Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 21 - 30. januar 2007 ] Claus í móti Chelsea Lutakastið um hvør skal spæla móti hvørjum í fimta umfari av FA Cup er gjørt, og liðið hjá Claus Bech Jørgensen skal møta Chelsea, um teir vinna á Norwich Um vikuskiftið spældu Blackpool og Norwich javnleik 1-1. Teir skulu tí spæla umdyst fyri at finna út av, hvør teirra skal víðari í FA Cup. Fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin, Claus Bech Jørgensen, spælir við Blackpool, og vinna teir umdystin móti Norwich, er næsta mótstøðulið teirra Chelsea. Hjá Chelsea er hetta vorðið sum lutakast, og hóast Claus og teir fingu júst tað mótstøðuliðið av øllum, teir allar minst høvdu hugsað sær, so eru teir helst spentir upp á stóru uppgávuna. Men fyrst skal dysturin móti Norwich vinnast, áðrenn Claus Bech Jørgensen sleppur at trína inn á Stamford Bridge. Petur skal samskipa spælaramenningina FSF hevur gjørt avtalu við Petur Simonsen, um at hann skal samskipa arbeiðið kring menningina av 11-12 ára gomlu spælarunum Leikaramenningin fer í gongd í mars mánaði, og tá verður landið býtt í fimm økir, har hvørt øki fær ein økisvenjara knýttan at sær. Vant verður 1 ferð um vikuna og uppá skift í økinum. Endamálið við leikaramenningin er í stuttum: At geva tí unga evnaríka leikaranum serliga undirvísing og venjing saman við javnlíkum. At knýta feløg og ungdómsvenjarar í eitt mennandi og landsumfatandi netverk. At rekrutera og menna komandi U-landsliðsleikarar Leygardagin varð 4. Grand Prix umfar leikt í Eysturskúlanum í Havn. 80 spælarar úr seks feløgunum høvdu boða frá luttøku Borðtennis tíðindaskriv B71, KÍ, Streymur, Royn, Tór og TBF høvdu øll meld­ að til kappingina, so roknað við eini sera spennandi kapp­ ing. Og so var. Serliga var tað í A bólkinum, har eingin leik­ ari megnaði at vinna allar sínar dystir. Petur Niclasen var roknaður sum favorittur, men legði út við at tapa ímóti Pæturi Albinus, sum seinni í kappingini tapti tveir dystir ímóti ávíkavist Halli Thorsteinsson og Jákupi Hansen. Um nú Hallur megnaði at vinna sín seinasta dyst ímóti Ragnari Egilsson við 3-1, so hevði hann vunnið A bólkin. Men so skuldi ikki gangast Halli, sum hevði leikt betur fyrr á degnum. Hann mátti leggja rygg til 3-1 tap og rakk tað hetta bara til ann­að plássið hjá evnaríka havn­ar­ manninum. Petur vann bólk­ in við átta stigum, og Hallur gjørdist nummar tvey við seks stigum. Bert tvey sett betri enn Ragnar og fimm betri enn Pætur, sum mátti taka til takkar við einum fjórða plássið, sjálvt um hann í fyrsta dystinum basti Grand Prix vinnaranum fimm tey seinastu árini – Peturi Niclasen. Undan hesum umfarinum hevði Tóki Thorsteinsson úr Tór megnað at vunnið tríggjar av trimum møgu­ ligum bólkum, men leygar­ dagin gekk ikki longur. Hann endaði á fjórða plássi í D-bólkinum, men hóast hetta, so má sigast, at tað er sera gott klára av smá­dreingjaleikaranum úr Havnini. Harumframt halda Jógvan Johansen Tór og Ólavur Fjørdal TBF fram við tí góða stimanum. Teir hava júst sum Tóki, vunnið tríggjar av fýra møguligum bólkum, sum teir hava luttikið í. Í øðrum bólkum var eisini sera tætt tá ið stig og sett skuldu teljast upp, so sigast má, at kappingin um at gerast Grand Prix vinnari 2007 er hørð, nú bert tvey umfør eru eftir. Og ikki nokk við tí, tí kappast verður eisini um at vinna sær sæti millum trý tey fremstu í hvørjari deild hjá teimum yngru (undantikið smápinkur og smápiltar), sum gevur atgongd til lut­ tøku í Brøndby Cup, sum veður í Danmark 17. og 18. mars. Næsta kapping, ið BTSF skipar fyri, er 4. Grand Prix um­far, sum verður í Eyst­ur­ skúlanum í Havn 10. febru­ ar. Stórur spenningur í Grand Prix kappingini Bólkavinnarar gjørdist: Bólkur A: Petur Niclasen, Tór Bólkur B: Rói Agnarsson, Tór Bólkur C: Sheila Strøm, TBF Bólkur D: Tróndur Tummasarson, TBF Bólkur E: Jóel Brimberg, KÍ Bólkur F: Birita Mortensen, TBF Bólkur G: Andrias á Roykheggi, Tór Bólkur H: Teitur Midjord, Royn Bólkur I: Jógvan Johansen, Tór Bólkur J: Vár Holm, TBF Bólkur K: Ólavur Fjørdal, TBF Bólkur L: Johannes Agnarsson, Tór Samlaða støðan í Grand Prix kappingini eftir 4 umfar: Smápinkur 1 Anna Mikkjalsdóttur TBF 406 stig 2 Durita Jensen TBF 286 stig 3 Sofía Maria Ferjá TBF 264 stig Smápiltar 1 Bjørgvin Sveinbjørnson Royn 220 stig 2 Petur Muller TBF 204 stig 3 Jónas Wentslau TBF 172 stig Pinkur 1 Lív Øster TBF 252 stig 2 Eva Wilhelm TBF 248 stig 3 Vár Holm TBF 228 stig Piltar 1 Eyðfinnur Jensen Royn 326 stig 2 Hans Jón Jacobsen TBF 268 stig 3 Eyðun Ellendersen Royn 246 stig Smágentur 1 Rakul Mikkjalsdóttur TBF 1060 stig 2 Birita Mortensen TBF 560 stig 3 Marin Sofía Brattalíð TBF 490 stig Smádreingir 1 Jákup Thomasen TBF 1120 stig 2 Jónhard Ferjá TBF 1040 stig 3 Páll Heri Nolsøe TBF 980 stig Gentur 1 Susie Midjord TBF 1160 stig 2 Sheila Strøm TBF 1100 stig 3 Joan Thomasen TBF 880 stig Dreingir 1 Hallur Thorsteinsson Tór 1370 stig 2 Rói Agnarsson Tór 1300 stig 3 Fróði Jensen TBF 1210 stig Kvinnuunglingar 1 Marin í Dali TBF 760 stig 2 Heidi Olsen Tór 428 stig 3 Mariann Mikkjalsdóttur TBF 300 Stig Mansunglingar 1 Pætur Albinus Tór 1270 stig 2 Sjúrður Ferjá TBF 1100 stig 3 Sigurð Carlsson Tór 850 stig Kvinnur 1 Elin Øster TBF 810 stig 2 Petra Muller TBF 700 stig 3 Elin Thomasen TBF 580 stig Meistaradeildin 1 Petur Niclasen Tór 1500 stig 2 Ragnar Egilsson Tór 1350 stig 3 Jákup Hansen Streymur 1280 stig