fríggjadagur 12. januar 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007
Vikuskifti
18
kronikkur
Saddam Hussein varð
hongdur leygarmorgunin
30. desember, eftir eitt
rumblut rættarmál. Film
urin av løtuni, tá ið hann
bleiv tikin av døgum, og
sjálvt rættarmálið, vísir eitt
Irak, sum livir í andanum
ið Saddam skapti, sigur
Tonny Brems Knudsen,
serfrøðingur í altjóða poli
tikki í viðtali við Sosialin
Í 1989-90 rapaði
eysturblokkurin og
gjøgnumskygni og frælsi vunnu
bardagan um heimin. Sum í
einum ævintýraheimi sigraði
tað góða ímóti tí ónda, tað
ljósa ímóti tí myrka, tað opna
ímóti tí afturlatna. Heimurin
var ein heild, og tvíbýtið hvarv.
Soleiðis var støðumyndin,
tá eysturblokkurin rapaði.
Eysturevropisku og fyrrverandi
Sovjetlondini hildu eisini, at
nú var broyting komin í, og
um fá ár var alt ein liberalur
dansur á rósum, liberalisman
hevði vunnið Kalda kríggið. Vit
minnast ikki Kalda kríggi fyri
nakað gott, men at heimsins
lond antin vóru við eystur ella
vestur, og at í flestu orrustum
var annar parturin stuðlaður av
eystur og hin av vestur. Hetta
er kanska ein ógvuliga svørt/
hvít mynd, men soleiðis var.
Kuwait ovboðið
Skiftistíðin til heimsliberalismu
var tó ikki bara sum at
siga tað. Heimurin var ikki
fastlæstur í stoltleikanum
hjá tveimum superveldum
longur, og tí komu eisini aðrar
orrustur, onnur mál og aðrar
tvístøður á dagsskrá. Saddam
Hussein hevði verið maðurin
hjá vestri – og serliga USA - í
Miðeystri. Hóast tey, sum vildu
vita tað, vistu, at hann var ein
harðrendur og eirindaleysur
einaræðisharri, so var stuðulin
til hansara, partvís ein stuðul
fyri at tryggja, at Iran ikki
gjørdist sterkari. Men Saddam
fór um mark, tá hann helt
seg hava rættin til at innlima
Kuwait í Irak, og eftir tað
var hann ikki vinmaður hjá
vesturheiminum.
Fyri ella ímóti, aftur
Fyrsta Flógvakríggið, ið fór
fram við ST-samtykt, var
grundað á irakisku innrásina á
Kuwait. Tá Irak fall, kundi t.d.
USA, sum var høvuðshermegin
í innrásini farið eftir Saddam
og koyrt Baath stýrið frá,
men hetta varð ikki gjørt. Irak
bleiv sett í eina støðu, har
altjóða tiltøk vóru sett í verk
til tess at noyða landið og
Saddam at broyta landið til
tað betra. Hetta spælið koyrdi
fram til Annað Flógvakríggið,
tá Krígssamgongan við
USA á odda og uttan ST
heimild gjørdi innrás í Irak.
M.a. tí landið var ein hóttan
ímóti heimsfriðinum við
hópoyðingarvápnum, tí at USA
hevði skýrt Irak, saman við Iran
og Norðurkorea at verða axis
of evil, og ikki minst at Irak
hevði samband við Al-Qaeda,
og tí stóð fyri skotum næst
eftir Afghanistan í alheims
krígnum ímóti yvirgangi. Eitt
kríggj, har Bush setti heiminum
knívin á barkan og segði, at
antin eru tit við ella eru tit
ímóti. Svart/hvíta myndin átti
aftur dagsskránna.
Skeivar grundgevingar
Slagið um Irak var ikki so hart
og hópoyðingarvápn hevði
hann heldur ikki. Saddam
hataði helst Al-Qaeda eins
nógv og USA hatar Al-Qaeda,
umframt at Al-Qaeda ikke
helt nógv um Saddam, so tað
sambandið var tað helst heldur
ikki so nógv um.
Eftir stendur heimurin við
eini innrás, sum frá byrjan var
bygd á skeivar upplýsingar, og
sum hevur sett trúvirðið í at
hava ein altjóða rætt í vanda.
Innrásin fylgdi heilt einfalt ikki
teimum krøvum altjóða rættur
setur fyri at heimild skal verða
fyri einari slíkari og m.a. tí var
henda innrás heldur ikki gjørd
við ST hemild.
Irak knúst
Í dag ber so til at staðfesta
at innrásin hevur elvt til
ragnarok og hevur syndrað
landið Irak. Irak var ikki
stuttligasta landið at búgva í
við Saddam sum leiðara, men
har er nógv verri nú. Tað er
eyðsæð, at innrásin ikki var
nóg væl tilrættarløgd. Og tað
er eyðsæð, at alt ov lítið hevur
verið hugsað um hvat skuldi
koma aftaná Saddam. Øll við
bara eitt sindur av vitan um
Irak vistu, at talan ikki var um
eitt náttúrligt land við einari
tjóð, men eitt samansett
land, har fyrrverandi
hjálandaveldini høvdu sett
landamørkini. At kurdar,
sunniar og shiitar gjørdu, at
vandin fyri borgarkríggi var
stórur, umframt annan skilna í
landinum.
Hóast hesa vitan verður
avgjørt at fara inn og
rættiliga einsæris at stuðla
shiitunum við at seta sunniar
frá valdinum og shiitar á
tað ístaðin. Kurdarnir hava í
Saddam: Deyðadøm
Hvør standmynd kemur ístaðin
Kronikkur
Bogi Eliasen
bogi@sosialurin.fo