týsdagur 30. januar 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 21 - 30. januar 2007 ]
Hóast tað kann
vera trupult at taka
einstakar hendingar
fram um aðrar, so
minnist Jens Erik
serstakliga væl
leiklutin, sum Allan
Simonsen hevði
fyri Føroyar, eins
og hann minnist,
tá perfektionistiski
venjarin ta einu
ferðina var dekan ov
gloymskur
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við 29 árum í FSF, og
einum ótali av uttan
landsferðum tey 19 árini,
sum Føroyar hava verið í
altjóða fótbóltsfamiljuni,
er talan sjálvandi um hópin
av stuttligum upplivingum,
sum Jens Erik hevur fingið
á vegnum.
Spurdur, hvørt tað er
nøkur serlig, sum hann
minnist í so máta, sigur
hann, at tað kanska
serliga vóru tvær. Og at
tær báðar hava við Allan
Simonsen at gera.
Bjargaði okkum
- Fyrst og fremst, so
minnist eg væl, tá tað
eydnaðist okkum at fáa
Allan Simonsen sum lands
liðsvenjara.
- Annars góða sam
starvið við Páll fekk ein
heldur keðiligan enda,
tá hann legði frá sær í
úrtíð. Jóhan Nielsen og
Jógvan Norðbúð tóku
við sessinum teir báðar
seinastu
dystirnar,
men tá vit seinnu fóru
til lutakastið til undan
kappingina, høvdu vit
framvegis ikki funnið
nakran venjara.
- Tað var eisini nakað,
sum Tórleif Sigurðsson
(formaður), Ísak Mikla
dal (aðalskrivari) og eg
tosaðu um á ferðini, men
vit høvdu onga loysn.
Afturkomnir til hotellið
ringdi eg til Allan Simon
sen, sum eg kendi nakað.
Eg greiddi honum frá
støðuni hjá okkum, og
eg spurdi hann, um hann
visti um nakað hampuliga
stórt navn, sum kanska
kundi havt áhuga í starv
inum.
- Og tú kanst ætla, at
eg var bilsin, tá Allan
brádliga segði »Det ku’
dag godt være, at jeg var
interesseret«. Eg haldi
heldur ikki, at Tórleif og
Ísak trúðu mær, tá eg seini
segði hetta fyri teimum,
men tað eydnaðist so at
fáa Allan til venjara.
- Og satt at siga, so var
hann júst rætti maðurin
til rætta tíð hjá okkum.
Tørvurin hjá okkum var
at fáa eitt navn, sum
kendi spælið á egnum
kroppi. Eitt krav, sum
Allan so væl og virðiliga
uppfylti.
Hann
lærdi
bæði spælarar og leiðarar,
hvussu
hesin
partur
av
fótbóltsheiminum
riggaði, og hóast týski
disciplin-skúlin kanska
var dekan ov strammur
til tíðir, so hevði hetta
alstóran
týdning
hjá
okkum.
Tá Allan gloymdi
passið
Júst strangi týski skúlin
er sum so eisini upprunin
til næstu stuttligu søguna,
sum Jens Erik hevur hug
at nevna. Hetta í sambandi
við útidystin hjá føroyska
landsliðnum móti Estlani
á sumri í 1998.
- Allan var jú ein sannur
perfektionistur, sum altíð
kravdi 100% av øllum
kring seg. Men tá vit
tann sumardagin komu á
flogvøllin í Tallinn, var
heilt galið.
- Allan ansaði sum vant
eftir, at allir spælararnir
komu gjøgnum passeftir
litið, men tá hann so
sjálvur skuldi gjøgnum
sama eftirlit, komu vit
eftir, at passið als ikki
var við. Tað vísti seg
seinni, at hetta var eftir
á Flogvøllinum í Vágum,
men tað nyttaði lítið at
greiða myndugleikunum í
Estlandi frá hesum. Fingu
teir sín vilja, so varð
Allan snøgt sagt sendir
retur aftur til Føroya,
men tíbetur megnaðu vit
at greiða støðuna.
- Og eg má siga, at
tað var so ein av teimum
fáu ferðunum, har Allan
ikki megnaði at greiða
umstøðurnar
sjálvur.
Nakað sum hann nærum
altíð megnaði bara við at
vera tað navnið, sum hann
var í altjóða fótbóltshøpi.
Allan bjargaði okkum
Fongurin av Allani Simonsen var altaverandi partur av føroysku fótbóltsmenningini,
heldur Jens Erik Magnussen
m fyrstu gevst
– Og sum ein avleiðing
av øllum teimum oman
fyristandandi,
hava
vit
nú loksins eitt fullfíggjað
landsliðskonsept.
Eitt
konsept, har vit ikki bara
hava átta landslið, men har
vit eisini hava ein tekniskan
stab
kring
hesi
við
venjarum, fysioterapeutum,
liðleiðarum og øllum tí,
sum krevst. Tann parturin
av konseptinum er kanska
ikki altíð so sjónligur, men
tað er av alstórum týdningi,
at hann fungerar út í æsir,
sigur Jens Erik.
Góður í ráðum
Saman lagt heldur Jens
Erik tí, at hann kann
vera so hampuliga væl
nøgdur
um
standin
í
Fótbóltssambandinum, nú
hann hevur valt at takka
fyri seg.
– Eg fari tó á ongan hátt
at klamsa við hurðunum.
Støðan
er
bara
tann,
at eg í so nógv ár havi
nýtt ein sera stóran part
av frítiðini til føroyskan
fótbólt. Ikki minst fyrstu
árini, tá umsitingin ikki
var somikið sterk. Tann
parturin er kanska øðrvísi
í dag, og í øllum førum
er nevndararbeiðið øðrvísi
skipað, tó at eg ikki vil kalla
uppgávuna fyri minni.
Og tú stendur kanska
eisini til reiðar við ráðum,
um tú verður spurdur eftir.
– Tað geri eg sjálvandi.
Nú veit eg ikki, hvørji ráð
eg skal kunna geva, men er
metingin, at eg kann hjálpa
á nakran hátt, so geri eg tað
fegin.
Og
hóast
fótbólturin
hevur fylt somikið nógv,
so er Jens Erik á ongan
hátt bangin fyri, at hann
skal keða seg í fríløtunum
komandi árini.
– Tað beri eg so ongan
ótta fyri. Einasta, sum
kanska verður trupult, er
at sita sum púra vanligur
áskoðari, tá landsliðið fer at
dystast á altjóða pallinum.
Men eg havi so longu gjørt
av, at eg skal til Italia í
heyst – sum áskoðari, og
hvør veit, um talan ikki
verður um onkrar ferðir av
tí slagnum.
Tað er at kalla seinasti pionerurin, sum leggur
frá sær, nú Jens Erik Magnussen takkar fyri
seg í FSF-høpi. Eftir komandi aðalfund verður
eingin av teimum, sum vóru í fyrstu FSF-
nevndini, partur av starvsnevndini longur