aðalskrivaranum Kofi Annan og manna­ rættinda­stríðsmanninum Mossad Mohamed Ali, sum er úr sudanska landspartinum Darfur. Teir báðir býta ársins heiðursløn sínamillum og fáa tískil 425.000 krónur í part. Grunnurin til minnis um Olof Palme varð stovnaður í 1986 ella sama ár, sum svenski forsætis­ráðharrin bleiv myrdur í Stockholm. Tað vóru tey avvarðandi hjá Palme og svenski javn­aðar­flokkurin, sum stovn­aðu grunnin. Kofi Annan heiðraður. Í dag fór kinesiski forsetin, Hu Jintao, undir eina rundferð í Afrika, og hann er ikki ørindaleysur. Fyri tveimum mánaðum síð­ani vóru fleiri afri­ kanskir leiðarar á fundi í Beijing eftir innbjóðing frá kinesisku stjórnini. Tá játtaði kinesiska stjórnin at lata afrikonsku londunum slakar 30 mia. krónur í láni og kredittum og at tvífalda búskaparligu hjálpina til lond í Afrika. Vitjanin hjá Hu Jintao í Afrika, sum byrjaði í dag, er annað stig hjá Kina at fáa fótin fastan í Afrika, skrivar DPA. Tals­ maðurin hjá kinesisku stjórn­ini, Liu Jianchao, sigur við tíðindastovuna, at ferðin er eitt sera týðandi diplomatiskt stig, og at forsetin hevur fleiri tilboð við sær í skjáttuni. Á Afrika-ferðini skal Hu Jintao millum annað vitja Sudan. Kina hevur sýtt fyri at taka undir við, at ST sendir hermenn til landspartin Darfur uttan so, at sudanska stjórnin tekur undir við tí. Til Afrika við fullari skjáttu Kofi Annan heiðraður