týsdagur 30. januar 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 21 - 30. januar 2007 ]
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
»Allan Simonsen var ein sannur perfektionistur,
sum altíð kravdi 100% av øllum kring seg«
Jens Erik Magnussen
Størsta og elsta
fimleikafelagið í
landinum vann alt,
sum vinnast kundi, tá
ið tilsamans 16 lið frá
Støkk, Ljósinum og
Havnar Fimleikafelag
kappaðust í estetisk
um fimleiki farna
vikuskifti
FIMLEIKUR
Lív Reinert Kjeld
liv.reinert.kjeld@sosialurin.fo
Ítróttarhøllin í Klaksvík
var nærum full av áskoð
arum leygardagin og sunnu
dagin, tá ið Føroya Fim
leikasamband saman við
Klaksvíkar Fimleikafelag
skipaði fyri steypakapping
í estetiskum fimleiki. Øll,
sum vóru og hugdu, fingu
eina einastandandi fim
leikauppliving. Heili 16 lið
frá Havnar Fimleikafelag,
Støkk av Glyvrum og Ljósi
num úr Havn kappaðust
í fýra bólkum: kvinnum,
gentum, smágentum og
pinkum. Tvey lið hjá Klaks
víkar Fimleikafelag vóru
eisini gestalið báðar dagar
nar.
Hóast hetta bert er triðja
árið, at fimleikararnir kapp
ast í estetiskum fimleiki,
er støðið ótrúliga høgt, og
tað sást á framførslunum
báðar dagarnar, at venjingar
tímarnir hava verið nógvir í
vetur. Seriurnar vóru ótrú
liga flottar, tónleikurin væl
valdur, og fimleikararnir
vóru í góðari venjing.
Orsøkin til, at kappingin
var hildin júst í Klaksvík er,
at Føroya Fimleikasamband
við hesum vónar at skapa
størri áhuga fyri estetiska
fimleikinum millum norð
oyingar, og harvið fáa fim
leikararnar úr Klaksvíkar
Fimleikafelag at vera við
í kappingum í estetiskum
fimleiki í framtíðini.
Kappingarnar gingu væl,
og dómararnir fingu eina
ordans avbjóðing, tí at fleiri
av liðunum vóru sera jøvn.
Spenningurin var serliga
stórur millum pinkuliðini
hjá Støkk og Havnar Fim
leikafelag A. Tá ið avtorn
aði, vunnu pinkurnar hjá
Havnar Fimleikafelag A
við einans 0,01 stigi. Ilt er
at siga, um nakar veit um
tættari kapping í føroysku
fimleikasøguni.
Hinir sigrarnir hjá Havn
ar Fimleikafelag vóru meira
sannførandi, tí at kvinn
urnar, genturnar og smá
genturnar vunnu allar við
umleið einum heilum stigi.
Venjarin hjá øllum trimum
liðunum eitur Eyð Strøm,
so sigast kann ikki annað
enn, at hon hevur gjørt eitt
megnar arbeiði fyri estet
isku fimleikararnar hjá
Havnar Fimleikafelag.
Henda kappingin var sum
sagt steypakapping. Føroya
meistararnir verða funnir
seinni í ár, og tá verður kapp
ingin óivað uppaftur harðari
og enn vakrari at síggja.
Genturnar skulu kappast
um føroyameistaraskapin
longu um ein góðan mánað,
nevniliga 2. mars. B-kapping
í estetiskum fimleiki verður
í seinnu helvt av apríl,
og føroyameistararnir hjá
kvinnunum, smágentunum
og pinkunum verða ikki
funnir fyrr enn fyrst í mai;
so tað eru nógvar spenn
andi avbjóðingar eftir hjá
fimleikarunum í ár.
Fimleikaúrslitini vóru hesi:
Pinkur:
1 Havnar Fimleikafelag A
13,03 stig
2 Støkk
13,02 stig
3 Havnar Fimleikafelag B
11,35 stig
Smágentur:
1 Havnar Fimleikafelag A
15,35 stig
2 Støkk A
14,25 stig
3 Ljósið A
13,90 stig
4 Støkk B
13,35 stig
5 Havnar Fimleikafelag B
13,15 stig
6 Ljósið B
11,90 stig
Gentur:
1 Havnar Fimleikafelag A
14,67 stig
2 Støkk
13,70 stig
3 Ljósið
13,31 stig
4 Havnar Fimleikafelag B
12,24 stig
Kvinnur:
1 Havnar Fimleikafelag
14,55 stig
2 Støkk
13,50 stig
3 Ljósið
12,58 stig
Havnar Fimleikafelag fór við øllum!
Kvinnurnar og A-smágentuliðið hjá Havnar Fimleikafelag.
Pinkurnar hjá Havnar Fimleikafelag A.
Pinkurnar hjá Støkk vóru einans 0,01 stig aftanfyri steypavinnararnar úr Havnar Fimleikafelag.
A-gentuliðið hjá Havnar Fimleikafelag.