týsdagur 30. januar 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 21 - 30. januar 2007 ]
Ein framúr
arbeiðsfelagi
Eitt arbeiðsgrev,
sum altíð leitar
eftir loysnum og
møguleikum. Tað
er skoðsmálið,
sum Jens Erik
Magnuss en fær frá
sitandi FSF-forset
anum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í eini 22-23 ár hevur
núverandi forsetin í FSF,
Óli Holm, verið í nevnd
saman við Jens Eriki
Magnussen, og spurdur,
hevur hann bara rósur at
bera starvsfelaganum.
- Fyrst og fremst,
so er talan um ein
mann, sum kennir all
ar partar av føroyska
fótbóltsheiminum
í
smálutir. 29 ár í nevnd
arbeiðnum hjá FSF hava
givið honum óteljandi
royndir. Ikki minst, tí
hann hesi árini hevur
verið partur av øllum
nevndum okkara.
- Ikki minst meti eg, at
vit fara at sakna hansara
royndir í landsliðsarbeiðn
um. Har hevur hann jú
verið formaður í lands
liðsnevndini í eini 15
ár, og tí kennir hann
allar partar av altjóða
spælinum í so máta. So
eg taki tað fyri givið, at
vit onkra tíðina koma at
spyrja hann um góð ráð.
- Og so kann eg
leggja afturat, at hann
er ein persónur, sum er
serstakliga góður at sita
í nevnd við. Hann leitar
altíð eftir møguleikum
og loysnum, har onn
ur kanska síggja trup
ulleikar, og tað ber ofta
við sær, at hann fær sera
nógv burturúr.
- Men eins høgt,
sum eg meti Jens Erik,
eins væl skilji eg støðu
hansara.
Við
meira
enn fjórðings øld í
nevndararbeiði okkara
hevur hann so væl og
virðiliga tænt sína her
naðarskyldu, og eg kann
illa gera annað, enn bara
ynskja honum alt tað
besta, sigur Óli Holm.
Tá Jens Erik Magnussen
tann 3. mars tekur sæti
við nevndarborðið á FSF-
aðalfundinum, verður hetta
29.
aðalfundurin,
sum
miðvingurin er partur av.
Samstundis verður hetta
eisini tann seinasti av slagn
um, tí Jens Erik hevur nú
boðað frá, at hann ikki
tekur við afturvali.
– Tað er ein avgerð, sum
er rímiliga væl umhugsað.
Í veruleikanum, so ætlaði
eg mær als ikki at taka
við afturvali fyri tveimum
árum síðani, og tey boð
gav eg eisini nevndini.
Støðan var tó kanska nakað
øðrvísi tá, tí nógv nýtt fólk
var komið í nevndina, og
tí mettu summi tað vera
týdningarmikið at halda ein
ávísan stabilitet. Og kundi
eg hjálpa í hesum, so gjørdi
eg tað fegin.
– Men hesa ferð haldi eg
ikki, at tað vendst í so máta.
Eg havi sitið í nevndini hjá
FSF síðani stovnan í 1979,
og nú man tíðin vera komin,
har onnur skulu sleppa
framat, sigur hann.
Nógvar broytingar
Tá FSF varð sett á stovn í
1979, var Jens Erik partur
av fyrstu nevndini. Sum
hann sjálvur tekur til, so
brúkti hann seg somikið
nógv á einum stjórnarfundi
hjá ÍSF, at hann brádliga
varð settur í uppskot til
sess
í
fótbóltsdeildini,
sum tá virkaði undir ÍSF,
og síðani hevur hann at
kalla verið partur av mongu
stóru broytingunum, sum
føroyskur fótbóltur hevur
verið fyri.
Og tær hava ikki verið
smávegis. At byrja við á
grúsvøllum,
har
glaðir
amatørar undir leiðslu av
øðrum amatørum dystaðust
á vøllinum. Til tíðina í
dag, har flestu spælarar í
bestu deildini fáa pening
fyri avrik síni, eins og
venjarar og dómarar eisini
fáa tað fyri síni, nú hesir
eisini eru útbúnir til sítt
yrki. Og ikki minst, so
hava
avbjóðingarnar
á
altjóða
pallinum
verið
drívmegin,
sum
hevur
vundið føroyskan fótbólt
somikið langt, at vit í dag
hava átta landslið á mans-
og kvinnusíðuni, umframt
tann infrastruktur, sum
krevst til hetta arbeiðið.
Roynt allar sessir
Og í hesum spælinum
hevur Jens Erik verið partur
av at kalla øllum tættum í
føroyska fótbóltsheiminum.
Fyrstu árini var hann
kappingarstjóri og síð
ani formaður í kappingar
nevndini hjá FSF.
Sum formaður í útbúgv
ingarnevndini var hann
seinni við til at skipa fyri
miðvísu menningini av
føroysku venjarastættini, og
í landsliðshøpi hevur hann í
nógv ár verið maðuðrin við
stóra orðinum. Ikki minst,
tí hann gjørdist fyrsti – og
higartil einasti – formaðurin
í
landsliðsnevndini,
tá
hendan varð sett á stovn
fyri 15 árum síðani. Og
sum nærum fastur partur
av fíggjarnevndini, hevur
hann eisini havt sína stóru
ávirkan á tað arbeiði, sum
har er framt.
Fýra varðar
Tá litið verður aftureftir,
eru tað sjálvandi nógvir
tættir, sum kundu verið
tikin fram. Men sjálvur
hevur Jens Erik serliga hug
at nevna fýra lutir, sum
hann heldur hava havt stóra
ávirkan á menningina av
føroyskum fótbólti. Ella
fýra varðar, um tú vilt.
– Tað hevði alstóran
týdning, at fótbólturin flutti
seg av grúsi og á graslíki.
Tað gav heilt aðrar fortreyt
ir fyri sjálvum spælinum,
og var tí ein avgerandi
broyting fyri allar spælarar
í landinum.
– Harnæst haldi eg, at vit
valdu rætt, tá vit í 80’unum
løgdu okkum eftir eini
miðvísari útbúgvingarætlan
fyri fótbóltsvenjarar. Tað
hevur gjørt, at vit í dag hava
nakrar heilt aðrar fortreytir
fyri spælaramenning, og
nú sjálvt menningararbeiði
eisini er fingið í fasta legu,
er hetta ein víðari menning
av
venjaraútbúgvingini,
sum farið varð undir tá.
– Limaskapurin í UEFA
og FIFA vóru sjálvandi
eisini sera týðandi stig
at taka. Tað gav okkum
avbjóðingar og møguleikar,
sum vit valla kundu droymt
um, og eisini á fíggjarsíðuni
hevði hetta heilt aðrar
møguleikar.
Sitandi forsetin í FSF
hevur bara gott at bera
Jens Eriki Magnussen
Tann seinasti av teimum