fríggjadagur 12. januar 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 9 - 12. januar 2007
tíðindi
Í dag eru 20 ár, síðani
nóta- og trolskipið
Tróndur í Gøtu
kom til Føroya.
Síðaní hevur skipið
lagt lunnar undir
vinnufelag, sum í dag
er landsins sterkasta.
Fiskivinna
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Tróndur í Gøtu var eitt av
teimum skipunum, sum
komu til landið sum partur
av tí ofta umrødda skipapak
kanum miðskeiðis í áttatiár
unum. Upprunaliga høvdu
gøtumenn aðrar ætlanir,
men tá teir frættu um ætla
nina hjá landsstýrinum um
fleiri innflutningsloyvi, søk
tu teir, og tá pakkin bleiv
latin upp, fekk partafelagið
Varðin innflutningsloyvi til
eitt kombinerað nóta og
trolskip.
Vónirnar til hesi 16 skip
ini vóru sera ymiskar, og
árini síðani hava eisini víst,
at tað gekst minni enn so
øllum sum ætlað, og tí er
bara okkurt hendinga av
hesum skipunum eftir í
flotanum í dag. Júst ætla
nina hjá gøtumonnum at
byggja eitt so stórt skip til
at fiska bíligan fisk hildu
mong vera burturvið, so
tað var meiri av vana og
vælvild, at menn søgdu seg
hava góðar vónir um skipið,
tá tað kom.
Á bryggjuni í Norðagøtu
fekk skipið sum vera man
eina stórfingna móttøku,
og borgarstjórin segði seg
hava góðar vónir um het
ta stásiliga far. Tað var nú
ikki so løgið, tí hann var
sjálvur høvuðsmaður aftan
fyri verkætlanina. Á fram
sýningarferð í Havn nakrar
dagar seinni fekk skipið eisi
ni stórfingna móttøku, og
politikarar og onnur róstu
stigtakarunum fyri áræði
og ynsktu skipinum góðan
byr. Satt er tað, at onkur
teirra innast inni var í iva.
Læntu til bót
Í dag ásannar Jákup Jacob
sen, stjóri í Pf. Varðanum
og táverandi borgarstjóri, at
tey fyrstu árini hjá Tróndi í
Gøtu blivu tung. Skipið var
serliga bygt til at fiska svart
kjaft og lodnu, men lodnan
sveik tað fyrsta árið, so tá
árið bleiv gjørt upp, hevði
skipið fiskað fyri góðar 12
mió. krónur, og tað rakk
ikki.
Tey næstu árini gekst
heldur frægari, sum stab
bamyndin á síðuni eisini
vísir. Hetta komst millum
annað av, at menn komu
eftir, at tað bar til at royna
eftir svartkjafti vestan fyri
Írland. Undangongumaður í
hesum var Agga í Garðasto
vu, sum tá førdi Gullfinn.
Kortini noyddist reiðaríið
at læna pengar, tá Tróndur í
Gøtu bleiv tikin í Noregi í
1993. Norska ákæruvaldið
kravdi, at skipið skuldi rin
da 5,5 mió. krónur, áðrenn
tað slapp at loysa. Reiðaríið
átti 3,3 mió. krónur í bank
anum, men tað eydnaðist at
læna tvær mió. krónur frá
øðrum, so skipið kundi slep
pa útaftur. Tá málið seinni
kom fyri rættin í Noregi,
bleiv helvtin skarvað av bót
ini.
Hetta var eitt strævið
mál. Tá stóð so illa til í Før
oyum, at teir norsku bankar
nir høvdu ikki álit á teimum
føroysku bankunum, minn
ist Jákup Jacobsen.
4,2 mió. fyri trý køst
Tey seinnu tíggju árini hevur
tað gingið tann rætta vegin
hjá Tróndi í Gøtu. Fiskaríið
hevur verið í lagi, og skipið
vísti seg eisini at vera sera
effektivt, tá fiskur vara at
fáa. Eitt nú kann verða
nevnt, at ta einu ferðini
fyltu teir skipið við sild við
bara trimum køstum. Tað
fyrsta var upp á heili 1.700
tons, tað næsta 618 og tað
triðja 500. Hendan túrin
landaðu teir á Fáskrúðsfirði
í Íslandi og fingu góðar 4,2
mió. krónur fyri lastina.
Hendan túrin landaðu teir
sostatt umleið 2.820 tons,
men tað er kortini ikki tann
størsta lastin, sum Tróndur
í Gøtu hevur lagt upp á
land hesi árini. Ta størstu
lastina landaðu teir til
Havsbrún í Fuglafirði. Tað
var svartkjaftur, og vigaði
lastin 2.840 tons. Tíverri
hevur reiðaríið ikki gjørt
upp, hvussu stórt tonsatal
skipið hevur fiskað hesi 20
árini, men sum Jákup Jacob
sen sigur:
Tað hevði fylt væl upp í
Gøtudali og nakað niðan á
Ritafjall.
Hinvegin vísa tølini, at
hesi 20 árini hevur Tróndur
í Gøtu selt fyri 816,7 mió.
krónur, og at skipið hevur
goldið 217 mió. krónur í
hýru til manningina. Tað
besta árið var 2001, tá skip
ið fiskaði fyri smáar 81
mió. krónur og rindaði 22,6
mió. krónur í hýru. Árið í
fjør hevði ivaleyst kunnað
verið eitt av teimum bestu,
tí hóast skipið lá í tríggjar
mánaðir vegna umvælingar
og ábøtur, fiskaði tað fyri
60 mió. krónur hinar níggju
mánaðarnar.
Lagt lunnar
Teir, sum hava átt og havt
tilknýti til Pg Varðan og
Trónd í Gøtu, hava ikki ligið
á teirri latu síðani. Í 1992
stovnaðu Jákup Jacobsen
og aðrir partafelagið Kross
brekku, sum stutt eftir keyp
ti Nýborg og gav henni
navnið Finnur Fríði.
Í 1998 setti partafelagið
Varðin pengar í Havsbrún
í Fuglafirði. Tvey ár seinni
seldi felagið partabrøvini
fyri 83 mió. krónur. Her
skal tó skoytast uppí, at
felagið rindaði 28 mió.
krónur í skatti av vinningin
um. Í sambandi við søluna
yvirtóku teir nótaskipið
Saksaberg, sum Havsbrún
átti saman við øðrum. Sam
stundis keyptu gøtumenn
fiskiloyvið og kvoturnar
frá Krúnuni í Sandavági.
Finnur Fríði bleiv lagdur og
seldur til upphøggingar, og
partafelagið Gulenni bleiv
stovnað. Hetta felagið eigur
Saksaberg.
Endamálið við at selja
partabrøvini í Havsbrún
var at útvega pening til at
byggja nýtt skip fyri, og
í januar í 2004 kom tann
nýggi Finnur Fríði. Í 2005
keyptu teir partafelagið
Driftina, sum átti Jupiter.
Í 2001 varð partafelagið
Vinnan stovnað sum móður
felag hjá hinum feløgunum.
Tað vil siga, at Pf. Vinnan
eigur tey fýra partafeløgini
Varðan, Krossbrekku, Drift
ina og Gulenni, sum aft
ur eiga ávikavist Trónd í
Gøtu, Finn Fríða, Jupiter
og
Saksaberg.
Ellivu
gøtumenn eiga partapen
ingin í Pf. Vinnuni. Flestu
teirra sigldu við Tróndi í
Gøtu, til teir fóru umborð
á nýggja flaggskipið á gøtu
monnunum, Finn Fríða.
1,5 mia. krónur
Handilin við Krúnborg vís
ir, at skip, sum fiska pelagis
kan fisk, eru nógv verd, og
meiri enn eina ferð hevur
ljóðað, at gøtumenninir sku
lu hava fingið boð upp á
tey fýra skipini og teirri
loyvi og kvotur.
Jákup Jacobsen sigur, at
teir hava ongantíð fingið
nakað veruligt boð ikki
á pappíri, sum hann tekur
til. Hann viðgongur, at
onkuntíð hevur verið tosað
tvørtur um borðið, men
tað er ongantíð vorðið til
nakað veruligt. Tað hevði
heldur ikki verið bíligt,
skuldi onkur havt ætlanir
um at keypa. Sjálvur heldur
reiðarin, at skal ein meta
tað eftir handlinum við
Krúnborg, munnu virðini
hjá gøtumonnunum vera
umleið hálva aðru mia.
krónur verd.
Vit kundu havt selt, men
eg haldi ikki, at hesir men
ninir eru sinnaðir at selja.
Teir vilja heldur varðveita
skipini í Føroyum, sigur
reiðarin.
Broytingar onga ávirkan
Herfyri legði landsstýrið
uppskot fyri Løgtingið um at
broyta lógina um vinnuligan
fiskiskap. Broytingin hev
ur til endamáls at seta
mark fyri, hvussu stóran
part av veiðirættindunum
somu persónar kunnu hava.
Markið verður 20 prosent.
Samstundis ætlar landsstýr
ið at herða reglurnar viðvík
jandi útlendskum peningi í
fiskiskipum. Hendan broyt
ingin fær onga ávirkan í
Gøtu, tí eingin útlendskur
peningur er uppi í reiðar
ínum.
Hin broytingin fær heldur
onga ávirkan á viðurskiftini
hjá gøtumonnunum. Teir
hava sum er fýra veiðiloyvi
til allan pelagiskan fisk
umframt 3,6 loyvi til makr
el, og samanlagt gevur tað
umleið 50 prosent av teimum
føroysku veiðirættindunum.
Men hóast hetta er langt
oman fyri tey 20 prosentini
í landsstýrisuppskotinum,
fær tað ongar avleiðingar,
tí uppskotið ávirkar ikki
verandi viðurskifti.
Jákup Jacobsen sigur, at
teir ístaðin fyri umhugsa at
skifta okkurt av skipunum út
við betrio skip. Eitt nú er tað
ikki óhugsandi, at reiðaríið
Tann kolldømda verkætlanin
Navn: Pf. Varðin
Stovnað: 28. november 1985
Skrásett: 27. januar 1986
Pf.-nr: 931
Partapeningur:: 68,9 mió. kr.
Fyrsta nevndin: Jákup Jacobsen,
Tummas Thomsen, Kári Hansen,
Arni Hansen, Jógvan Hentze.
FAKTA
Nýggjasta skipið hjá gøtumonnunum, Finnur Fríði, kemur á Gøtu í januar í 2005. Aftanfyri
sæst Tróndur í Gøtu.