týsdagur 30. januar 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 21 - 30. januar 2007 ]
Sivic sendir varamannin
Sjúka í nærmastu familjuni hevur forðað fyri, at Tomislav Sivic
kundi byrjað venjarayrkið eftir ætlan, nú hann aftur skal venja VB/
Sumba.
Við Dimmalætting sigur Bogi Mortensen, nevndarlimur í VB,
at tað í fyrsta umfari verður hjálparmaðurin hjá Tomislav Sivic,
sum kemur hendavegin.
– Vit hava ein sáttmála við hann, sum gongur yvir tvey ár, og
tann sáttmálin er framvegis galdandi. Hann er í eini ringari støðu
heima og sær seg ikki føran fyri at koma, sum nú er, men her er
eingin panikkur, og hetta hevur heldur ikki órógvað leikarahópin
so øgiliga nógv, sigur Bogi Mortensen við Dimmalætting.
Materazzi aftur skallaður
Uttan iva var mest umtalaða hendingin í HM-kappingini í
fjør, tá Zinedine Zidane stútaði italska Marco Materazzi,
og harvið fekk reytt kort í sínum seinasta altjóða dysti.
Um vikuskiftið var Materazzi aftur partur av líknandi
hending, tá Gennaro Delvecchio úr Sampdoria skallaði
verjuspælaran hjá Inter. Hetta eftir at Materazzi hevði
skeldað um fyrilitarleyst spæl frá Sampdoria-áleyparanum.
Útvísingin gjørdi annars uppgávuna hjá Inetr lættari. Liðið
vann sí n14. dyst á rað, og teir tykjast hava snórabeina kós
móti italska meistaraheitinum.
Líkt var til, at Veselin
Topalov fór at
vinna ársins fyrstu
superstórmeistara
kapping, men hann
snávaði somikið
seinastu umførini, at
Teimour Radjabov og
Levon Aronian fingu
hægstrataða telvaran í
heiminum aftur
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
carl_eli@hotmail.com
19 ára gamli Teimour Radja
bov leyp hvøkk á tey flestu
við sínari flúgvandi byrjan.
Hvørki Veselin Topalov,
Viswanathan Anand ella
Vladimir Kramnik megnaðu
at fylgja við. Og tað varð
eisini ein annar maður, ið
fekk steðgað Radjabov;
nevniliga Levon Aronian.
Aronian hevði svarta fólkið
í 8. umfari ímóti oddamann
inum, men fekk kortini
skjótt fyrimun og vann eisini
trygt.
Topalov blandaði seg síð
ani av álvara í oddastríðið, og
hevði Radjabov og Aronian í
hølunum alla kappingina.
Kompromileysa
telvingin á breddan
Topalov vann sær miðskeiðis
í kappingini 3,5 stig av 4
og áðrenn 11. umfari varð
bulgarska stórmenni fremst
við 7,5 stigum. Topalov
hevði tá vunnið fimm talv og
leikt fimm javnleikir. Serliga
sigrarnir á Anand og Alexei
Shirov vóru vakrir.
Og tá Topalov hevði vinn
andi fyrimun í talvinum
ímóti Peter Svidler, sá alt
sera ljóst út hjá honum. Men
eitt mistak vendi gongdini,
og Svidler vann talvið.
Kramnik hevði undan talv
inum ímóti Topalov í 12.
umfari vunnið tvey talv og
leikt níggju javnleikir. Eitt
rættiliga vanligt úrslit hjá tí
altíð støðuga Kramnik, sum
sjáldan telvar kompromi
leyst.
Kramnik hevði ongan
trupulleika at fáa javnt við
svørtum ímóti Topalov. Ein
uppgerð sum nógv gleddu
seg til, tí í HM-dysti teirra í
heyst vóru jú ákæringar um
snýt og trlduhjálp í sentr
um. Teir heilsaðu ikki uppá
hvønn annan áðrenn talvið
í Wijk, sum siðvenja annars
er.
Meðan Topalov steðgaði
upp ímóti endanum, vunnu
Aronian og Radjabov seg
upp á liðina á Topalov.
Serliga er úrslitið hjá Aroni
an og Radjabov framúrskar
andi, meðan Topalov svaraði
væl aftur eftir HM-tapið
ímóti Kramnik. Magnus
Carlsen hevði tað torført í
Wijk. Hann leikti níggju
javnleikir og tapti fýra talv.
Kramnik og Aronian vóru
teir einastu, sum ikki taptu
nakað talv.
Javnt í Klaksvík
Seinasta vikuskiftið vóru
tveir dysti í 1. deild á
skránni. Í Klaksvík var
oddabrak millum Klaksvík
1 og Vestmanna, og úrslitið
varð 2-2. Bæði liðini høvdu
avboð; Steintór Rasmussen
á heimaliðnum og Carl Eli
Nolsøe Samuelsen, Vest
manna.
Vestmenningar høvdu
vinnandi støður á øllum fýra
borðunum, men klaksvík
ingar stríddust manniliga.
Eitt nú vendi Ólavur Simon
sen gongdini á 3. borði,
tá hann leingi hevði havt
vánaliga støðu ímóti Jákup
á Rógvu Andreasen. Heini
Olsen og Rani Nolsøe
høvdu ivasamar støður ímóti
John Rødgaard og Sjúrði
Thorsteinssyni, men báðir
fingu kortini javnt.
Samson Højgaard fekk tíð
liga greiðan fyrimun ímóti
Finnbjørn Vang, og við
hinum trimum úrslitinum,
endaði dysturin tískil 2-2.
Klaksvíkingar eru 1 stig
framanfyri vestmenningar
undan seinastu tveimum
umførunum.
Sandavágsmenn vunnu
2,5 – 1,5 á einum skerdum
havnarliði. Hvørki Martin
Brekká, Finnbjørn Zachari
assen ella Andrias Ziska
vóru við.
Kappingin er nú býtt í
tvey: Klaksvíkingar og vest
menningar telva um gullið,
meðan restin telvar um
bronsuna. Einki lið flytur
niður, tí kollfirðingar tóku
seg úr kappingini í heyst.
Hans Kristian vann
á Oyrarbakka
Kollfirðingurin var greið
ur favorittur at vinna viku
skiftiskappingina Rókur
Open, og Hans Kristian
Simonsen vann eisini rími
liga trygt. 4,5 stig av 5
ognaði hann sær. Rógvi E.
Nielsen leikti javnt ímóti
vinnaranum, og Rógvi fekk
eisini eitt flott 3. pláss við 3,5
stigum. Ein av javnleikum
hansara var ímóti pápa
sínum, Torkili Nielsen. Tork
il hevði eina soltna kapping
við 3 stigum.
Aðrir telvarar við 3,5 stig
um vórðu Jákup F. Joensen
(vann á Torkili) og Jón
Gregersen. Hesir vunnu
ratingvirðislønirnar.
Heldur óvæntað varð
Margar Berg nr. 2 við 4
stigum. Hóast evnini eru har,
hevur Margar ikki rættiliga
fingið sítt gjøgnumbrot.
Møguliga varð Rókur Open
hansara gjøgnumbrot.
24 telvarar telvaðu við, og
tað er á gongdari leið. Sagt
verður frá Talvfelagnum
Róki, at ætlanin er, at kapp
ingin verður afturvendandi.
Støðan, Wijk aan Zee
1
V. Topalov
8,5
1
L. Aronian
8,5
1
T. Radjabov
8,5
4
V. Kramnik
8,0
5
V. Anand
7,5
6
P. Svidler
7,0
7
S. Karjakan
6,5
7
D. Navara
6,5
9. R. Ponomariov 6,0
10. L. van Wely
5,0
10. S. Tiviakov
5,0
10. A. Motylev
5,0
13. A. Shirov
4,5
13. M. Carlsen
4,5
Tríggir vinnarar í Wijk aan Zee
Topalov, sum her telvar móti Radjabov, hevði eina trygga leiðslu í Wijk Aan Zee, men at enda komu bæði Aronian og Radjabov ájavnt við hann í stigum